Minningarorð um pápa okkara Hjalgrim Poulsen, lærara á Strondum

26.februar 1929 – 12.juni 2013

Mikudagin hin 26. februar hevði pápi fylt áttatifimm, um hann hevði livað.
Sama dag, fyri bert einum ári síðan, setti pápi seg við klaverið og spældi fyri sín­um føðingardagsgestum. Hóast hann tá var sjúkur, illa gongdur og minnið bilaði, megnaði hann tá, sum so ofta fyrr, at lyfta okkum øll upp. Hann fekk okkum at syngja og vagga til tónarnar frá klaverinum.
Hetta undraði okkum, at tað yvirhøvur bar til hjá ein­um manni, sum hevði mist stórt sæð allar aðrar før­­leikar. Hann gekk við skinklutum, óstyttum fetum yvir til klaverið og setti seg við baksi á klaverbonkin. Men tá fingrarnir raktu tan­gentarnar var tað sum at armar og kroppur gloymdu, at teir beint frammanundan vóru kryplaðar av elli. Hend­ur og fingrar fluttu seg skjótt aftur og fram eftir tan­gentunum og hann fekk tónar og sang at svinga so lættliga.
Kanska er hetta ikki so løg­ið kortini. Tónleikurin hevur verið høvuðsinnihaldið í lív­i­num hjá pápa, hóast tón­leikurin ikki var hansara lívsyrki. Hann var sonur ein lærara, var heimkærur og tí var tað so nærliggjandi, at hann skuldi blíva lærari og ganga í skúla her á klett­unum.
Pápi var barn undir kríg­num, eitt lív sum fyri okkum er so fjart og óskiljandi, hóast hetta, sæð í heimssøgu høpi, er so stutt síðan. Tá vit tosa um lívið hjá pápa, gevur tað meining at tosa um krígs­árini, tí hesi árini hava kanska verið avgerandi fyri hvørji val pápi tók restina av lívi sínum.
Pápi vaks upp á Strondum saman við systir síni Onnu. Á Strondum høvdu eingilskir soldátar eina vaktarstøð. Teir eingilsku soldátarnir vóru púra vanligir ungir menn. Har mundu vera nakrir hundrað soldátar. Teir flestu vóru um 20-30 ára aldur og vóru útsendir frá Skotlandi og Onglandi til Føroya. Teir vóru ein samansettur bólkur frá ymsum samfelags- og trúarbólkum. Felags fyri teir allar var tó, at teir vóru ungir og høvdu tørv á undirhaldi. Teir skipaðu fyri kabarettum, sang- og tónleikaframførslum og dansi. Ung og eldri á Strondum vóru vælkomin at luttaka. Í tíðarskeiðinum 1940-45 var pápi 11-16 ár.
Skotarnir høvdu bústað í missiónshúsinum. Teir vóru nakrir sum høvdu tað fyri at sita á trappuni í miss­iónshúsinum og spæla harmoniku. Strandabørnini stóðu í ring rundan um teir og lurtaðu. Helst hava teir spælt Loch Lomon, Old Lang Syne og Tipperary, ið eru sangir, sum hava fylgt pápa á klaverinum og harmonikuni øll árini eftir hetta, líka til tað síðsta.
Tað vildi so til, at tann eini hermaðurin hevði fing­ið nýggja harmoniku, tí bjølg­urin varð vorðin ótættur. Hann hevði lagt til merkis henda unga drongin, sum altíð passaði seg upp, tá teir spældu og sat og lurtaði við stórum áhuga. Hann spurdi drongin, um hann ynskti at fáa gomlu harmonikuna. Tann hepni ungi drongurin, var pápi og hetta var so byrjanin til eitt langt lív við tónleiki. Anna fastur hevur sagt okkum, at pápi sat og mjarraði áhaldandi á hesari harmonikuni í fleiri tímar og longu sama kvøld, fekk hann spælt “Good night ladies” samanhangandi. Hann var ikki gamal, tá hann spældi til dans í gomlu dansistovuni á Strondum. Kanska var tað samanrenningin av tveim­um ymsum mentanum í krígs­árunum sum fluttu mørk­ini?
Abbi okkara var deknur og kirkjugongdin var tí ein natúrligur partur í upp­vøkstrinum hjá pápa og systrini Annu. Eins og tað eisini bleiv hjá okkum systkjum, tá pápi avloysti abba við fjølina.
Pápi dugdi, eftir okkara tykki, væl at sameina trúarlív og dagligt lív. Har tónleikur, sangur og dansur var eins natúrligt og at anda.
Pápi var greiður yvir hvat hann setti í virði og var týðiligur í sínum mørkum. Ein eginleiki sum gjørdi at vit børn og mamma okkara kundu kenna okkum trygg.
Nú eru 8 mánaðir farn­ir síðan pápi fór frá okk­um. Vit systkin og mamma vóru hjá honum tá hann 15. juni andaðist á Lands­sjúkra­hús­in­um.
Klaverið í Dávagerði er nú tagnað og heimið kennist tómt. Vit sakna pápa okkara og minnast hann við virðing.
-----
Johan, Heidi og Jana