Fyri sjeyti árum síðan tóku fólk her á landi seg saman at stovna tað sokallaða »ringfelagið«, sum gjørdist tann føroyski javnaðarflokkurin. Frammanundan hevði alt politiskt kjak snúð seg um sjálvstýri ella samband, men við javnaðarflokkinum fekk politiska orðaskiftið størri innihald fyri tann einstaka borgaran. Nú tók politiska kjakið seg upp um kor fólksins ? ja um sonn lívsvirði.
Oddamaður javnaðarfloksins tá, sum so mangan seinni, var skopuningurin Petur Mohr Dam, sum var lærari á Tvøroyri. Aðrir undangongumenn vóru Morentius við Stein, Tórshavn, Jóan Petur Davidsen, Sandi, H. M. Dambjørg, Porkeri o.fl., ið allir liggja undir grønu torvu nú.
Petur Mohr Dam var tann stóri leiðarin í langt tíðarskeið. Hann var føddur og uppvaksin í Skopun, har hann tíðliga gjørdist faðirleysur. Skopun er niðursetubygd av Sandi. Fyri stóran part vóru hetta fæloysingar, sum búsettust í Skopun, tí bygdin tá, sum nú, liggur væl fyri til útróður vestanfyri. Smáligt var í Føroyum fyrst í hesi øldini, og einki er at dylja yvir, at í niðursetubygdini mundi vera sera smáligt mangan. Petur Mohr Dam mundi kenna hesa støðuna betur enn mangur annar eisini á sínum egna kroppi sum faðirloysingur. Umframt vána tíðir í Føroyum, so vóru eisini nóg fólk rakt av hervuligu sjúkuni: turberkulosu, so nógv doyðu í bestu árum, mangan frá stórum barnaflokki.
Tað, at Petur Mohr Dam kendi hesi vána kor so væl, mundi vera høvuðsorsøkin til, at hann vígdi sítt politiska lív saman við øðrum samsintum at berjast fyri betri korum hjá fiskimanna- og verkamannafjøldini, hjá einkjum, faðirleysum og minni mentum í samfelagnum.
Hetta segði gamli keypmaðurin í Skálavík, Viggo Dalsgaard, sáli, mær frá, einaferð við hittust. Viggo hevði hesa vitan m.a. frá tá gamlari konu í Skopun, Martinu Winthereig, sálu, sum var í heiminum hjá foreldrum Petur Mohr Dam?s í Skopun fyrst í hesi øldini.
Í 1927 vóru framvegis ringar tíðir í Føroyum, hvar tað var umráðandi at fáa til mat og klæði hvønn dag. Í so máta kann ikki samanberast við tíðina í dag ? hetta ikki minst takkað verið javnaðarflokkinum og javnaðarrørsluni á fakfelagsøkinum.
Tey fyrstu árini vóru sjónarmið javnaðarfloksins um sosialdemokratiskan politikk ikki væl móttikin, og flokkurin var tí politiskt veikur á Føroya Løgtingi bæði í 30?unum og 40?unum. Tað leikaði hart á mótvegis hinum flokkunum og tað kostaði tá at standa fram og siga seg hoyra til javnaðarflokkin. Innan fakfelagsrørsluna var flokkurin sterkari og gjørdi seg munandi galdandi har, at fáa vanligum fólki betri livikor.
Í sambandi við tær óvanligu umstøðurnar undir og eftir 2. heimsbardaga, var javnaðarflokkurin sera virkin. Saman við sambandsflokkinum og sjálvstýrisflokkinum stóð javnaðarflokkurin faddur til heimastýrislógina. Í 1948?50 kom javnaðarflokkurin so í landsstýrissamgongu. Fyrsti landsstýrismaður floksins var Jóan Petur Davidsen av Sandi.
Tá varð mett, at heimastýrislógin var eitt stórt framstig og gott tilboð til okkum føroyingar. Givið er tað, at øll stig á sjálvstýrisleið síðan eru tikin við javnaðarflokkinum á odda og innan karmarnar av heimastýrislógini.
Men nú er tíðin helst farin frá heimastýrislógini, og ríkisfelagsskapurin í dag virkar ikki eftir føroyinga ætlan. Tað eru flestu samd um, men hvussu samd vit eru víðari, veit eg ikki. Sjálvur haldi eg, at heimastýrislógin má endurskoðast ? nýggir karmar fyri ríkisfealgsskapi mugu smíðast.
Virki javnaðarfloksins í fimtiárunum var sterkast innan fakfelagsarbeiðið, og flokkurin var heitasti stuðul verkafólksins, sum so studdi javnaðarflokkinum meira og meira politiskt. Hetta er sama bílætið vit hava frá t.d. Svøríki, Noreg og Danmark. Úrslitið var munandi bæti í lønarkorum og starvsviðurskiftum hjá fiskimonnum og arbeiðsfólki á landi.
Við valið 1958 fekk flokkurin rættuliga stóra undirtøku, skipar landsstýri og fær løgmann, Petur Mohr Dam. Føroyingar fingu tá m.a. munandi betraðar sosiallógir, og nú nógv umrødda fólkapensiónin kom tá sum risaframstig.
Og síðan tá hevur javnaðarflokkurin alla tíðina gingið á odda á Føroya Løgtingi at útbyggja Føroyar til tað framkomna vælferðarsamfelag, sum okur hava havt nú í ein generatiónsaldur, og sum okur eisini kenna tað í dag, hóast vit hava havt stór bakkøst inn í millum.
Tað er himmalvíður munur á tí neyðarsamfelag, føroyingar høvdu í 1927, og so tí vælferðarsamfelag, okur hava ídag. Hetta er ikki minst javnaðarflokkinum, javnaðarrørsluni og javnaðarhugsjónini fyri at takka.
Men tíverri, nógv fólk vita hetta ikki og onnur sýnast at hava gloymt tað?
Men enn er brúk fyri javnaðarflokkinum. Enn er flokkurin frægasta borganin fyri einum góðum samfelag undir teim givnu treytum her mitt úti í Atlantshavinum, einum samfelag sum byggir á demokrati og solidaritet, har fá hava ov nógv og færri ov lítið.
Tey, sum hava leitt flokkin hesi sjeyti árini eru: Petur Mohr Dam, Tvøroyri, Jákup Frederik Øregaard, Gøtu, Atli Dam, Tórshavn, Marita Petersen, Tórshavn, og Jóannes Eidesgaard, Tvøroyri, sum er núverandi formaður. Í Sandoyar valdømi hevur javnaðarflokkurin havt tingmann øll árini síðan 1936, burtursæð frá árunum 1978-80. Teir, sum hava verið tingmenn floksins hiðani eru: Jóan Petur Davidsen av Sandi, Tórálvur Mohr Olsen av Sandi og Jógvan Adolf Johannesen, Dali, sum er núverandi tingmaður.
Javnaðarflokkurin fer eisini í framtíðini at virka fyri stóru fjøldini av verkafólki á landi, av fiskimonnum, av starvs- og tænastufólki o.ø. Flokkurin hevur fylgt við tíðini, men stendur framvegis fyri vælferð og javna, solidariteti og tryggleika. Flokkurin vil framvegis berjast móti teim kreftum, sum vilja bróta niður vunnin rættindi ? eitt nú rættin til fólkapensión, sum eigur at vera fyri øll. Sosial trygd og fólksins ognarrætt til landsins ríkidømi. Lívsvirði til allar borgarar fram um løtt rakstrarróp. Hetta er nakað av tí, sum javnaðarflokkurin berjist fyri og framhaldani fer at berjast fyri.
Vit ynskja partafólki okkara kring landið tillukku við sjeytiáradegnum. Vit minnast við tøkk tey mongu, sum tóku tøkini innan hendan flokkin og innan fakfelagsrørsluna ella úti á arbeiðsplássunum. Tey hvíla í dag undir grønu torvu, men tey hava vunnið, teirra stríð var ikki til fánýtis, og tað er tað heldur ikki hjá okkum í dag og verður tað heldur ikki í framtíðini.
Vinarliga
Birgir Mohr,
formaður
Sandoyar
sýslu
javnaðarfelags