haldi tað vera løgið, at loyvið verður givið at byggja eigaraíbúðir í tveimum hæddum so kloss upp at okkara eittplanshúsum. Tey koma at síggja beint niður í okkara stovu, og vit koma ikki at síggja nakað [...] Tað fer at myrkja ótrúliga nógv um inni hjá okkum, sigur Marian á Borg, sum í næstum fer at fáa nýggjar grannar tætt uttanfyri stovuvindeygað. Hon undrast á, at teirra hús ikki fingu loyvi at hava eina [...] skuldu skriva undir uppá, at tey góðtóku hesa byggingina, hóast hon als ikki kom at verða nakar bági. Tí tykist tað serliga løgið, at Guttesen og Stakksberg, sum eru farnir undir at byggja høgu blokkarnar
Havnar, tá tey vóru í holt við at gera seinastu ferðaætlanina, men har segði ein maður, at vegurin omanfyri hjá okkum er so smalur. Eg segði, at vegurin niðanfyri er breiður, og at tað hevði verið óført, um [...] um bussurin koyrdi úteftir niðara veg, tí hagar oman – og niðan aftur – orka vit at ganga. Men, leggur hann aftrat, at tá nýggja ferðaætlanin kom, var eingin túrur heldur hesaferð út á Nes, ei heldur av [...] Havnar at vitja familju, noyðist tú hvørja ferð at biðja vinir ella kenningar um “fart” heim á Toftagjógv - og útaftur á Nes, tá tú kemur heimaftur. Eldri og illa gongd fólk hava ongan møguleika at ganga
bundið seg til at fáa ásettu skipanirnar at virka, og peningur má verða játtaður, so skipanirnar kunnu fáast at virka, sigur arbeiðsbólkurin. Bólkurin heldur eisini, at ein annar fyrimunur við at hava eina [...] ígjøgnum, fyri at fáa ikki-avmarkað uppihaldsloyvi. Talan er um eitt skeið í føroyskum máli, mentan og um føroyska samfelagið. Bólkurin mælir til, at skeiðið skal vera staðið, áðrenn til ber at fáa uppihaldsloyvi [...] Har sigur arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at børn, ið hava føroyskt sum annað mál, so tíðliga sum til ber fara at nýta føroyska málið. - Tess fyrr børnini byrja at nýta málið, tess betur verða
Avleiðingarnar av at Høgni Hoydal einvegis setir uppskotið um ársverk í gildi og proklamerar, at nú fáa vit heimsins besta skúla, er ábyrgdarleysur politikkur, tí at uppskotið fær lærararnar at krevja endurgjald [...] millum 26 og 33 túsund krónur. Alternativið má vera, at Høgni Hoydal áleggur lærarunum at gjalda fyri heimsins besta skúla. Tá ið Norðurlondini fóru at umskipa arbeiðstíðina hjá lærarunum, var tað í tøttum [...] upp í glens og tosar um, at lærarar hava fingið kaldar føtur. Her er als ikki talan um at vera ímóti einari, av landsstýrinum pátvingaðari, skipan, men eitt álvarsamt mótmæli um at landsstýrismaðurin, sum
rímiligt, at skattaborgarin skal vera við til at fíggja hetta marglætið. Tað, at vælhavandi familjur hava tveir bústaðir, mugu tey eisini sjálvi um, men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at skattaborgarin [...] Fíggjarkreppan hevur við sær, at nógvar familjur hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Verður rentustuðulin tikin av fyri verandi sethúsalán, so verður hetta steinur oman á byrðu fyri føroysku familjuna [...] endamálið at gera tað lættari hjá familjum at seta búgv. Tað, sum hendi, var, at fíggingarstovnarnir innroknaðu rentustuðulin í lánsmøguleikan hjá tí einstøku familjuni. Hetta hevur havt við sær, at sethú
, bedýrar eisini, at skjalið ikki er goymt við vilja. Hann sigur, at Mentamálastýrið enn ikki er farið at nýta krossaðar ávísingar, og harafturat var tað onkur, sum var óvanur við at journalisera, sum [...] ásannar, at hetta er álvarsamt. Sum Sosialurin skilir, hevur øll tann almenna fyrisitingin somu mannagongdir at halda seg til, tá tað snýr seg um at journalisera skjøl. Tí er tað undranarvert, at øll umsitingin [...] svarar, at hetta er eitt óheppið mistak. Boðini eru, at brævið av misgávum er skeivt journaliserað. Men, sum Sosialurin skilir, eru journalskipanirnar í almennu fyrisitingini soleiðis háttaðar, at hetta
m. Í fororðunum verður sagt ”at arbeiðisbólkurin fekk til uppgávu at kanna møgulei-karnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum” Í arbeiðissetninginum verður sagt, at arbeiðisbólkurin skal kanna, [...] Bólkurin mælir til, at íløgan verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini. Raksturin av breytini Her mælir bólkurin til, at kostnaðurin av at nýta tilboðini hjá breytini verður ásettur soleiðis, at raksturin ber [...] umhugsast skal, at slík skeið verða lógarkravd. Kostnaðurin verður ásettur soleiðis, at koyritekniska økið fær møguleika at bera seg fíggjarliga, s. 29. Við vanligum menniskjaorðum merkir hetta, at kostnaðurin
køldur alla tíðina fyri at hann skal vera fyrstafloks. Tað merkir eisini, at øll framleiðslan er fult automatiskt og frá tí, at hann verður fiskaður, til hann er komin á frystigoymsluna at liggja, hevur mannahond [...] Tvøroyri kostar 180 milliónir at byggja. Tað vænta tey fer at merkjast í Suðuroy. Eitt er, at tað verða eini 75 arbeiðspláss á virkinum. - Vit vænta eisini, at hetta fer at elva til nógv avleitt virksemi [...] jól søgdu, at longu í juli mánað í ár skuldi størsta og mest nútímans uppskjóvarvirkið standa liðugt á bryggjuni á Tvøroyri. Tey søgdu, at tað var ógjørligt, tí tað tekur minst hálvtannað ár at byggja eitt
standi, at tað er ófatiligt, at hann hevur verið nýttur. Men har ganga yvir 400 næmingar, og tað er ikki bara sum at siga tað at finna onnur egnaði høli til tey. Sostatt hevur arbeiðið uppá at fáa hann [...] og lærarar eru farnir at trívast betur. Og skúlastjórin viðgongur, at tað er gott, at skúlin ikki longur líkist einum byggiplássi. Og tað er ikki ilt at ímynda sær, tí tað munnu vera fá, sum hava gingið [...] standi, er, at skúlin lak so illa. Bygningurin er so høgur, og betongveggirnir megnaðu ikki at halda tætt, tá regnið oysti niður og harafturat fór eisini at leka um vindeyguni. ? Og øll vita jú, at fíggindi
týdningarmikið tað er at menna Setrið og lyfta tað upp á altjóða støði. Men so kom flatskatturin. Úrslitið er, at í staðin fyri at menna Fróðskaparsetur Føroya, verður teimum nú álagt at spara 6,5 mió næstu [...] frá landstýrismanninum í fíggjarmálum. Keldur vilja vera við, at hetta einans er byrjanin, og at ætlanin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum er, at pensiónsaldurin innan 5 ár skal hækkast til 70 ár. [...] útbúgving, verður stytt til at fevna um ásetta lestrartíð. Hetta kemur serliga at raka tey lesandi, ið undir lestri gerast upp á vegin, sjúk ella har aðrar umstøður noyða tey at taka ein stegð. Í stuttum