Poul Hansen
----
4. feb. 2010 var frágreiðing og tilmæli um koyritekniska breyt latið landsstýriskvinnuni í Innlendismálum.
Í fororðunum verður sagt ”at arbeiðisbólkurin fekk til uppgávu at kanna møgulei-karnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum”
Í arbeiðissetninginum verður sagt, at arbeiðisbólkurin skal kanna, hvar ein mø-gulig koyriteknisk breyt kann leggjast o.s.fr.
Her fer arbeiðisuppgávan beinanvegin ”av sporinum” tí sjálvandi skuldi arbeiðis-setningurin í fyrsta lagi verið, um vit hava brúk fyri einari koyritekniskari breyt í Føroyum og í hvønn mun hon kann minka um ferðsluskaðarnar.
Við arbeiðissetninginum í álitinum verður sostatt lagt til grund, at vit skulu hava eina koyritekniska breyt í Føroyum, og álitið snýr seg tí einans um at kanna, hvar og hvussu stór hon skal vera, kostnaðarætlan, fígging, rakstur v.m.
Longu av hesari orsøk kann tilmæli ikki nýtast sum grundgeving fyri at gera eina breyt.
Hava koyritekniskar breytir aðrastaðni minkað um skaðar í ferðsluni?
Í álitinum s. 7 stendur ”at ongar ítøkiligar kanningar visa, at frálæra á koyri-tekniskari breyt minkar um talið á ferðsluvanlukkum og á deyðum í ferðslu-ni”
Hóast hetta sigur bólkurin, at ”yvirhøvur eru royndirnar av koyritekniskum breytum í grannalondunum jaligar”.
Hetta verður sagt, hóast tvær norskar frágreiðingar vísa neilig úrslit av koyritek-niskum venjingum hjá royndum førarum!!!
”Hálkuskeiðið førdi til, at hesir ungu menn høvdu minni virðing fyri hálkuni og størri trúgv á egnan førleika, við tí úrsliti, at talið av vanluk-kum øktist”, álitið s. 17.
Ein svensk kanning kom til tað úrslit, at størsti dentur skal leggjast á, at arbeiða miðvíst við hugburðinum, s. 18f.
Kostnaðurin at gera eina koyritekniska breyt
Arbeiðisbólkurin metir kostnaðin av at gera breytina millum 29 og 35 mill. kr. ut-tan mvg. Hetta er grundað á eitt gamalt projekt frá 1992, s. 7.
Um breytin verður løgd í Saksunardali, er einki lagt upp fyri, at vegurin gjøgnum Hvalvík og Saksunardal til hálkubreytina skal broytast/breiðkast ella enntá leggjast oman fyri bygdina, so her kunnu beinanvegin leggjast 30 – 50 mill. kr. afturat kostnaðinum.
Bólkurin mælir til, at íløgan verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini.
Raksturin av breytini
Her mælir bólkurin til, at kostnaðurin av at nýta tilboðini hjá breytini verður ásettur soleiðis, at raksturin ber seg fíggjarliga og sostatt hvílur í sær sjálvum, s. 8.
Hetta ætlar bólkurin skal fíggjast við gjaldi frá:
1. teimum, ið taka koyrikortið fyrstu ferð
2. eftirútbúgving av bilførarum hjá landinum, kommununum, statinum og vinnufyritøkum
3. eldri bilførarum, har umhugsast skal, at slík skeið verða lógarkravd.
Kostnaðurin verður ásettur soleiðis, at koyritekniska økið fær møguleika at bera seg fíggjarliga, s. 29.
Við vanligum menniskjaorðum merkir hetta, at kostnaðurin av koyrikortinum hjá teimum ungu, sum er nóg dýrt frammanundan – dýrkar kr. 3-5000,00 fyri hvønn.
Harumframt skulu øll, sum frammanundan hava koyrikort – um neyðugt við lóg – áleggjast at taka og gjalda kr. 3–5.000,00 fyri hálkubreytarskeið.
Hetta skal gerast einans fyri at gjalda raksturin av koyriteknisku breytini.
Smb. álitinum s. 9 skulu gjøldini ásetast soleiðis, at breytin ber seg fíggjarliga.
Endamálið við breytini er sostatt bert at gera breytina fyri síðani at áleggja
bilførarunum eitt gjald fyri eina tænastu, sum einans verður ásett fyri at bera raksturin av einari óneyðugari almennari íløgu.
Hagtølini
yvir ferðsluóhapp – vanlukkur standa á s. 42 og eru frá 1991-2000!!! t.v.s. at hag-tølini eru 10 – 20 ára gomul.
Har eru eingi hagtøl um hvørji óhapp/vanlukkur eru hend í hálku ella um
rúsdrekka, ov nógv ferð, ella ov slitin dekk v.m. vóru ella kundu vera ein
orsøk til óhappið/vanlukkuna.
Tilmælið
Til landsstýriskvinnuna
Legg álitið í niðastu skuffu og gloym tað.
Fyrimunir: Landskassin sparir 29-35 mill. umframt vegin 30 – 50 mill. kr. (mín meting ).
Tey ungu sleppa undan eykaútreiðslum kr. 3-5.000,00 tá koyrikortið verður tikið.
Allir bilførarir verða spardir fyri lógarkravdum hálkuskeiðum, sum fara at kosta kr. 3-5.000,00 hvørja ferð.
Títtleikin av hesum skeiðum verður ásettur soleiðis, at raksturin hongur saman.
Saksunardalur verður ikki oyðilagdur á hesum sinni.
Vansir: Eingir










