Avleiðingarnar av at Høgni Hoydal einvegis setir uppskotið um ársverk í gildi og proklamerar, at nú fáa vit heimsins besta skúla, er ábyrgdarleysur politikkur, tí at uppskotið fær lærararnar at krevja endurgjald fyri økingina av arbeiðstímunum á skúlanum, millum 26 og 33 túsund krónur. Alternativið má vera, at Høgni Hoydal áleggur lærarunum at gjalda fyri heimsins besta skúla.
Tá ið Norðurlondini fóru at umskipa arbeiðstíðina hjá lærarunum, var tað í tøttum samstarvi við lærarafeløgini, og eitt nú í Svøríki og Íslandi hækkaði lønin munandi, afturfyri at fara yvir til nýggja skipan. Somuleiðis vóru uratkvøðurnar hjá feløgunum galdandi fyri báðar partar.
Føroyar bjóða sínum lærarum at arbeiða 200 tímar á skúlanum fleiri enn í dag og tað fyri somu løn, tá ið farið verður yvir til hesa nýggju skipan og góðtaka ikki eina uratkvøðu hjá lærarunum sum skulu arbeiða eftir hesi skipan.
Við einvegis at seta hetta uppskot til ársverk í gildi, sum lærarar ikki góðtaka, er Høgni Hoydal í ferð við at niðurbróta stóran part av tí, sum Føroya Lærarafelag, við samráðingum, hevur uppbygt, síðan tað fekk samráðingarrættin í 1972.
Høgni Hoydal sigur við fjølmiðlarnar, at Føroya Lærarafelag hevur verið við til at gjørt uppskotið um ársverk.
Tá ið Føroya Lærarafelag er við til at gera broytingar í tíð og løn, so eitur tað samráðingar. Her er ikki talan um samráðingar, men at felagið hevur havt tveir limir í einari arbeiðsnevnd upp á fimm, har Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið alla tíðina hava sett skránna og hava við sínum vetolíknandi fundarluttøku avvíst krøv frá felagnum. Hetta fær Høgni Hoydal til, at Føroya Lærarafelag hevur gingið við til hetta uppskotið.
Føroya Lærarafelag hevur góðtikið, at landsstýrismaðurin kann seta eina nýggja skipan í verk. Tað kann hann sambært leiðslurættinum, óansæð um Føroya Lærarafelag skrivar undir hetta ella ikki.
Men tá ið tað snýr seg um vavið á arbeiðstíðini, skal tað ganga fyri seg við samráðingum, tí tíð og løn kunnu jú ikki haldast atskild.
Leiðslan í Føroya Lærarafelag, nevndin, hevur ikki verið við til at evna uppskotið og hevur heldur ikki góðtikið tað. Limirnir eru kunnaðir og hava, við uratkvøðu, vrakað tað.
Hóast hetta trumfar Høgni Hoydal uppskotið ígjøgnum og slær allar atfinningar upp í glens og tosar um, at lærarar hava fingið kaldar føtur.
Her er als ikki talan um at vera ímóti einari, av landsstýrinum pátvingaðari, skipan, men eitt álvarsamt mótmæli um at landsstýrismaðurin, sum undanførsla fyri eini nýggjari skipan, einvegis áleggur lærarum 200 tímar afturat á skúlanum.
At tosa um at fáa heimsins besta skúla, við at økja arbeiðstíðina á skúlanum 16 - 18 %, uttan at hækka lønina tilsvarandi, minnir mest av øllum um lond sum ikki hava fólkaræði og so als ikki um Norðurlond, sum eru kend fyri, at samráðingar skulu enda við konsensus.
Føroya Lærarafelag hevur víst góðan vilja í fleiri stórmálum, men hevur ikki uttan bit og slit fingið nakrar sømdir.
Føroya Lærarafelag fór eina mánaðarløn niður í 1993 og er lønin enn ikki komin fyri seg eftir lønarsteðgslógina, tekur tú virðisminkingina við.
Føroya Lærarafelag gekk við til, av tí at tað var eitt ultimatum, at arbeiðstíðin varð skipað sum ársverk samstundis sum felagið fekk ávirkan á hetta, men her hava Fíggjar- og Mentamálaráðið gjørt einvegis ásetingar, tá ið tímar og minuttir skuldu ásetast.
Føroya Lærarafelag gekk eisini við til høvuðsavtalu; hetta var somuleiðis eitt ultimatum fyri at fáa sáttmálasetan fyri lærarar. Har stendur m.a.:
§2.: Partarnir eru á einum máli um at fremja gott samstarv.
§5.: Partarnir eru samdir um, at lønar- og onnur setanarviðurskifti eiga at verða ásett í felags sáttmálum partanna millum.
Í øllum hesum stórmálum hevur landsstýrið svikið Føroya Lærarafelag. Hvussu skulu vit hava álit á at vit fáa gjørt nakrar sum helst broytingar í ársverkinum undir royndartíðini?
Heldur átti landsstýrið, í góðum samstarvi við lærararnar, at tryggja sær, at Føroyar fáa heimsins besta skúla; men tað gerst ikki við at kroysta eina illa umhugsaða, ikki lidna og ikki, av brúkaranum, góðtikna skipan oman yvir lærararnar. Nú er stórur vandi fyri, at lærarar verða misnøgdir frameftir, og teir sum hava møguleika fyri tí, fara at rýma úr skúlanum.Úrslitið verður sostatt kanska tað mótsetta av tí ætlanin við ársverkinum upprunaliga var.