Nú sást ein endi á arbeiðinum

Seinastu tíggju árini hevur skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík rætt og slætt sæð út sum eitt byggipláss. Eitt umfatandi umvælisarbeiði av skúlanum bæði innan og uttan hevur tikið sína tíð, men nú hómar skúlastjórin, Asbjørn Lómaklett, ein enda fyri framman

Klaksvík:
Skúlin á Ziskatrøð er broyttur nógv seinastu mongu árini, hóast so gott sum onki er bygt afturat. Skúlin var í so vánaligum standi, at tað er ófatiligt, at hann hevur verið nýttur. Men har ganga yvir 400 næmingar, og tað er ikki bara sum at siga tað at finna onnur egnaði høli til tey. Sostatt hevur arbeiðið uppá at fáa hann nýtiligan sum skúla aftur, so at siga bert hevur kunnað verðið gjørt í summarfrítíðini. Og tí hevur tað eisini tikið sína tíð. Tað sást ein endi á tí nú, men tað er ikki liðugt enn.
Nú er umleið helmingurin av skúlanum klæddur og inni hava allar stovurnar fingið nýggjar møblar. Tað mangla tó 14 stovur enn at verða gjørdar av nýggjum. Hinar eru allar fullkomuliga nýggjar. Og gongirnar somuleiðis.
Skúlin er í trimum hæddum, og tvær tær ovastu eru gjørdar. Arbeiðið upp á stovurnar á niðastu hædd byrjar komandi ár, og so skuldi skúlin verið so gott sum nýggjur innan allur, sum hann er. Og so er uttandura arbeiðið eftir eisini. Onki klædningsarbeiði er gjørt í ár, tí tað vóru ikki pengar ella stundir til tað. Og tí varð gjørt av at mála skúlan fyri at fríðka um hann. Tí hann var ikki vakur frammanundan ? og serliga ikki eftir at partar av honum vórðu klæddir, meðan aðrir partar stóðu eftir við tí gomlu og slitnu málingini. Tað sá ikki gott út, men tann nýggja málingin hevur bøtt munandi um støðuna.
Tað seinasta sum er gjørt nú í summar, er alisfrøðisstovan og fýrrúmið í kjallaranum.
Frammanundan var ein alisfrøðisstova og ein lívfrøðisstova á ovastu hædd í skúlanum. Tær báðar stovurnar eru við síðuna av hvørji aðrari, men mugu sigast at hava verið sera lítlar serstovur. Í dag eru tær báðar lagdar saman til eina stóra alisfrøðisstovu, har allir nýmótans hentleikar innan lærugreinina verða at arbeiða við.Og hetta fegnast skúlastjórin sum vera man um.
? Nú fara vit at hava eina rættuliga alisfrøðisstovu, har næmingarnir kunnu gera allar uppgávurnar, sum teimum verða álagdar í bókunum, sigur hann.
Tað verður ikki heilt enn, at stovan verður tikin í nýtslu, tí enn stendur hølið tómt. Skúlastjórin væntar, at stovan verður liðug seinast í september, so tá verður klárt hjá næmingunum at taka hana í nýtslu.
Hitt stórarbeiði, sum varð gjørt við skúlan í ár, er fýrrúmið. Allur hitin er lagdur um av nýggjum, nýggj oljufýr og grivið er eisini út í fýrrúminum, so at tað er heilt nakað annað enn tað lítla tronga rúmið, sum tað var frammanundan.

Trivnaðurin batnar
Hetta at skúlin nú er í so góðum standi, ger sjálvandi sítt til, at bæði næmingar og lærarar eru farnir at trívast betur. Og skúlastjórin viðgongur, at tað er gott, at skúlin ikki longur líkist einum byggiplássi. Og tað er ikki ilt at ímynda sær, tí tað munnu vera fá, sum hava gingið fram við skúlanum og ikki hugsað sítt.
Men tað er so ein farin tíð, og í ár er tað fyrstu ferð í tíggju ár, at ein fyrsti flokkur ikki er byrjaður á einum byggiplássi.
Asbjørn sigur, at hóast tað er nakað langt eftir á mál, so er skúlin í dag sum ein annar.
Høvuðsorsøkin til, at skúlin bleiv í so ringum standi, er, at skúlin lak so illa. Bygningurin er so høgur, og betongveggirnir megnaðu ikki at halda tætt, tá regnið oysti niður og harafturat fór eisini at leka um vindeyguni.
? Og øll vita jú, at fíggindi nummar eitt hjá húsum er jú vatn. Alt upploystist innan, og standurin blevi hareftir, sigur skúlastjórin.
Tí varð byrjað við at klæða bygningin oman og niðan, tí hann er altíð undir harðast trýsti, tá vindur og regn er. Tað ráddi um at fáa bygningin tættan, áðrenn nakað bleiv gjørt innan.
Men onki av hesum varð gjørt í ár. Í ár var tað fýrrúmið og alisfrøðisstovan ? og so vóru stundir til at mála restina av skúlanum uttan.
Tá skúlin á Ziskatrøð er liðugt umvældur, verður samlaði kostnaðurin einar 25 til 30 milliónir krónur. Men tað er munandi minni enn tað hevði kostað at bygt ein nýggjan skúla.