undir arbeiðið. Løgmaður ásannar at eitt yvirskot frameftir skal vera á fíggjarlógini, men at ikki ber til at seta tal á tað, eftir sum fortreytirnar verða so nógv broyttar. ? Sum eg meti um støðuna í løtuni [...] ni fyri ótilvirkaðan fisk, sum í 1996 var 15000 tons, í januar-februar 1997 var talið 7.600 tons, men í januar-februar 1998 fóru bert 2.800 tons av ótilvirkaðum fiski av landinum. ? Tað prógvar, at út [...] fara at siga til spurningin um ikki at hækka lønirnar ella lønarglíðingar, sum løgmaður málber seg, men hann heldur tað verða gott hugskot at geva fólki skattalætta og møguliga betri pensiónsskipanir, enn
Sjálvbjargni má verða málið, men skulu vit náa hesum máli, mugu vit leggja vekt og rygg til okkara ætlanir um fullveldið og vísa tað í verki á fíggjarligu síðuni. Tað ber til, men er neyvan lætt, sigur Jørgen [...] Føroya. ? Hóast meiri enn 10.000 fólk starvast hjá tí almenna, so eru ynskir og krøv um at økja hetta tal munandi. Og ikki nóg mikið við tí, lønarsamráðingar við almennu fakfeløgini standa fyri framman og [...] kan ? Øll henda nýtsluhóvastákanin er íkomin, tí vit nú hava eitt lítið yvirskot á fíggjarlógini, men verða politikarar so ábyrgdarleysir at fylgja hesum ráki, fáa vit eitt fullkomið avlagað kappingarføri
talaði hon fyrst um tær beinleiðis fylgjurnar, tær sum kunnu gerast upp, t.d. tal av ferðafólkum og fremmand valuta til landið. Men kanska meira áhugaverdar eru tær óbeinleiðis fylgjurnar, sum koma, tá nógv [...] burturúr Tá er nærum ógjørligt at gera eina langtíðarætlan, sum veruliga gevur inntøkur til alt landið. Men tá ið ferðavinnan er komin upp á nóg høgt støði, har samskipanin verður sjálvvirkin, kan hon í hægri [...] burturúr. Trupulleikin hevur í nógv ár verið væntandi fíggjarlig orka og harvið stórt spill, sigur hann, men nú skulu nýggj tiltøk setast í verk at bøta um viðurskiftini.
tók time-out og var nær við at skora, men at enda stríddi heimaliðið seg til sigurs, og samanumtikið var tað eisini uppiborið. Mundu fingið somu lagnu sum VÍF Men StÍF var um vera fyri somu lagnu, sum [...] tamarhald á, men kortini eydnaðist tað StÍF at vinna, ikki minst tí VÍF einki mál fekk í sekstan minuttir út í eitt. Sunnudagin var hálvleiksstøðan 13-10 til StÍF. Tað øktist til 14-10, men so skoraði StÍF [...] so stóð á jøvnum 16-16. StÍF skoraði so til 17-16, men Neistin svaraði aftur til 17-17. Síðani fekk StÍF tvey mál afturat og tók seg upp á 19-17, men tað vóru framvegis sjey minuttir eftir av dystinum
løtuni. ? Eg haldi tað stendur rímiliga væl til. Venjarin er so ikki funnin enn, men starvsnevndin arbeiðir við málinum. Men vit kunnu við vissu siga, at tað ikki verður ein føroyskur venjari næsta ár, sigur [...] sigur KÍ-veteranurin. Hann sigur, at tveir føroyskir venjarar hava verið upp á tal til 1. deildarliðið hjá KÍ, men hvørgin av teimum tók av, og at nevndin tí leitar eftir venjara uttanfyri landoddarnar [...] HB ella B36, men soleiðis fer tað ikki at vera í longdini. Eg ivist ikki í, at KÍ, GÍ og kanska eisini okkurt annað lið í Eysturoynni fer at geva havnarfeløgunum kapping um spælararnar. Men tey smærru feløgini
feløgini um kvinnufótbólt. Fundurin er ætlaður sum eitt forum, har feløgini kunnu siga sína hugsan, men um nakrar broytingar skulu gerast í lógunum, má tað gerast á aðalfundinum. Fundurin við feløgini hevur [...] sjey feløg høvdu gjørt sær tann ómak at luttaka á fundinum, og tað var eitt lítið vónbrot fyri FSF. Men fundurin, sum vardi góðar tríggjar tímar, var kortini áhugaverdur, og fleiri mál vórðu umrødd. Tað [...] iðsarbeiðið hjá FSF hevur í seinastuni vakt undran hjá mongum, tí vit har hava eitt U18-landslið, men einki omanfyri tað. FSF hevur kenslu av, at tað eru sera fáir spælarar í kvinnudeildini, sum eru omanfyri
undantaksloyvi, so at ein nevnd fær meiri enn 30 dagar at viðgerða eitt mál. Men so vítt, vit hava fingið upplýst kann tað bara koma uppá tal, tá ið talan er um serliga stór og krevjandi mál, ella har tað er neyðugt [...] serliga fegin um arbeiðslagið í vinnunevndini hjá løgtinginum. Sjálvur er hann limur í vinnunevndini, men hann fýlist á, at tað hava ongir fundir verið í nevndini nú í langa tíð. Samstundis liggja fleiri mál [...] nevndini og bíða. ?Tað sær út til, at alt virksemið er lagt stilt. ? Serliga heppið er hetta ikki. Men hetta er so ein máti at seta andstøðuna út av spælinum uppá, sigur Henrik Old. Hann sigur, at eftir
dana ? onkur helt, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin Flemming Povlsen var upp á tal, men tað var ikki rætt ? men nú er ein avtala við gamla kenningin Tony Parris so fingin í lag. Parris kemur til Føroyar [...] skrivaður enn, men ætlanin er so, at Tony Parris skal vera í Klaksvík í fyribils eitt ár. KÍ-liðið fer annars at síggja nøkulunda tað sama út sum í ár. Zoran Mancic er farin til Royn, men allir hinir verða [...] Marek Wierzbicki verður eisini verandi, og tað hevur verið upp á tal, at onkur annar póllendingur eisini skal spæla við KÍ í 1999. Men einki er avgjørt á tí økinum enn.
vit hjálparleys, men ikki her. Tó er her eitt afturat, sum eg ikki skilji, og tað er hví alt skal vera so loyniligt úti í Tinganesi? Einsaferð var lovað føroyingum alment innlit, men tað mugu tit hava [...] arbeiði; sum fær hvørt eitt kenslusamt menniskja at hata kríggj og ta hermegi, ið løstar og drepur 100 tals milliónir av ósekum menniskjum. Hetta var m.a. ein av grundunum til, at hann - sjálvt um fólkafloksmenn [...] bjarga okkara egnu skipum »sogar« eisini M/S Hans Hedtoft, sum fórst undir Grønlandi, so vistu hesir menn, at kuplarnir høvdu eittans endamál: »At vera ein »Early warning station«, um russar vendu atommissilunum
heima. Núverandi skipan er góð, men má útbyggjast munandi. Her skal ikki røðast so nógv á hesum sinni um fólkapensjónsupphæddina, sum summi kanska klára seg so dánt við, men nógv ikki, heldur ikki skal so [...] Møguliga koma summi nøvn á bíðilistunum fyri fleiri ferðir, so fyrivarni skal takast, um hetta tal er púra beint, men hóast hetta fyrivarni, so er týðuligt, at tað eru alt ov fá tøk búpláss til veik og óhjálpin [...] sigast, at tolin hava tey eldru verið. Lyftir um bata tróta ikki frá teimum ymisku politisku flokkunum, men lítið og einki hendir. Fólkapensjónsupphæddin er afturúrsigld, heimarøktin er ikki komin upp á hædd