Nú royna teir aftur í Oyndarfirði

Nósi eigur framvegis pening til góðar hjá Ísbú, so teir, sum nú ætla at leiga virkið, mugu gjalda frammanundan

Eitt nýtt felag við heimstaði í Oyndarfirði ætlar undir fiskaarbeiði í húsinum hjá P/F Nósa.

Hetta er sama virkið, sum íslendska felagið Ísbú leigaði seinasta vetur. Men Nósi fekk ikki allar pengarnar fyri leiguna frá Ísbú.

Hetta hevur tó ikki rætt oyndfirðingar heilt frá at fara í gongd aftur.

Henry Klein, sum er ein av eigarunum av virkinum, sigur, at teir tó hava avgjørt, at hesaferð skal leigan gjaldast frammanundan.

Fyribils er avtala gjørd við hetta nýggja felagið, sum eitur Sp/f F.I.S.K. um at leiga virkið í tríggjar mánaðar.

Talan er nú um eina svenska fyritøku, sum saman við onkrum føroyingi hevur stovnað felag í Føroyum, her ætlanin er at fara undir fiskaarbeiði.

Tá viðurskiftini í Oyndarfirði herfyri vórðu viðgjørd her í blaðnum, var onkur, sum segði seg vita, at stjórin í Ísbú í Føroyum, Martin Hendriksson, var uppi í einum nýggjum felag, sum ætlaði at fara undir fiskaarbeiði í Oyndarfirði.

Hesum noktaði Martin Hendriksson tó avgjørdur fyri. Hann var liðugur við Føroyar og føroyingar, segði hann. Og hann er ikki millum teirra, sum nevndir eru í skrásetingini av hesum nýggja felagnum.

Tað eru tó aðrir enn teir, sum áttu virkið, ið hava pengar í klemmu hjá Ísbú.

Sosialurin hevur tosað við fleiri fyritøkur, sum eiga upp til fleiri tíggjutúsund krónur til góðar hjá felagnum. Og eingin hevur fingið nakrar pengar enn, hóast stjórin í Ísbú segði við Sosialin, at hann er í ferð við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum.

Ein teirra, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at okkurt bræv er komið til onkran teirra, sum eigur pengar til góðar hjá Ísbú.

Sagt verður í brævinum, at felagið arbeiðir við málinum, og at ætlanin er, at leiðslan skal koma til Føroya seinni í mánaðinum.

Og okkurt er, sum bendir á, at leiðslan í Ísbú í Reykjavík meinar hetta í álvara, tí felagið í Føroyum er framvegis til.

»Um so var, at teir bara høvdu hug at stinga av frá tí heila, høvdu teir koyrt felagið í likvitatión, og so vóru pengarnir burtur,« sigur hesin, sum enn vónar at fáa sínar pengar.

Sosialurin royndi í gjár at fáa orð á stjóran í Ísbú, Jens Valdemarsson. Men hann var í Kina, varð sagt í Reykjavík.