Reuters: Minst 5.000 deyð í mótmælum í Iran

Síðani desember hava mótmælisgongur móti prestastýrinum í Iran breitt seg til nógvar býir kring landið.

Síðani síðst í desember hava mótmælisgongur verið fleiri staðni í Iran. Myndin her er frá mótmælisgongu í høvuðsstaðnum, Teheran, fyrst í januar.  - Mynd: Stringer/Reuters

Ein iranskur embætismaður segði í dag við tíðindastovuna Reuters, at iranskir myndugleikar hava váttað, at í minsta lagi 5.000 fólk eru dripin undir harðligu mótmælunum í Iran.

Embætismaðurin, sum ynskir at vera dulnevndur orsakað av viðkvæminum í málinum, sigur eisini við Reuters, at nakrir av teimum mest harðligu samanbrestunum og hægsta talið av deyðum hava verið í iransk-kurdisku økjunum í útnyrðings Iran.

Av teimum 5.000 dripnu vóru 500 frá iranskum trygdarfólkum, skrivar tíðindastovan.

Talið av deyðum í Iran er ymiskt alt eftir, hvørji kriterium ymiskir felagsskapir hava fyri staðfestum deyðum, og áhaldandi internet- og telefonstongsulin ger tað trupult at fáa álítandi upplýsingar.

Leygardagin upplýsti iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur heimstað í USA, at minst 3.300 fólk eru dripin í mótmælum í Iran seinastu vikurnar.

HRANA sigur, at fleiri enn 4.300 mál eru undir viðgerð. Bólkurin segði seg eisini hava staðfest fleiri enn 24.000 handtøkur.

Reuters endurgevur ein iranskan embætismann fyri at siga, at endaliga talið av deyðum ikki væntast at hækka munandi.

Embætismaðurin sigur, at Ísrael og "vápnaðir bólkar uttanlands" hava stuðlað og útgjørt tey, sum fóru út á gøturnar.

 

##med2##

Iranskir myndugleikar geva javnan útlendskar fíggindar skyldina fyri ófriðin, eitt nú Ísrael, sum er ein leingi virkandi høvuðsfíggindi hjá iransku prestastýrinum.

Hægsti leiðari í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, hevur eisini ákært "leiguhermenn" við tilknýti til útlendskar vald, sabotørar og agitatorar fyri at hava verið við í mótmælunum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar um, at USA fer at blanda seg uppí, um mótmælisfólk verða dripin. Men hóast høga talið av deyðum, hevur USA higartil ikki gjørt álvara av hóttanunum.

Mótmælisgongur hava verið í Iran síðani síðst í desember.

Smátt um smátt hava mótmælisgongurnar breitt seg til nógvar býir í landslutinum, og nú eru mótmælisgongurnar vendar ímóti iranska prestastýrinum.

Prestastýrið hevur stongt internetið á leiðini, og tað ger tað trupult hjá iranum at fáa upplýsingar úr stongda landinum til umheimin.

 

/Ritzau/

 

Síðani síðst í desember hava mótmælisgongur verið fleiri staðni í Iran. Myndin her er frá mótmælisgongu í høvuðsstaðnum, Teheran, fyrst í januar.  - Mynd: Stringer/Reuters

Ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei, sigur, at Ísrael og USA standa aftanfyri at skipa fyri mótmælisgongunum og hava ábyrgdina av nógvum av teimum deyðu hjá mótmælisfólkunum og trygdarfólkunum. - Mynd: Skrivstovan hjá iranska hægsta ráðnum Le/Reuters