Nesbygd - hin gloymda bygdin í Eysturoy

- Tað er ógvuliga keðiligt og óhøgligt hjá okkum eldru og gomlu, at eingin bussur koyrur út á Nes og av Nesi um dagarnar. Hevur tú ørindi hjá læknanum í Runavík – ella tú skalt til Havnar at vitja familju, noyðist tú hvørja ferð at biðja vinir ella kenningar um “fart” heim á Toftagjógv og útaftur á Nes. Tað sigur 84 ára gamli Hans Jakku á Gadd, sum harmast um, at bussurin hjá Bygdaleiðum ikki longur koyrur hesa rutu

Samferðsla

 

Tað er týsdagur, og tað er fyrrapartur. Nógv rokan er á blaðredaktiónini í Miðlahúsinum. Telefonin hjá mær ringir. Ein eldri maður er í hinum endanum. Tað er 84 ára gamli nesmaðurin, Hans Jakku á Gadd. Hann og konan Anna, sum er 79 ár, hava verið í Havn í nakrar dagar og hildið hvítusunnu hjá dóttrini. Tey hava eisini vitjað systir Hans Jakka, Lenu, sum býr um somu leiðir í høvuðsstaðnum.

Nú ætla tey sær heimaftur á Nes.

- Ert tú í Havn og fert tú heimeftir í dag? Vit kundu hugsað okkum at koyrt við tær, um tú hevur bil og ikki hevur aðrar planir.

Vit avtala, at ferðin úr Havn byrjar klokkan 16, tá arbeiðsdagurin er liðugur.

 

Einki busssamband

Hans Jakku og Anna eru væl fyri. Hon hevur skift mjødn, og hann hevur skift knø. Kortini eru tey røsk á fótum eftir aldrinum. Ein skurðviðgerð, sum Anna fekk tíðliga í februar, tók nakað av kreftunum í eina tíð, men nú er hon aftur byrg og eftir umstøðunum væl fyri.

- Tað er so keðiligt og óhøgligt, at einki busssamband er út á Nes. Bussurin koyrir ikki longur enn út á Toftagjógv, og haðani noyðist tú at syrgja fyri fartinum sjálvur. Men tað er eingin fartur, hvørki almennur ella privatur. Mær vitandi er eingin hýruvognur í kommununi longur.

Hans Jakku situr og hugsar eina løtu, og so tekur hann til:

- Nes er hin gloymda bygdin, har hvørki slepst til ella frá við almennum flutningi. Tað tekur onga tíð at koyra út á Nes, og bussurin bíðar á Toftagjógv kortini.

 

Túrarnir eru burtur

Hann sigur, at í tveimum teimum seinastu ferðætlanunum hjá Bygdaleiðum hevur eingin túrur verið út á Nes, ei heldur av Nesi.

- Eg ringdi til Havnar, tá tey vóru í holt við at gera seinastu ferðaætlanina, men har segði ein maður, at vegurin omanfyri hjá okkum er so smalur. Eg segði, at vegurin niðanfyri er breiður, og at tað hevði verið óført, um bussurin koyrdi úteftir niðara veg, tí hagar oman – og niðan aftur – orka vit at ganga.

Men, leggur hann aftrat, at tá nýggja ferðaætlanin kom, var eingin túrur heldur hesaferð út á Nes, ei heldur av Nesi og heim á Toftagjógv.

- Hetta man vera annað árið, síðan Bygdaleiðir góvust at koyra. Tá koyrdi ein minni bussur heilt eystur í Líð, vendi har úti og koyrdi síðan heimeftir aftur. Her var einki steðgipláss nakrastaðni, ei heldur busskýli, men tá kundi tú ganga oman á vegin og sleppa upp í bussin.

Hans Jakku sigur, at í síni tíð koyrdi bussurin einar tríggjar ferðir fyrrapart og í minsta lagi einaferð seinnapartin.

 

Vit eru avskorin

- Sum nú er, er hetta ógvuliga keðiligt og óhøgligt hjá okkum eldru og gomlu, og vit kenna okkum avskorin frá umverðini. Hevur tú ørindi hjá læknanum í Runavík – ella tú skalt til Havnar at vitja familju, noyðist tú hvørja ferð at biðja vinir ella kenningar um “fart” heim á Toftagjógv - og útaftur á Nes, tá tú kemur heimaftur.

Eldri og illa gongd fólk hava ongan møguleika at ganga niðan Heygabrekkuna og longu leiðina út á Nes.

- Teinurin av Toftagjógv og niðan til okkara man vera stívliga ein kilometur, og teinurin eystur í Líð er í minsta lagi tvífalt so langur. So, her er einki annað at gera hjá okkum eldru og gomlu, sum hava ørindi innanfyri, enn at “plága” onkran, vit kenna, um at koyra okkum fram og aftur.

Hans Jakku sigur, at tað var nógv størri nytta í bussinum og almennu farleiðini, tá tey kundu koyra av Nesi og heimaftur.

- Ein av rutunum um morgunin passaði væl til læknan, sum hevur viðtalu hvønn morgun og til laboratoriið á læknamiðstøðini í Runavík, sum er opið fyrrapart týsdag. Nú hevur hesin møguleiki verið burtur í tveimum teimum seinastu ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum.

 

Góðir møguleikar

Nesmaðurin heldur, at nú nýggjur vegur er bygdur uppi á Gadd, hevði ligið sera væl fyri at skipa eina góða tænastu fyri fólk í bygdini.

- Tá Gaddavegurin er asfalteraður, kundi bussurin fyrst koyrt eystur í Líð og heimaftur, og síðan niðan eftir Agninum og heimeftir nýggja Gaddavegnum. Tá høvdu vit havt eina góða tænastu, tí tá hevði almenna farleiðin rokkið flestu hús í bygdini, sigur hann.

Hans Jakku undrar seg yvir, at bygdin Nes hevur so lágan prioritet hjá teimum, sum stinga almennu ferðsluna út í kortið.

- Her búgva hóast alt eini 200-300 fólk, og nógv nýggj hús eru og verða bygd, ikki minst fram við Gaddavegnum. Hetta svarar til eina hampiliga stóra bygd í Føroyum. Kortini steðgar almenna tænastan á Toftagjógv – og síðan noyðast vit at finna út av “restini” sjálvi, sigur hann.

Tann 84 ára gamli heldur ikki, at henda tænasta er nóg góð, nú vit skriva 2007, og alt samferðslukervið – bæði á landi og sjógvi – er so nógv útbygt.

- Hjá okkum er tænastan so bara versnað, og hetta harmast vit um hvønn dag, sigur Hans Jakku á Gadd.

 

Keypa á vegnum

Ferðin heim úr Havn saman við teimum báðum, Hans Jakka og Onnu, líður nú móti endanum.

Vit eru nú komin heim á Toftagjógv. Tað eru nakrir dagar, síðan tey gomlu fóru frá húsum, og okkurt vantar heima við hús, eitt nú breyð og mjólk og kanska okkurt annað í kuldaskápið.

Anna er røsk at baka. Hon eigur altíð okkurt aftur við einum drekkamunni, og tí nýtist tí gamla slett ikki at hugsa um tað.

Hans Jakku ger seg til reiðar at fara úr bilinum. Hann loysir trygdarbeltið, og Anna heldur fyri, at nú er so langt síðan, at hon var inni í handlinum hjá Pidda.

- Eg haldi, eg komi við innar, sigur hon.

Eg biði tey bara geva sær góðar stundir, tí eg kann roykja mær eina sigarett í túninum, meðan tey keypa.

Tey eru inni eina góða løtu og koma síðan útaftur við tveimum fullum beriposum. Tey vita jú ikki, nær tey sleppa inneftir aftur, tí tey hava einki busssamband, eingin hýruvognur er í bygdini, og einasta dóttirin býr í Havn.

 

Kaffi og køkur

Í hugnaliga heiminum á Nesi ger Anna skjótt ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið.

Prátað verður um nýtt og gamalt, og sum sjómaður í mong ár, veit Hans Jakku um nógvar søgur at siga.

Hann er uppvaksin í smáu húsunum á Gadd, har tey vóru 14 fólk í húsi, tá tey vóru flest.

Anna er uppvaksin á Skarvanesi.

Húsini á Gadd eru bygd á klett. Tey eru eini 160 ára gomul, eru sett í stand og eru í dag í varðveitslu hjá fornminnisfelagnum í Nes kommunu. Tað er Hans Jakku fegin um, tí varð hond ikki tikin um tey tá, vóru tey niðurdottin, heldur hann fyri.

- Vit høvdu langan veg í skúla, og vit gingu ígjøgnum bøin. Skúlin var beint omanfyri Toftagjógv. Ofta vart tú dýggjvátur, tá tú komst í skúla. Tá vóru eingi regnklæði, og vanliga vóru vit í stuttum brókum.

Á veg útaftur úr heiminum hjá Hans Jakku og Onnu eftir góðan kaffimunn og køkur, tekur hin 84 ára gamli afturíaftur:

- Kanst tú nú ikki skriva okkurt um gloymdu bygdina á Nesi? Vit eru nógv, sum harmast um støðuna, ið serliga kemur dátt við hjá eldri fólki. Stórur saknur er í hesi rutu. Meðan flestu partar av landinum hava fingið eitt betri ferðasamband, bæði landvegis og sjóvegis, eru vit gloymd burtur her úti, so vit hvørki sleppa frá húsum, ei heldur til húsar aftur við almennu farleiðini, sigur Hans Jakku á Gadd.