Tað er nógv, sum kundi bent á, at Mentamálastýrið við vilja hevur fjalt brævið frá Óla Holm, landsstýrismanni til Mikladals Kommunu, har hann gevur boð um at lata skúlan á Trøllanesi upp aftur.
Hetta brævið er eitt avgerandi skjal í málinum um skúlan á Trøllanesi, tí tað prógvar, at landsstýrismaðurin fór út um sínar heimildir.
Miðlarnir avdúkaðu
Tveir miðlar, Útvarpið og Dimmalætting, bóðu við heimild í lógini Mentamálastýrið, um at fáa útflýggjað øll skjøl í málinum um trætuna um skúlan á Trøllanesi. Men tá tað til kom til stykkis, vantaði týdningarmiklasta skjalið bæði í skjaladunganum, sum Útvarpið fekk, og í skjaladunganum, sum Dimmalætting fekk útflýggjaðan frá Mentamálastýrinum.
Men miðlarnir vistu, at skjalið fanst og fingu tað til vega uttan um Mentamálastýrið. Og tískil fingu tey prógvað, at landsstýrismaðurin við menta- og skúlamálum, Óli Holm, greitt fór út um sínar heimildir, tá hann gav skrivlig boð um, at skúlin á Trøllanesi skal lata upp.
Skeivt journaliserað
Tað tykist sjálvsagt ógvuliga løgi, at júst hetta skjalið ikki fanst í málinum um skúlatrætuna á Trøllanesi, sum miðlarnir bóðu um innlit í.
Hetta hava Útvarpið og Dimmalætting eisini í felag gjørt vart við.
Mentamálastýrið svarar, at hetta er eitt óheppið mistak. Boðini eru, at brævið av misgávum er skeivt journaliserað.
Men, sum Sosialurin skilir, eru journalskipanirnar í almennu fyrisitingini soleiðis háttaðar, at hetta er lítið sannlíkt. Sosialurin hevur tosað við fleiri fólk í almennu fyrisitingini, sum hava skil fyri journalisering. Og hesi siga tað vera vanliga mannagongd at gera krossaðar ávísingar til hvørt einstakt skjal, so tað eisini vísir til onnur mál, sum tað ikki er journaliserað undir, men sum tað kortini hevur samband við.
Eisini er vanligt at journalisera skjøl undir fleiri málum, um nakar ivi er um, júst hvat mál, ið skjalið hoyrir til.
Harumframt ger journalskipanin av sær sjálvum leitiorð til hvørt einstakt skjal, tá journaliserað verður. Tí átti skjalið at verið komið fram, um leitað varð uppá Trøllanes til dømis. Og oman á tað heila skrásetir skipanin eisini sendaran av skjalinum og nær tað er sent. Tí ber eisini til at leita upp á Óla Holm.
Tað skuldi tí borið illa til hjá Mentamálastýrinum at journalisera skjalið so skeivt, at tað ikki fanst, tá leitað varð í málinum um skúlatrætuna á Trøllanesi.
Goymdi einki
Óli Holm, landsstýrismaður, er ógvuliga keddur um støðuna, sum er íkomin. Hann sigur, at hann aldri kundi funnið uppá at goymt eitt skjal fyri almenninginum, soleiðis sum tað kann tykjast.
Landsstýrismaðurin sigur seg av góðum grundum einki kenna til journalskipanina í Mentamálastýrinum, og tí góðtók hann eisini frágreiðingina um, at skjalið var skeivt journaliserað. Men eftir at hava frætt nærri um journalskipanina frá Sosialinum, fer Óli Holm at biðja um nærri frágreiðing frá embætisverkinum.
Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálastýrinum, bedýrar eisini, at skjalið ikki er goymt við vilja. Hann sigur, at Mentamálastýrið enn ikki er farið at nýta krossaðar ávísingar, og harafturat var tað onkur, sum var óvanur við at journalisera, sum hevði journaliserað júst hetta skrivið. Og Petur Petersen ásannar, at hetta er álvarsamt.
Sum Sosialurin skilir, hevur øll tann almenna fyrisitingin somu mannagongdir at halda seg til, tá tað snýr seg um at journalisera skjøl. Tí er tað undranarvert, at øll umsitingin, uttan Mentamálastýrið, nýtir krossaðar ávísingar.
Hóttir landsstýrismannin
Støðan, sum er íkomin í Mentamálastýrinum er sera álvarsom. Sosialurin hevur tosað við løgfrøðing, sum beinleiðis metir landsstýrismannin vera í vanda.
? Talan er um eitt sera álvarsamt mál, um umsitingin hevur fjalt eitt skjal við vilja. Lógin um alment innlit verður tikin í størsta álvara, og tað kann fáa politiskar avleiðingar, um tað kann prógvast, at nakar hevur givið boð um, at skjalið ikki skuldi útflyggjast, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur.
? Fjølmiðlar og almenningurin hava krav uppá at fáa øll viðkomandi skjøl, tá biðið verður um alment innlit, og skjøl, sum kunnu verða avdúkandi, skulu eisini útflyggjast, sigur hann.
Hóast nógv bendir á, at mannagongdin í Mentamálastýrinum viðvíkjandi trætuni á Trøllanesi hevur verið undranarverd, vita vit ikki, um tyngjandi skjalið í málinum er goymt við vilja.
Men vit kunnu staðfesta, at embætissjusk hóttir landsstýrismannin. Og tí er helst bert eftir at finna út av, hvør eigur ábyrgdina.