Rotið páskaregg frá Tjóðveldinum

Annað kann man ikki siga um tað, sum Tjóðveldi borðreiðir við til føroysku familjurnar, nú tey hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka rentustuðulin yvir ávíst áramál. Uppskotið fevnir um bæði verandi og framtíðar sethúsalán

Eg kann undir ongum umstøðum taka undir við, at rentustuðulin verður tikin av fyri verandi sethúsalán. Tær familjur, sum hava sett búgv seinastu árini, meðan sethúsaprísurin hevur verið methøgur, hava ikki havt annað val, um tey ynsktu at seta búgv, enn at seta seg í risastóra sethúsaskuld. Familjur hava sett búgv við teirri fortreyt, at tey fingu rentustuðul av rentuútreiðslunum. Hesar fortreytur vil Tjóðveldi nú broyta.

Ein familja, ið hevur eitt sethúsalán á eina millión krónur, fær umleið 2.000 krónur í rentustuðli mánaðarliga, og við teim sethúsaprísum, sum hava verið seinastu árini, eru tað ikki so fáar familjur, sum hava eina millión ella báðar tvær í sethúsaskuld.

 

Fíggjarkreppan hevur við sær, at nógvar familjur hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Verður rentustuðulin tikin av fyri verandi sethúsalán, so verður hetta steinur oman á byrðu fyri føroysku familjuna. Helst tann steinurin, ið fær korthúsið at rapa fyri mangar familjur.

 

Er hetta páskareggið, ið Tjóðveldi hevur at borðreiða við, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er eitt stak rotið páskaregg. Eitt rotið páskaregg, sum Javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum vil senda út til allar føroyskar familjur í páskagávu.

 

Broytingar eru neyðugar

Tá hetta er sagt, so eri eg samdur við teimum, sum siga, at okkurt má gerast við rentustuðulin. Samlaðu útreiðslurnar hjá kommunu- og landskassa av rentustuðlinum vóru 160 miliónir krónur í 2008. Samstundis kann staðfestast, at endamálið við rentustuðlinum ikki er rokkið.

 

Tá skipanin við rentustuðli var sett í verk, var endamálið at gera tað lættari hjá familjum at seta búgv.

Tað, sum hendi, var, at fíggingarstovnarnir innroknaðu rentustuðulin í lánsmøguleikan hjá tí einstøku familjuni. Hetta hevur havt við sær, at sethúsaprísurin hevur verið tillagaður á einum ov høgum støði. Familjan fær tí ikki tað burtur úr rentustuðlinum, sum upprunaliga tilætlað. Rentustuðulin hevur einans havt tað við sær, at sethúsaprísurin er øktur við eini upphædd, sum svarar nøkunlunda til rentustuðulin. Rentustuðulin er tí fyrst og fremst endaður sum ein stuðul til peningastovnarnar.

 

Framtíðarlán

Ein møguleiki hevði verið at niðurlaga rentustuðulin fyri framtíðarlán yvir eitt áramál soleiðis, at ongi nýggj lán komu inn í skipanina eftir t.d. 2015. Tað er ongin ivi um, at prísásetingin á sethúsamarknaðinum hevði lagað seg til hesa niðurlaging soleiðis, at familjan hevði fingið bústaðin tað bíligari.

 

Rentustuðulin farin av sporinum

Haldi eisini, at tað í ávísan mun er neyðugt at herða krøvini bæði til verandi og framtíðarlán. Rentustuðulin verður ikki umsitin soleiðis, sum upprunaliga ætlað við lógini. Tað framgongur av lógini, at rentustuðul kann veitast av rentuútreiðslum upp til 120.000 krónur árliga (hetta svarar við verandi rentustøði til eitt lán á umleið tvær milliónir krónur). Somuleiðis framgongur av lógini, at rentustuðul einans kann veitast fyri sethúsalán til bústað.

 

Hóast hetta, so verður lógin umsitin soleiðis í dag, at hvør einstakur persónur, sum stendur fyri láninum, kann fáa rentustuðul av rentuútreiðslum á 120.000 krónur árliga. Tað vil siga, at hevur ein familja eitt bústaðarlán á fýra milliónir, og maður og kona bæði standa fyri láninum, so fáa tey rentustuðul av øllum rentuútreiðslunum (240.000 krónur). Somuleiðis kunnu familjur, sum hava tveir bústaðir fáa rentustuðul til báðar bústaðirnar.

 

Samstundis hava bankarnir innført eina skipan við skáalánum. Hetta hevur við sær, at møguligt er at fáa skáar á sethúsaláninum, meðan lántakarin t.d. rindar lán til íløgur ella forbrúkslán til m.a. billán, flatskermar, uttanlandsferðir o.s.v.

 

Tað, at vælhavandi familjur vilja búgva í marglæti og seta búgv fyri fýra milliónir krónur, mugu tey sjálvi um, men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at skattaborgarin skal vera við til at fíggja hetta marglætið.

 

Tað, at vælhavandi familjur hava tveir bústaðir, mugu tey eisini sjálvi um, men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at skattaborgarin skal fíggja hetta marglætið.

 

Tað er sjálvandi eisini í lagi, at vælhavandi familjur fáa sær skáar, meðan tey rinda lán til íløgur ella ymisk forbrúkslán, men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at skattaborgarin skal rinda fyri hesar marglætar.

 

Áheitan til Tjóðveldi

Latið okkum endurskoða rentustuðulin, men vælsignaði latið vera við at taka fíggjarliga grundarlagið undan føroysku familjunum.