Úr veitslu í Sandoy í brummuna í Havn

Løgreglan var í nátt eftir einum manni, sum var til ampa fyri onnur

Um fýratíðina í nátt handtók løgreglan ein mann í einin veitslu í Sandoynni, sum varð mettur at vera til ampa fyri onnur.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at maðurin, sum var fullur, var mettur at vera til ampa fyri hini, og tí valdi løgreglan at fara av stað við manninum fyri at tryggja friðin á staðnum. 

Maðurin hevur tí gist í brummuni á politistøðini í Havn.