Føroya Landsstýri og Skipafelagið Føroyar avráddu, tá Skipafelagið yvirtók Smyrlasiglingina, at fráferðirnar skuldu vera líka nógvar, sum tær vóru, áðrenn Smyril gavst.
Hóast hesa avtalu, hevur Skipafelagið Føroyar nú broytt ferðaætlanina soleiðis, at nú er bert ein fráferð til Skotlands um vikuna í staðin fyri tvær áður.
»Vit hava gjørt hesar ætlanir í samráð við útflytararnar, sum vilja hava tað soleiðis,« sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyum.
»Vit høvdu ein avtalu um, at tosast skuldi saman, áðrenn broytingar vórðu gjørdar,« sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samferðslumálum. »Og eg eri ikki samdur við Skipafelagnum í teimum grundgevingum, sum givnar eru fyri broytingunum.«
Meira til Hirtshals
Av tveimum illum er tað frægari at taka fráferðina fríggjadag, heldur enn hósdag, burtur, heldur Páll Gregersen á Fiskavirkinum í Gøtu.
Men hann er ikki serliga glaður fyri hetta kortini. Hann hevði heldur viljað havt eina fráferð fyrr í vikuni afturat.
Men tað verður ein spurningur um prioritering, sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum.
»Nú hava vit valt hesa loysnina, sum ger, at Pasadena ikki fer til Scrabster, men beinleiðis til Hirtshals. Og tað er eftir ynski frá vinnuni,« sigur hann.
Tað vísti seg nevniliga, sigur Árni Joensen, at tað var tríggjar ferðir so nógvur farmur til Hirtshals, sum tað var til Scrabster, á fríggjadagsfráferðini. Tí varð neyðugt at prioritera. Og valt varð so at sigla beinleiðis til Hirtshals.
Fyrr var tað so, at Pasadena ikki kom til Hirtshals fyrr enn út á mánadagin. Nú verður hon mánamorgun í staðin.
»Hendan umleggingin hevur tó við sær,« sigur Árni Joensen, »at vit missa tann partin av útflutninginum, sum eitur rundur fiskur til Bretlands.«
Eimskip økir
Íslendska skipafelagið Eimskip, sum eisini siglir til Bretlands, hevur hinvegin økt um flutningskapacitetin. Felagið hevur sett tvey størri og skjótari skip á rutuna.
Svavar Ottosson, stjóri á Eimskip í Føroyum, sigur, at hóast Skipafelagið Føroyar nú strikar eina fráferð til Skotlands, fer Eimskip ikki at broyta rutuna.
Eimskip fer sum higartil at sigla til Immingham í Englandi, har skipini eru mánamorgun.
Men tað fer tó ikki at broyta nakað hjá teimum, sum flyta fesk fløk, sigur Páll Gregersen á Fiskavirkinum í Gøtu.
Íslendingar flyta nógvan rundan fisk, meðan vit eru komnir longri, sigur Páll Gregersen. Og Eimskip er útgjørt til bingjuflutning.
»Tað kunnu vit ikki brúka,« sigur Páll Gregersen, »tí tað er eingin føroyskur útflytari, sum fyllir eina heila bingju við feskum fløkum.«
Verri tænasta
Hóast stjórin á Skipafelagnum sigur, at broytingin, sum nú er gjørd, er í samráð við vinnuna, heldur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samferðslumálum, at tænastan er versnað.
Tað, sum tiltalaði landsstýrismannin, tá Teistin varð seldur, og Smyril tikin úr Skotlandssiglingini, var, at Skipafelagið Føroyar kundi geva eina betri tænastu enn Smyril. Og fráferðirnar til Skotlands skuldu ikki vera færri, enn við Smyrli.
At Skipafelagið kundi fara undir eina rutu við fráferður bæði hósdag og fríggjadag, helt landsstýrismaðurin vera tað optimala, uppnáast kundi. Men nú noyðist hann so at ásanna, at onnur fráferðin er burtur, og tænastan harvið versnað.
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur, at hann kortini ikki fer at gera nakað við hesa støðuna beinanvegin.
Enn hevur hann bert frætt um hetta í pressuni umframt í eini stuttari fráboðan frá Skipafelagnum.
Men ein arbeiðsbólkur er fyri stuttum settur at gera eina heildarætlan fyri samferðsluna bæði innan- og uttanlands. Hesin arbeiðsbólkur fer sjálvandi eisini at viðgera Skotlandssiglingina, sigur Sámal Petur í Grund.