Brúk fyri sterkum Javnaðarflokki

Uppgávurnar eru nógvar fyri framman, og Javnaðarflokkurin vil áhaldandi arbeiða fyri at gera sína ávirkan bæði í lands- og kommunalpolitikki, tí sjálvt um nógv er rokkið, verður framhaldandi brúk fyri einum sterkum Javnaðarflokki fyri at tryggja øllum javnbjóðis viðurskifti á øllum økjum, skrivar Anna Johannesen, formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag:

Í samband við at 70 ár eru liðin síðani Javnaðarflokkurin varð stovnaður skal her verða tikið saman um leiklutin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum varð floksins fyrsta lokalfelag.

Felagið varð stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi tann 25. september 1925.

Endamál felagsins var at virka fyri javnaðarhugsjónini og at »samle det arbejdende Folk til Kamp for dets økonomiske og politiske Interesser«.

Og líka síðani felagið varð stovnað hava viðurskiftini hjá teimum arbeiðandi fólkunum eins og sosialmálini staðið frammalaga í dagliga arbeiðinum, umframt tað at skapa karmar fyri vinnulívi í økinum.

Líka frá byrjan hevur felagið verið umboðað á løgtingi og síðani 1932 í býráði, og har hava umboð felagsins arbeitt fyri hugsjónum floksins.

Millum tey týdingarmestu málini í dag eru sosialmálini.

Hóast stórur dentur hevur verið lagdur á barnaansingina er hesin tørvur langt frá nøktaður enn, hóast fleiri framstig eru hend.

Herundir kann nevnast frítíðarskúli, sum er eitt kærkomið tilboð til foreldur at teimum smæstu skúlabørnunum, og útibarnagarður, sum nú verður roynt fyri fyrstu ferð við sera góðum úrsliti.

Hóast fleiri nýggj ansingarpláss eru skapt er tørvurin enn stórur, og í komandi tíðum verður nógv arbeiði lagt í at nøkta hendan tørvin.

Innan eldrarøktina er støðan í høvuðsstaðnum alt annað enn góð. Á hesum øki hevur flokkurin ásannað, at her verður neyðugt at ganga nýggjar leiðir, eitt nú við smærri sambýlum, so eldru borgararnir kunnu vera búgvandi í nærumhvørvinum og samstundis fáa neyðugu umsorganina.

Dagtilhald fyri eldri er byrjað í gomlu hølunum hjá Føroya Banka, og hetta er eitt kærkomið tilboð í dagligdegnum hjá teimum eldru, sum annars klára seg sjálvi.

Alt meðan flokkurin arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá teimum eldru, eru tað kreftir í samfelagnum, sum leggja eftir fólkapensiónini, sum er ein sjálvsagdur rættur hjá teimum, ið eru komin til árs. Flokkurin gekk í sínari tíð á odda fyri at seta á stovn fólkapensiónina, og fer tí sjálvsagt eisini at verja hana nú. Harafturat fer flokkurin at virka fyri at Samhaldsfasti verður styrktur, so hann gerst eitt veruligt ískoyti til fólkapensiónina.

Arbeiðsloysi hevur eins og aðrastaðni í landinum eisini gjørt nógv vart við seg í høvuðsstaðarøkinum.

Í býráðnum hevur flokkurin á hesum øki gjørt eitt stórt arbeiði í havnanevndini, fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnulívinum at virka og harvið økja um arbeiðsplássini.

Ferðamannavinnan er nógv vaksandi, og til tess at geva hesari so góðar umstøður sum gjørligt eru ymiskar ábøtur gjørdar á havnaøkinum.

Fríhavn vil skapa nýggjar møguleikar á havnalagnum fyri umskipingum av ymiskum slag.

Men størsta og mest spennandi vinnan, ið vónandi kemur higar til lands, er oljuvinnan, og á hesum øki hevur verið arbeitt í longri tíð fyri at skapa hesari vinnu umstøður í høvuðsstaðarøkinum, soleiðis at so nógv arbeiðspláss sum gjørligt kunnu skapast her.

Á ungdómsøkinum hevur og fer flokkurin framvegis at tryggja fjøltáttaði tilboð til allan ungdóm, bæði ta stóru fjøld, ið dagliga íðkar ítrótt av ymiskum slag, eins og skótar, kristiligt ungdómsarbeiði og onnur, og at ungdómium verður tryggjað góðar útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar.

Dreymurin hjá flestu føroyingum er at seta føtur undir egið borð, men flokkurin vil eisini skapa møguleikar fyri øðrum íbúðarloysnum, sum t.d. eigaraíbúðum og leiguíbúðum til tey, ið heldur vilja velja hesar íbúðarloysnir.

Uppgávurnar eru nógvar fyri framman, og Javnaðarflokkurin vil áhaldandi arbeiða fyri at gera sína ávirkan bæði í lands- og kommunalpolitikki, tí sjálvt um nógv er rokkið, verður framhaldandi brúk fyri einum sterkum Javnaðarflokki fyri at tryggja øllum javnbjóðis viðurskifti á øllum økjum.

Við hesum vil Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ynskja Føroya Javnaðarflokki hjartaliga til lukku við sjeyti ára degnum, og øll góð ynskir fyri framtíðina.