Eitt tað fyrsta eg minnist sum smádrongur var, at eg ein dagin møtti tveimum brosandi hvíthærdum drongjum, sum komu rennandi oman eftir brekkuni hjá Hjørleif Enni. Teir róptu ”hey kemur tú at spæla” og síðan tann dagin vórðu vit vinmenn fyri lívið. Drongirnir vóru brøðurnir Virgar og Arvid Nilssen, sum búðu góðar 100 metrar uttanfyri húsini hjá ogum á Tvørabakka. Tungt er umleið 46 ár seinni, at skriva minningarorð um mín kæra barndómsvin,Virgar, sum andaðist sjálvan nýggjársdag, aftaná eina langa og møðsama sjúkralegu, einans 50 ára gamal.
Virgar var ein fantastiskur vinur, sum tú altíð kundi líta á og sum ongantíð sveik, tá ið eg hevði brúk fyri honum.
Okur høvdu nakrar sera góðar upplivingar upp gjøgnum øll barna- og tannáringa árini og seinni sum vaksnir menn við konu og familjum.
Virgar var so nógv, og tí er trupult at lýsa hetta góða menniskja við orðum ella myndum. Virgar var ein lívligur og raskur smádrongur. Altíð var hann líka gávumildur og trúfastur og hjálpsamur. Hetta helt áfram alt lívið. Tú visti altíð hvar tú hevði Virgar, og hann segði akkurát tað, sum hann hugsaði.
Okur vóru sum dreingir flest, men kanska eitt sindur meira buldraligir enn hinir, men alt var óskildugt og tað lá einki ónt aftanfyri dreingjalótirnar. Fyrstu árini gingu við at spæla á Tvørabakka ella har um leiðir. Gingu nógv í mølini ella uppi í haganum og kannaðu býin, so hvørt sum okkara radius gjørdist størri. Onkuntíð varð farið á súkklu heilt til Hvalbiar ella til gongu framvið mølini heilt yvir til Øravíkar. Heilt ofta varð farið oman á kajuna at fiska ella at vitja umborð á skipunum, sum lógu inni fyri veður. Hetta vóru serliga enskir ella norskir bátar í 60´unum og mitt í 70´unum. Man kann siga, at okur vóru fríir fuglar og sluppu at passa okum sjálvar og gera tað, sum man hevði hug til. Um kvøldarnar vórðu spæld spøl úti og inni. Um vetrarnar skreiddu okur á træskoytum, og um summrarnar vórðu bygdir flakar ella tunnubátar, sum silgdu heilt yvirum fjørðin. Ótrúligt sum foreldrini tordu væl, tí fleiri ferðir mundi endað galið, men tíbetur tað gjørdi tað ikki. Afturfyri fingu okur loyvi til at mennast og ansa eftir okum sjálvum.
Í skúlanum gingu okur í sama flokki fyrstu 4 árini, inntil okur, av einari ella aðrari merkiligari orsøk, vórðu koyrdir í hvør sín flokk. Kanska ikki so pedagogiskt rætt, men hóast hetta varð vinabandið líka sterkt øll árini á Tvøroyri og eisini seinni, tá ið báðir vóru fluttir av Tvøroyri.
Virgar var av allar raskastu dreingjum. Arbeiddi nógv aftaná skúlatíð. Hann var altíð fyrstur uppi, og koyrdi mjólk út fyri Mejaríið ella hann pakkaði margarin á Mejarínum. Okur samlaðu fløskur í hópatali, egndu fyri línubátarnar á Tvøroyri og seinni, sum tannáringar, arbeiddu okur á flakavirkinum.
Men lívið var ikki bara arbeiði, tí mangan var stuttligt um kvøldarnar ella at fylgja við TB í 70´unum. Okur vóru skótar í skótaliðnum FLØTT og fóru at rógva kapp við Huldu og seinni við Tvørabátinum, har okur mundu blivið føroyameistar í 1980. Eg havi ofta hugsað, at um nakar umborð gav alt, so var tað Virgar. Hann var seigur, sterkur og úthaldandi og gav alt hann átti, bæði so og so.
Tá ið fólkaskúlatíðin var liðug, fóru okur til sjós. Eg minnist fyrsta og einasta túrin við línubátinum, Bláfossi. Okur lógu sera ringir av sjóverki í fleiri dagar og orkaðu hvørki at eta ella ganga uppi, tá segði Virgar ”je seti aldrin tvøran fótin umborð á skip aftur". Men stutt aftaná fóru báðir við hvør sínum starshipping fraktbáti, og Virgar gjørdist av allar bestu sjómonnum, sum elskaði sjólívið. Eg fór í land, ímeðan Virgar fekk siglingstíð og fór á stýrimanskúla, og nú var hann brádliga millum teir dugnaligastu í flokkinum, sum eisini fekk virðisløn. Hann kundi alt tað, hann tímdi og vildi.
Um hesa tíðina á Sjómansskúlanum møtti hann einari fittari gentu Súsannu, vanliga nevnd Systi av Strondum. Hon bleiv hansara trúfasta kona og góði vinur. Vegirnir hjá okum báðum skiltust. Eg fór seinni til Danmarkar á skúla og Virgar fekk familju og gjørdist pápi, tá ið tey fingu sonin Rók. Seinni komu Svanna og Teitur. Sum pápi var hann fyrimyndarligur og gekk eisini her hundrað prosent uppí at taka sær av børnunum, tá ið hann var heima.
Sum vaksnir hittust okur av og á, tá ið Virgar var heima. Altíð hava tey bæði duga óalmindiliga væl at fáa øll at føla seg væl inni, tí blíðskapurin heima á Strondum var altíð stórur og hjartaligur. Seinni árini plagdu okur at vitja Virgar og Systi, serliga til kappróðrarstevnurnar á Strondum ella á Skála. Av og á kom Virgar at vitja í Havn og altíð var tað so hugnaligt og gott at práta við hann. Virgar var gubbi til okkara son Hanus, og eg var gubbi Svannu. Hann gloymdi aldrin at senda okkara børnum eina gávu á jólum, sjálvt um hann var langt av landi skotin. Gávumildni og trúðfesti var ein so stórur og natúrligur partur av honum.
Virgar var sum sagt ein góður maður og kærleiksfullur pápi. Hetta kundi okur eisini merkja, tá ið tann herviliga sjúkan rakti hesa kempuna tíðliga í 2009. Við hansara lið stóð hansara góða og sterka familja, sum takkaðu fyri alt tað, hann hevði givið teimum og øllum hann var góður við.
Eg minnist tann dagin í 2009 at Virgar ringdi og segði "eg eri vorðin sjúkur og skal beinanvegin til Danmarkar til kanningar og viðger”. Hetta var eitt sjokk fyri øll. Men beinanvegin var hann róligur og segði, at tað nokk fer at ganga, og hann skuldi nokk skuldi blíva frískur aftur. Fá kunnu skilja hvussu róligur og ærligur hann var allatíðina um sína sjúku.
Hann vildi hava alt at vita frá læknunum, og fortaldi øllum sínum nærmastu akkurát hvussu støðan var. Hetta gjørdi hann av kærleika fyri at fyrireika tey nærmastu um, hvat kundi henda um viðgerðin ikki eydnaðist. Ongantíð var hann beiskur ella negativur ella tók synd í sær sjálvum, tí hann hugsaði bara um hini, og hvussu tey mundu hava tað. Hann troystaði heldur hini og fekk okum øll at skilja, at tá ið man hevði gjørt tað man kundi, so var ikki meira at gera enn at góðtaka støðuna, sum hon var og hyggja frameftir, og fáa so nógv gott burturúr degnum sum gjørligt. Tað vóru eisini gleðiboð, tá ið hann bleiv sagdur at vera frískur og hann aftur kundi fara út at sigla. Henda gleðin vardi tó bara eina stutta tíð, tí sjúkan kom aftur og Virgar og Systi fóru aftur til Danmarkar at kempa víðari.
Tá ið øll vón var uppi, var hansara stóra ynski at uppliva jólini 2012 saman við sínum kæru fyri seinastu ferð. Hesi jólini vórðu hildin á Lanssjúkrahúsinum og eisini dugdu tey at venda eina sorgarsøgu til eitt gott upplivilsi saman.
Eg farið altíð at hava Virgar hjá mær. Tá ið eg hugsi um Virgar og Systi og børnini, so er lívið her á foldum gott og fult av kærleika, og tað finst altíð ein vón og vegur úr neyðuni.
Virgar, tú hevur gjørt meira enn tey flestu náða eitt langt lív. Tú hugsaði fyrst og fremst um, at hini skuldu hava tað gott. Tú var eisini so heppin at hava eina góða familju og nógvar vinir. Tú gleddist um alt tað, sum var at gleðast um, enntá í svartasta myrkri sá tú eitt ljós fyri framman. Serliga glaður varð tú, tá ið Svanna fekk lítlu Vár í juni og tá ið tað gekk øðrum væl. Abbadótturin Vár hjá Svannu er sjálvandi uppkallað eftir abbanum.
Tú hevði í Brynjolfi ein góðan pápa og stuðul, sum tíverri doyði stutt áðrenn tú. Eisini fekk tú góðan stuðul frá brøðrunum. Tú mátti fara illa sjúkur suður til jarðarferð, sum eingin hevði væntað, tí Brynjolvur gekk vanliga so spelkin og lættur sum ein unglingi á Tvøroyri 80 ára gamal. Hvør skuldi trúð, at tú skuldi fylgja honum, tí øll høvdu væntað, at tað gjørdist umvent. Aftur her vendi tú sorgini til nakað positivt, tú segði, at Brynjolvur hevði havt eitt gott lív og slapp undan at gerast gamal og óhjálpin einkjumaður.
Takk fyri at tú vildi vera vinur mín, og takk fyri alt tað tú og familjan hava lært meg, at sjálvt í svartasta myrkri er gleði og kærleiki. Sorgin er stór hjá øllum, men serliga hjá tykkum Systi, Róki, Svannu, Teiti og brøðrunum Arvid, Sverra og Bergur. Gud styrki tykkum í sorgini.
Hvíl í friði kæri vinur. Eg veit at tú hevur tað gott, og at pínan endiliga fekk ein enda. Tú gjørdi alt tað tú kundi.
----
Vinur tín Fróði