Minningarorð um okkara kæru konu og mammu

Sannu Fríðborg Tausen, fødd: 22.05.1957 andaðist: 17.01.2008

Tað vóru eini sera tung boð frá læknanum, tá okkara kæra kona og mamma fekk at vita, at hon var vorðin illa sjúk av krabbamein. Tú hevði følt teg illa tilpassar í langa tíð og visti, at okkurt álvarsligt var á vási. Vit minnast, at Elin var til arbeiðis í Havn og Martin var til arbeiðis í Lopra, men tú hevði mannin hjá tær, tá tey tungu boðini komu, at tú hevði krabbamein og tað fanst eingin hjálp fyri júst tínum tørvi.


Eftir, at tú vart liðug í fólkaskúlanum, tókst tú leiðina til Kerteminde í Danmark og fekk tær eina útbúgving innan hondarbeiði. Tú var sera dugnalig í hondunum, tí kann eisini nevnast, at tú fekk eitt flott 13 tal í hondarbeiði á skúlanum. Fríðborg arbeiddi á Ellis og røktarheiminum á Tvøroyri í samfull 24 ár. Harafturat hevði hon kvøldskúla í skúlanum í Hovi hvønn vetur í sera nógv ár, og hetta dámdi henni væl. Tú heklaði nógvar dúkar, bant troyggjur, húgvur, turrukløð og nógv ymiskt annað fyri fólk. Í hesum sambandi kann nevnast, at tú eisini hevur gjørt altardúkin í Bønhúsinum í Øravík. Tey seinastu árini, arbeiddi tú á flakavirkinum í Vági. Okkum er fortalt, at tú vart altíð í sera góðum lag og dámdi væl at skemtast við tínar starvsfelagðar.


Tá tú vart 24 ára gomul, fingu tú og Niels Arni sonin Eirikur. Tit trý høvdu tað sera gott saman, til Eirikur, sum 3 ára gamal, gjørdist sjúkur av krabbameini. Tit ferðaðust nógv til Danmarkar á ríkissjúkrahúsið við vón um, at hann kundi fáa hjálp og gerast frískur. Tað var sera tungt fyri tykkum sum foreldur at lílta fitta Eiriki. Tit vildu so gjarna hava hann frískan, men fingu einki gjørt. Hjarta á Eiriki orkaði ikki at bera hesa sjúku, og tí andaðist lítli Eirkur bert 4 ára gamal í 1985. Hettar var ein hørð tíð fyri tykkum, men tit royndu at standa sterk saman og fingu nógva hjálp frá familju og vinum.


Í 1987 fingu tit Elin og í 1990 Martin. Tú vart ein sera góð mamma fyri okkum bæði øll árini. Elin spældi nógv klaver og urgu, og hetta dámdi tær væl at lurta eftir. Tú hevði eisini tínar yndis sálmar, sum tú ofta bað Elin spæla fyri tær. Tú vart altíð hjá og stulaði henni, tá hon spældi til konsert. Ikki minst stulaði tú báðum tínum børnum í ítrótti. Elin spældi flogbólt og Martin fótbólt. Tú fylgdi runt Føroya land við Martini og stulaði honum dúgliga. Allar mammurnar stóðu væl saman og róptu á teir, og tit høvdu tað so stuttligt. Eisini tá Martin kom í vaksnamanna fótbólt, kundi tú væl finna uppá at fara ein túr norðureftir at hyggja eftir hansara dystum.


Ikki hevur tú havt eitt lætt lív. Pápi tín gjørdist eisini sjúkur av krabbameini. Hann fekk krabbamein í lunguni. Hann ferðaðist eisini til ríkissjúkrahúsið fyri at fáa viðgerð, lá leingi og bardist við hesa sjúku, men kláraði ikki meira og fór frá okkum í 2005.

Tann 21. desembur fingu vit tey tungu boðini um, at tú vart sera sjúk av krabbameini. Hetta vóru eini sera ring boð at fáa beint upp undir jól. Sjálv tókst tú tað pent og vart tú tann sterkasta av okkum. Hóast tað var trupult at góðtaka, at tú vart so sjúk, so royndu vit at halda jól og nýggjár, sum vit annars plagdu, og tú vart so røsk millum okkum alla tíðina. Tú fekst nógvar vitjanir hesar dagarnar, men royndi alla tíðina at verða uppi soleiðis, at tú kundi práta við tey sum frægast.


Tú var ein sterk kvinna og bardist so dúgliga móti sjúkuni, men tann 17 januar 2008 orkaði títt hjarta heldur ikki meira. Hetta var sera tungt fyri okkum, ið her sita eftir við sorgini. Vit hava mist eina góða konu og mammu, og sigast kann, at tað er stórur saknur í tær og eitt stórt tómt hol í heimi okkara. Tú hevur fylt so ómetaliga nógv í okkara gerandisdegi og tað vísti tann stóri skarðin, sum fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað. Vit kunnu ugga okkum við, at tú ert farin heim til Eirik, og hevur tað gott, har eingin sorg og pína er. Góða kona og mamma, vit vilja takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum, og vit ynskja, at tú og Eirikur hvíla í friði í Harrans hondum.



Niels Arni, Elin og Martin