Hallur av Rana, Formaður í Ung fyri Miðflokkin
----
Nú er sjón fyri søgn, nú rokningin fyri flatskattin liggur í tinginum, at tað eru tey lesandi, tey gomlu og tey sjúku, ið fíggja fullu lummarnar hjá teimum ríku.
Játtanarkarmarnir eru einki minni enn ein vanvirðing av teimum eldru, ið hava lagt lunnar undir land okkara og ein niðurgerð av teim lesandi, ið útbúgva seg at føra landið víðari. Tíverri má ásannast, at við verandi gongd verður heldur talan um eina endurreisn av einum fyrrverandi vælferðarsamfelagi, enn eina víðariføring. Núverandi politiska stýrið førir okkum beint út av eggini.
Lyftini vóru mong áðrenn valið, og einki tyktist vera ómøguligt. Men so kom flatskatturin og tann kaldi veruleikin. Lyftini bóru fleiri valevnir inn á ting, men innkomin skiftu tey ham. Nú skuldi gildið gjaldast.
Upp til valið vóru allir flokkar á einum máli um, hvussu týdningarmikið tað er at menna Setrið og lyfta tað upp á altjóða støði. Men so kom flatskatturin.
Úrslitið er, at í staðin fyri at menna Fróðskaparsetur Føroya, verður teimum nú álagt at spara 6,5 mió næstu fimm árini. Ein kúvending frá øllum tí, ið varð lovað.
Umstøður teirra lesandi, ið nema sær útbúgving í Føroyum, hava mangan verið frammi í miðlunum. Serliga hevur ávísur tinglimur fyri Fólkaflokkin mangan samanlíknað umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum við tær í Danmark. Tí skuldi ein trúð, at viðkomandi tingmaður fór at arbeiða sum úlvur á skóg fyri umstøðum teirra, ið lesa her í Føroyum. Men so kom flatskatturin.
Tíðin, ið ein lesandi fær stuðul undir útbúgving, verður stytt til at fevna um ásetta lestrartíð. Hetta kemur serliga at raka tey lesandi, ið undir lestri gerast upp á vegin, sjúk ella har aðrar umstøður noyða tey at taka ein stegð. Í stuttum gerst skipanin óbrúkilig fyri hesi.
Eisini lesandi undir ÚSUN koma at kenna sviðan, tí ætlanin er at stuðulin til lesandi uttan fyri norðurlond verður umlagdur til eitt lán, um tey lesandi ikki koma heim aftur. Hetta kemur væntandi at minka tal teirra, ið fara aðrar staðir at lesa, og harvið missur føroyska samfelagið tað fjølbroytni, ið tey geva samfelagnum við heimkomu.
Somuleiðis vóru umstøðurnar hjá miðnámslesandi eitt nógv umtalað evni, serliga tá dyrgjast skuldi eftir atkvøðum á miðnámsskúlum. Men so kom flatskatturin.
Úrslitið er nú, at tey 18-19 ára gomlu miðnámsskúlalesandi, ið ikki búgva heima, fáa stein oman á byrðu. Lestraríbúðir eru so gott sum ikki til staðar í Føroyum í dag, og kostnaðurin fyri at leiga er høgur. Við núverandi stuðulsupphædd er tað nóg ringt at fáa endarnar at røkka saman. Ætlaða sparingin fer at gera ilt verri.
Umstøður teirra veikastu verður mangan tosað um upp til val, og ikki varð øðrvísi hesa ferð. Sjálvandi skulu vit taka okkum av teimum eldru og sjúku í samfelagnum, róptu tey í kór. Men so kom flatskatturin.
Fólk muga gera seg klár til eina hugburðsbroyting. Gerst man sjúkur, má man gera seg til reiðar at rinda brúkaragjald. Hetta kemur sjálvsagt at raka tey veikastu í samfelagnum, ið onga skattalætta fingu, meinast.
Eisini tey eldru, ið hava bygt hetta land, muga nú síggja tær vælferðartænastur, ið teirra ættarlið hevur lagt lunnar undir, spakuliga verða ryktar undan teimum. Upp undir valið vóru øll góð við tey, men so kom flatskatturin.
Pensjónsaldurin skal hækkast alt fyri eitt við einum ári, tað var greiði boðskapurin frá landstýrismanninum í fíggjarmálum. Keldur vilja vera við, at hetta einans er byrjanin, og at ætlanin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum er, at pensiónsaldurin innan 5 ár skal hækkast til 70 ár. Ein beistagerð móti einum ættarliði, ið hevur upplivað strævnar tíðir, og sum nú, tá tey loksins hava nátt tann gylta aldurin av 67 árum, sjálvi burdu sloppið at avgjørt, hvat tey ynskja at brúka sína tíð og orku uppá.
Hetta er bara ein partur av mongu ætlanunum hjá samgonguni fyri at minka um undirskotið á fíggjarlógini. Tað eru fleiri dømir, ið vísast kann á, men tað burdi verið øllum greitt, at tær sparingar, ið nú verða framdar, í veruleikanum eru rokningin fyri flatskattin.
Mín áheitan á samgonguna er at vakna og síggja ta vandakós, vit eru á. Og at tey sjálvi gjalda rokningina av flatskattinum, við alt fyri eitt at leggja frá sær og lata onnur sleppa framat.