Nú helt Finnbogi Ísakson seg hava sæð ljósið

Martin Luther King helt á sinni eina røðu, sum seinni gjørdist kend um allan heimin. Hon gjørdist kend, tí hann nógvar ferðir nýtti vendingina »I have a dream« um tær ynsktu broyttu umstøðurnar hjá littum í USA, sum hann droymdi um, møguliga ein dag skuldi gerast veruleiki. Men um King innast inni sjálvur trúði, at tær skuldu gerast veruleiki, tað vita vit ikki, men hann upplivdi tær so ikki.

 

Henda orðing »I have a dream« er síðan vorðin »symbolið« upp á tað, sum tú hevur eitt ynski um at fremja, men sum tó liggur so langt frammi í tíðini og er so fjart, at tú í nógv ár ella altíð má noyðast við at hava dreymin.

Soleiðis hevur nú tjóðveldisflokkurin í skjótt eina hálva øld virkað í føroyskum politikki, sum flokkurin, sum hevur ein dreym ? sum flokkurin, sum hevur eina illusión.

Ein dreym um, at teir ein dag skulu taka loysing frá Danmark.

Men sum áður hevur verið sagt, so ynskir flokkurin ikki at viðgera spurningin um loysing á einum realistiskum grundarlag, eins og møguleiki var til, tá javnaðarflokkurin legði fram uppskot um setan av einari stjórnmálanevnd, og tí verður eingin loysing av teirra ávum.

Og innast inni er loysingin jú tað sama, sum at forkoma flokkinum ? at forkoma dreyminum. Tí hvat skal hann tá sláast fyri? Tí renna teir undan málinum. Men við millumbilum hava teir eitt hugnaligt prát um hesi viðurskifti, um ikki annað so fyri at boða fólki frá, at teir framvegis eru til.

Heini O. Heinesen hevur rættiliga genialt sagt, at fyrst taka vit loysing, so finna vit aftaná útav, hvussu øll viðurskifti, eisini tey fíggjarligu, skulu laga seg.

Einaferð gjørdu tjóðveldismenn eisini eitt uppskot til eina fíggjarlóg, sum skuldi vera galdandi fyri tjóðveldið Føroyar, men har sum tøl og milliónir skulu standa, har stóðu bert prikkar, og hon fekk tí einki annað navn enn prikkalógin.

Men nú fann Finnbogi Ísakson ljósið. Hann kann nú skifta orðini hjá King út og ístaðin fyri at siga »I have a dream«, kann hann nú siga »I can see the light«.

Ljósið, hann hevur funnið, sum er eitt umskrivað fólkafloksuppskot, gongur í stuttum út uppá, at ríkisstuðulin heldur uppat, og danir strika alla okkara skuld. Tað ljóðar næstan religiøst, hetta at danir upp á tann eina dag skulu strika alla okkara skuld.

Men um tjóðveldismenn fara at ganga fattari, eftir at danir, t.v.s. danskar heimahjálpir og danskir arbeiðsmenn, hava tikið á seg alla okkara skuld, tað er fyri okkum onnur rættiliga óskiljandi. Men uppskotið er, at danir skulu fíggja okkara tjóðveldið.

Men tað er so komið fram, at sjálvt um vit øll onnur harmast um stóru landskassaskuldina, so er tað ein í løgtinginum, sum bar út sigur, at henda skuld er ein fyrimunur fyri teir, sum vilja hava loysing her og nú. Finnbogi Ísakson fær tað næstan at ljóða, sum um landskassaskuldin er ein kærkomin gestur fyri teir, ein funnin fressur til fígging av tjóðveldinum Føroyar. Ríkisstuðulin er ikki longur ein achilleushælur hjá frælslyntum føroyingum, men er hann nú saman við landskassaskuldini hjartatátturin í loysingini.

Nei, álvaratos, tá man tað vera meira mansligt at siga, at fyrsta treytin fyri frælsi er, at vit hava búskaparligt frælsi. Vit kunnu ikki, sum tjóðveldismenn ætla, renna undan rokningini.

Tá vit hava goldið okkara skuld aftur, lat okkum tá sum frælsar fara undir spurningin um frælsi. Og uttan mun til, hvussu bankaskuldin verður býtt, so eiga vit at viðurkenna, at ein stóran part av samlaðu skuldini eiga vit føroyingar heilt og fult.

Finnbogi Ísakson fær tað til tað beint mótsatta, at jú meira ófræls vit eru fíggjarliga, jú lættari er tað at realisera loysingina.

Annað er so, at eisini onkur hevur víst á, at vit mugu fáa greitt skuldarspurningin, aftan á at bankakanningin er liðug. Hetta skal greiðast við politiskum samráðingum, og her kann eg vísa á, at Lise Lyck í kronikk í Jyllands-Posten hevur nevnt eitt uppskot, sum av og á hevur verið nevnt í javnaðarflokkinum sum ein evt. loysn, at danska stjórnin átekur sær 1 mia., danski fíggjarheimurin átekur sær 1 mia., og vit føroyingar átaka okkum 1 mia. av bankaskuldini.

Eitt annað, sum kann verða víst á er, at um vit høvdu eina røð av útlendskum kreditorum til skuldina og skuldu goldið rentur og avdráttir til hesar nógvu lángevarar, so hekk ikki roknistykkið hjá Finnboga Ísaksyni saman.

Hin vegin var uppskotið ikki aktuelt, um vit als ongar pengar skyldaðu, og tað er tað mest paradoksala við uppskotinum.

Men tá Finnbogi Ísakson verður konfronteraður við hetta, so er svarið bert, at hetta er ikki veruleikin, ella sigur hann tað, sum nú er vorðið vanligt politiskt orðafelli, tá man ikki dugir svarið, at spurningurin er hypotetiskur og so einki meir.

Og eitt roknistykkið, sum bert hongur saman undir nøkrum heilt ávísum givnum fortreytum, er ikki í longdini nakað haldbart roknistykki. Veruliga hongur hansara roknistykki soleiðis saman, at um vit skyldaðu uppaftur meira, so var úrslitið uppaftur betri og uppaftur meira sannførandi.

Og hvat hava hesir flokkar, sum nú geva blokkstuðlinum skuldina fyri allar ólukkur í okkara landi gjørt, til tess at minka um negativa árini av blokkinum. Fólkaflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin hava allir umsitið fíggjarmál, tá renturokningin var lítil, men eingin hevur verið grammari at tikið blokkstuðulin inn í umfar í føroyska samfelagnum enn júst somu flokkar.

Og nær er tað, at teir taka henda spurning fram. Jú, tað gera teir bara, tá teir sita í andstøðu. Tá teir er í samgongu, tá tiga teir.

Uppskotið um eina stjórnmálanevnd var eitt uppskot, sum avgjørt er nakað av tí frægasta, sum er føtt av politiskum hugskotum her á tingi nú í nógv ár. Men hvar vóru teir tá?

Jú, tjóðveldisflokkurin vildi ikki, tí javnaðarflokkurin yvirhálaði teir, og fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin lógu undir skjúrtufaldinum hjá sambandsflokkinum, og tordu snøgt sagt ikki at taka undir við javnaðarflokkinum.

Men nú hava báðir hesir samgonguflokkar tort at sagt eitt sindur, fyrst og fremst tí tað er ikki tað málið, sum er til viðgerðar, og síðan kanska tí teir vita, at løgmaður ikki útskrivar val so seint í valskeiðnum.

Fyrr enn vit eru politiskt búnir til saman at viðgera henda spurning uttan kenslur, men við sunnari fornuft og logikki, har vit taka vælferðina hjá vanliga føroyinginum við, fyrr henda ongar broytingar. So er spurningurin, hvussu nógv somu flokkar veruliga ynskja av broytingum.

Tað er eins og bæði fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin finna fram uppskot, sum teir vita, at fyri tað fyrsta eingir aðrir føroyskir flokkar taka undir við, og sum teir harafturat vita, at danska stjórnin heldur ikki vil taka undir við. Spurningin um »kapitalisering« hevur danska stjórnin avvíst, og teirra leiklutur má takast við, tí tað er jú til teirra, vit skylda pengarnar.

Og tað er als eingin ivi um, at uppskotið hjá Finnboga Ísaksyni fær somu lagnu.

So tá alt kemur til alt, so syrgja hesir báðir flokkar fyri, at teirra veruleikafjari politikkur flytur okkum longur burtur frá málinum.

Sambandskósin, einki at gera, men stinga høvdið í sandin og halda at alt er sára gott, ber snøgt sagt heldur ikki til.

Einasta gongda leið fram á sjálvstýrisleið liggur hvørki á kósini hjá tjóðveldisflokkinum og enn minni á kósini hjá sambandsflokkinum. Kósin er ein pragmatisk loysn, ímillum hesar báðar, sum javnaðarflokkurin ferð eftir ferð hevur víst á. Og tað vilja vit framhaldandi gera, tí fyrr ella seinni gongur eisini sannleikin upp fyri hesar flokkar.

Men tað er kanska júst sami sannleiki, sum er ræðandi.