Minningarorð: Bygdin var serliga kvirr nú Elis fór

Gerhard Lognberg skrivar minningarorð um Elis Poulsen

Gerhard Lognberg skrivar minningarorð um Elis Poulsen
****

Ja, í gjár ringdi ein av mínum av skipi, fyrsta hann segði var: pápin, veit tú, at vinmaður tín Elis er deyður í kvøld. Nei, góði, tað veit eg ikki av.

Ja, Elis hevur verið tyngdur av sjúku í nøkur ár, men mótið var altíð gott.

Elis Poulsen var skopuningur, vaks upp her í bygdini tann fyrra partin av barnaárunum. Seinni flutti hann, saman við foreldrum og systkjum, til íslands, har pápi hansara sigldi við íslendskum skipum.

Elis var sonur Drikku, ættað úr Hvalba. Og pápin Jóan Hendrik Poulsen, nevndir ”Enni”, úr Skopun.

Í Reykjavík komu okkara vegir aftur at renna saman, tí ofta komu vit inn í Reykjavík við ”Nolsoyar Páll” eftir agni av Hafnafjørðinum.

Tað var stuttligt fyri okkum ungu at treffa Elis á keiini, við sínum serliga smíli og eyðkenda látri. Hann hevði altíð ”streido-billettir” við sær, so koyrdu vit Reykjavík upp og niður.

Hetta var stuttligt fyri okkum dreingir, sum neyvan høvdu upplivað meira enn tað, sum heimbygdin hevði at bjóða.

Síðan var farið inn í heimið hjá Drikku og Enna, har var eitt serligt hús at koma inn í. Jú, tey borðreiddu fyri allari manningini.

Tá Elis var komin til mans, hevur væl longsulin til heimlandið verið stórur, so hann kom heim. Tá rann saman við Jonnu Krog av Sandi. Tey giftust og fingu 2 børn. Mia, sum er gift á Tvøroyri og Ólavur Enni.

Jonna og Elis settu búgv á Kjálkanum á Sandi.

Eg má siga, at tað hevur verið ein serligur vinskapur ímillum okkum, man hevur altíð følt ein ektaðan vinskap, hóast vit ikki møttust ofta í heimunum hjá hvørjum øðrum.

Lívsstarvið hjá Elis Poulsen hevur verið sum útvarpsvertur, og tað er í hesum starvi, at nærum hvør føroyingur kennir hann.

Tær sendingar, sum hann hevur gjørt, hava ríkað hetta land. Samrøður, hann hevur gjørt við serliga eldri fólk, eru ein fongur fyri fólkið.

Nú má eg skriva, at eg minnist henda bragdliga mann, altíð væl klæddur og altíð á ferð við mikrofon, hann reikaði landið runt, altíð í góðum lag.

Vit í Skopun høvdu ein ógloymandi vin, sum altíð var klárur at varpa ljós á tað, sum gekk fyri seg í bygdini, og eggjaði til ymiskt. Jú, eg má siga, Elis var ein kapasitetur og ein ógloymandi vinur.

Elis Poulsen gjørdi eisini vart við seg í politikki, hann stillaði upp fyri Tjóðveldi, har Elis bjóðaði seg fram.

Skopunar Kirkja stóð Elisi nær, hann var sera virkin áðrenn sjúkan herjaði, hann gekk høgt upp í at sangurin gekk gott, tí sangur og tónleikurin vóru partur av honum.

Tað eru ikki fá tiltøk, sum Elis hevur verið partur av, saman við okkum, altíð góður í ráðum og skjótar avgerðir.

Tað kundi verið so nógv at tikið fram um henda mentamannin, um Skopunarvinin Elis.

Tað var ein løgin kensla, tá eg kom til arbeiðis í morgun og koyrdi Merkið í hálva stong uttan fyri skrivstovuna.

Tað virkaði sum at ”Hamarin” syrgdi við, tokan hekk niður ímóti, og bygdin sjálv var serliga kvirr.

Jú, tað var her, Elis sleit barnaskógvarnar.

Má Jesus styrkja tykkum, vit skilja ikki alt.

Eg fari at enda við hesum orðum:

Ja í Skopun tá mánin á kvøldi

Sendir glamur um Skopunarfjørð

Tað var sum eg bert stóð har og droymdi

Um tað vakrasta heimstað á jørð.


Hvíl í friði mín góði vinur!

Gerhard Lognberg, 

borgarstjóri í Skopunar Kommunu