veruleiki fyri framman hjá okkum øllum, sum kendu teg. 58 ár er eingin aldur, siga vit, og flest okkara vóna, at vit verða í minsta lagi níti ár – tjúgu omanfyri sjeyti, sum jú eru dustsins ár, gongst [...] tikin. Soleiðis vart tú, góði Jákup. Altíð til reiðar at gera tað so gott fyri okkum, sum til bar. Okkara trivnaður var títt aðalmál. Hurðin inn til tína skrivstovu var altíð opin, og tú fylgdi væl við í [...] óteljandi bøkur, tú hevur lisið. Ikki bara lisið, tú hevur jú eisini skrivað eina: Tit bygdu hetta land. Bókin kom út í 1998 og er um føroyska arbeiðsmarknaðin. “Ein gamal næmingur hjá mer” og “Nógvor
Drikku, ættað úr Hvalba. Og pápin Jóan Hendrik Poulsen, nevndir ”Enni”, úr Skopun. Í Reykjavík komu okkara vegir aftur at renna saman, tí ofta komu vit inn í Reykjavík við ”Nolsoyar Páll” eftir agni av H [...] starvi, at nærum hvør føroyingur kennir hann. Tær sendingar, sum hann hevur gjørt, hava ríkað hetta land. Samrøður, hann hevur gjørt við serliga eldri fólk, eru ein fongur fyri fólkið. Nú má eg skriva, at
verður einki hugnaligt sunnudag seinnaparts - passiar meira okkara millum. Tað seinasta var 6. juni. Lítið grunaði eg, at hetta skuldi verða okkara seinasta. Hendan góðveðurssunnudagin var hann rættiliga birgur [...] skuggar. Vit komu at kennast í fimtiárunum tá ið vit, ungir og fátækir, men fúsir í huga og verki lærdu okkara handaverk í København og búðu á lærlingaheimi, John á Rantmansgades lærlingehjem, og eg á Nørresøgades [...] Men teir góðu handverkararnir vit arbeiddu saman við tá og sum ikki eru meir, teir eru enn í minni okkara. Árini 1968 til 1973 arbeiddu vit á Vestmanna Skipasmiðju. Tey árini smíðaðu vit tríggjar nýmótans
aftur til Føroya, og tá tók hann yvir garðin. Á sumri í 1998 valdi Óli Kristian at lata festið til okkara. Tá helt hann, at árini vóru vorðin so mong, at yngri kreftir áttu at taka yvir. Hóast hetta var [...] var bara at spyrja Óla Kristian. Hinvegin var tað ikki so sjálvdan, at Óli Kristian kom niðan til okkara, tá ið hann hevði sæð at onkur trupulleiki var við ávísum kríatúri. Sjálvt um vit vistu, at árini [...] í hvussu onnur livdu, hetta kom serliga til sjóndar í samband við hansara nógvu túrum kring Føroya land og eisini uttanlands. Hann hevði áhuga fyri at lurta eftir, tá ið onnur greiddu frá, og hetta fekk
so hugnaligt og gott at práta við hann. Virgar var gubbi til okkara son Hanus, og eg var gubbi Svannu. Hann gloymdi aldrin at senda okkara børnum eina gávu á jólum, sjálvt um hann var langt av landi skotin [...] Tvørabakka ella har um leiðir. Gingu nógv í mølini ella uppi í haganum og kannaðu býin, so hvørt sum okkara radius gjørdist størri. Onkuntíð varð farið á súkklu heilt til Hvalbiar ella til gongu framvið mølini [...] starshipping fraktbáti, og Virgar gjørdist av allar bestu sjómonnum, sum elskaði sjólívið. Eg fór í land, ímeðan Virgar fekk siglingstíð og fór á stýrimanskúla, og nú var hann brádliga millum teir dugnaligastu
gjørdi at vit børn og mamma okkara kundu kenna okkum trygg. Nú eru 8 mánaðir farnir síðan pápi fór frá okkum. Vit systkin og mamma vóru hjá honum tá hann 15. juni andaðist á Landssjúkrahúsinum. Klaverið [...] Kanska var tað samanrenningin av tveimum ymsum mentanum í krígsárunum sum fluttu mørkini? Abbi okkara var deknur og kirkjugongdin var tí ein natúrligur partur í uppvøkstrinum hjá pápa og systrini Annu [...] Eins og tað eisini bleiv hjá okkum systkjum, tá pápi avloysti abba við fjølina. Pápi dugdi, eftir okkara tykki, væl at sameina trúarlív og dagligt lív. Har tónleikur, sangur og dansur var eins natúrligt
av handilstingum. Sandurin, sum var okkara stóra spælipláss, bleiv mestur allur drigin niðan um húsini hjá ommu, so har lá mangt og hvat, sum tá altíð skolaði uppá land av gomlum skrambli. Ómakaðir skógvar [...] uttanfyri, dúgvurnar ovast í kjallinum og heimalombini uttanfyri, tað var alt ein natúrligur partur av okkara barnadøgum Jú – fyri meg, og eg rokni við at eg kann siga tað frá øllum ommubørnunum, var omma, sum
og sigast kann, at tað er stórur saknur í tær og eitt stórt tómt hol í heimi okkara. Tú hevur fylt so ómetaliga nógv í okkara gerandisdegi og tað vísti tann stóri skarðin, sum fylgdi tær til tín síðsta [...] Tað vóru eini sera tung boð frá læknanum, tá okkara kæra kona og mamma fekk at vita, at hon var vorðin illa sjúk av krabbamein. Tú hevði følt teg illa tilpassar í langa tíð og visti, at okkurt álvarsligt [...] stulaði tú báðum tínum børnum í ítrótti. Elin spældi flogbólt og Martin fótbólt. Tú fylgdi runt Føroya land við Martini og stulaði honum dúgliga. Allar mammurnar stóðu væl saman og róptu á teir, og tit høvdu
ungdómsárunum. Tey settu búgv á Heygum og komu sostatt í slaka hálva øld – saman við øðrum - at vera okkara trúføstu og kæru grannar. Ikki kunnu vit siga, at vit runnu hvønn annan niður, hóast vit búðu lið [...] hvussu livandi hann dugdi at siga frá baldrutu ferðini, har teir við stríð og strev akkurát vunnu upp land og komu til stað, ið kallaðist “Góðuhavnir.” Tað var sum um hann sjálvur hevði veri við á ferðini [...] Andin er farin til Gud, sum gav hann.”(Prædikarin: 12,7) Við hesum orðum vilja vit æra og minnast okkara kæra vin og granna Eivind Niclasen. --- Grannarnir fyri norðan
nýggjársaftan er tað eitt ár síðani tú brádliga bleivst tikin frá okkum. Eitt ár har sera nógvir av okkara tonkum eru farnir til tín og saknin eftir tær. Eina viku áðrenn tú doyði. høvdu vit øll verið samlaði [...] í Rituvík – og vart næstyngstur av tíggju systkjum. Nú eru øll tit systkini farin – tit vóru øll okkara varðar, so sera hugnalig og stuttlig at verða saman við, altíð við tí góða orðinum og sera positiv [...] hevði verið í flestu heimsins londum, ja sjálvt norðpólin hevði tú sæð. Men aftaná at tú leyðist uppá land var tað fyrst og fremst í Rituvík tú vildi verða – og tað var eisini har tú doyði, akkurát sum tú