Minningarorð yvir vinmannin John Smith

-

So náddu tey fram, tey døpru boð sum ond yvir myrknandi aldu, tey søgdu, mót vestri vart tú á flog og ikki meir hjá okkum dvaldi.

Bjart var títt skygni og skarpt títt vit, sterkur tú tóktist í sessi snøggliga komu so boðini: flyt, klokkurnar ringja til messu.

Hesin sangurin eftir stórskaldið J.H.O. Djurhuus rann mær í huga, og helt eg hann passaði, so væl til John Smith, tá eg fekk tey tungu boð, at nú var hann farin.

Maður kemur í mansins stað, so mannaættin seg uggar - ofta tó kom tað fyri ein dag, at eftirmenn royndust skuggar.

Vit komu at kennast í fimtiárunum tá ið vit, ungir og fátækir, men fúsir í huga og verki lærdu okkara handaverk í København og búðu á lærlingaheimi, John á Rantmansgades lærlingehjem, og eg á Nørresøgades lærlinge og plejehjem. Síðan tá hava vit altíð hitst og tosað saman. Eisini hava vit starvast saman rættiliga nógv hesi mongu árini. Tað er bara so ófatiligt, at vit ikki kunnu hittast meir.

John Smith er farin, hondverkarin, sjómaðurin, maskinmeistarin, undangongumaðurin á fleiri økjum. Skipskonstruktørurin, tekniski snillingurin, sum P.M. Dam sáli nevndi hann. Skribenturin og humanisturin John Smith er ikki meir. Hansara góðu hendur, so leikandi lætt tær virkaðu, annaðhvørt, tað var við dreygubonkin ella við tekniborðið, tær eru steðgaðar. Nú verður einki hugnaligt sunnudag seinnaparts - passiar meira okkara millum. Tað seinasta var 6. juni. Lítið grunaði eg, at hetta skuldi verða okkara seinasta. Hendan góðveðurssunnudagin var hann rættiliga birgur. Tá ið eg fór avstað fygdi hann mær út. Vit steðgaðu á, í vakra urtagarðinum, frammanfyri hugnaligu húsini í Garðstúni, og hugdu at teim frísku, grønu lerkatrøunum, sum hann og konan plantaðu fyri árum síðani, og sóu tey út til at trívast sera væl. »Lærk på eg«, søgdu vit sum við ein munn, hetta var eitt útrykk innan træskipasmíð. Hetta mintust vit frá gamlari tíð. Og var hetta seinastu ferð eg sá John Smith við bros á kinn. Síðani vísti hann mær, plássið norðanfyri húsini, hvar hann hevði planir um at gera sær eina garagu. Men, soleiðis kom ikki at ganga. Sjúkan hann stríddist við í fleiri ár, vann at enda. Aftaná eina alt annað enn væleydnaða skurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum í sjeytiárunum, bleiv hann ongantíð rættiliga frískur aftur. Hann leið nógv og hevði tað ringt til tíðir. Óteljandi ferðir var hann innlagdur, hvar læknarnir royndu at hjálpa upp á hann, men hann tærdist meira og meira, til hann nú at enda slóknaði.

John Smith var ein stór og sterk persónligheit, tað skerst ikki burtur. Hann var vitugur, væl belisin og ógvuliga beinrakin við sínum, stundum hvassa penni. Hann siteraði ofta, men altíð legði hann dent á, at sitatið var rætt og orðarætt. Andans og handans virki metti, hann høgt, men fjant og fjas og innantómt virakk helt hann lítið um. Eg minnist ein maður helt við hann einaferð, at hann átti at fingið eitt ella annað útmerkilsi fyri síni hugskot og nýhugsan, tá siteraði hann P.A. Heibergs, ordener hænger man på idioter...

Søgan aftanfyri er henda. P.A. Heiberg var danskur rithøvundur. Hann mátti bøta 150 ríkisdálar fyri at hava prentað eina vísu í blaðnum Morgen Posten, hvar annað ørindi ljóðar »Ordener hænger man på idioter, stjerner og bånd man kun adelen gir. Dog har man hjerne, kan man jo gerne undvære orden og stjerne«.

Jú, mangt er at minnast aftur á. Í 1960-61 læt Tórshavnar Skipasmiðja byggja sítt fyrsta stálskip. Tað var línubáturin »Porkenningur«. Tá arbeiddu vit saman har, saman við øðrum góðum handverkarum undir leiðslu av Oliver Holm byggimeistara sála. »Se her«, segði Oliver Holm hann byrjaði ofta við orðunum »se her« tá ið hann skuldi siga nakað tungtvigandi. Oliver Holm undir helt og við sínum kær tummastokki í hondini, »se her« segði hann, »tá ið aðrir kunnu byggja stálskip so kunnu vit væl eisini.

Og var, hetta nakað vit mangan høvdu fragd av. At smíðja stálskip í Føroyum tá á døgum, undir opnum himli og undir teimum primitivu umstøðunum, ið tá vóru, var ikki sum at siga tað. Tað skuldi bæði tol og hegni til, men eisini kravdist entusiasma og nakað væl av optimismu. Hetta var jú ein prestige-sak, fyrsta stálskip smíðað í Føroyum á Tórshavnar Skipasmiðju av føroyskum handverkarum til føroyskar fiskimenn.

Tað var ein stórur dagur í 1961 tá ið »Porkenningur« fór av bakkastokki. Stjórin, Kjartan Mohr sáli, fekk ein sang sum sjálvur Poul F. hevði yrkt og bleiv sangurin sungin við veitslunarborð um kvøldið á táverandi hotel Føroyum á Kongabrúnni. Tað untist okkum at vera við til. Síðani vórðu fleiri stálskip smíðað »Porkerisnes«, »Víkingur« og onnur. Nú var tað alt lættari at smíða stálskip í Føroyum. Men teir góðu handverkararnir vit arbeiddu saman við tá og sum ikki eru meir, teir eru enn í minni okkara.

Árini 1968 til 1973 arbeiddu vit á Vestmanna Skipasmiðju. Tey árini smíðaðu vit tríggjar nýmótans, yvirdekkaðar línubátar eftir klassatekningum, sum John Smith var meistari fyri. Teir vóru »Stapin«, »Thomas Nygaard« og »Sundaenni«. Umframt skipasmíð fór nógv umvælingararbeiði fram tey árini. Tá var nógv arbeiði í Vestmanna. Tá fingu vit stundir til, at gera onkran túr at fiska síl um kvøldarnar. Tað dámdi John so sera væl. Har uppi á vøtnunum millum fjalla, í tí reinu luftini hvar friður valdaði, kundu vit finna hvíld aftaná strævnan dag. Í Vestmanna fingu vit nógvar vinir, sum blivu vinir okkara fyri lívið. Trúgvir sum vestmenninga eru.

Nú vit vóru komnir í búnan aftur tosaðu vit ofta um tíðina í Vestmanna hvussu gott vit høvdu tað har, hóast tað stundum kundi vera hart við nógvum arbeiði og stríð, við at skaffa pening til lønir. Vit høvdu yvir 50 fólk í arbeiði viðhvørt og einir 10 dreingir vóru í smiðjulæru hjá okkum.

Manga samrøðuna høvdu vit, mín góði vinur John Smith og eg, og ikki vóru vit altíð líka samdir reint politiskt, men tá tað galt nakað til frama fyri Føroya land og fólk, tá vóru vit altíð einigir.

Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar - tá maður verður fúkandi fon, hitt fámenta liðið hoknar.

Á teknistovuni »Maritime« her í Havn arbeiddu vit saman í sjeytiárunum. Tá var tað eitt sett av klassatekningum, av einum yvirdekkaðum, nýmótans, framkomnum línubáti, sum John Smith var meistari fyri at útvikla, sum lá til grund fyri allar teir serinbygdu línubátarnar sum P/f Marknaðarrøkt, lat byggja í Polen. Ja, í Polen, ístaðin fyri at, lata teir byggja í Føroyum. Tað vil eg tó ikki koma nærri inn á her, eg kann bara ikki lata vera við at siga, at tað gjørdi okkum ilt og tað vóru vit sera harmir um.

John Smith var góður við sína familju og ætt. Hann var góður við síni børn, abbabørn, systkin og vinir.

Ringast er tað hjá tykkum sum mist hava, Jórun, Maria, sum er guddóttir mín, Leon og William, væl skilji eg, at tit øll vóru tigandi og tung í huga, tann dagin hann varð útborin. Mítt ynski er, at Hann ið øllum valdar, má styrkja tykkum í sorgini og sakninum, um ein góðan mann, faðir, abba og bróðir.

Vinir vit vóru tey farnu ár - vinir koma og fara - ei sømir monnum at fella tár, tá ið tynnist í vinaskarða.

Við hesum vil eg lýsa frið yvir minið um John Smith.

Hvíl í friði frændi frægi.


Chr. Reinert Petersen