Leygardagin hevði Fótbóltssambandið fund við feløgini um kvinnufótbólt. Fundurin er ætlaður sum eitt forum, har feløgini kunnu siga sína hugsan, men um nakrar broytingar skulu gerast í lógunum, má tað gerast á aðalfundinum. Fundurin við feløgini hevur ikki heimildir til nakrar lógarbroytingar ? hann er bert ætlaður til at lodda dýpið úti í feløgunum undir FSF.
Bert sjey feløg høvdu gjørt sær tann ómak at luttaka á fundinum, og tað var eitt lítið vónbrot fyri FSF. Men fundurin, sum vardi góðar tríggjar tímar, var kortini áhugaverdur, og fleiri mál vórðu umrødd.
Tað kom millum annað fram á fundinum, at feløgini ynskja kappingina í 1. deild skipaða sum eina dupultkapping, so hon verður longri. Í ár spældu liðini, sum vóru sjey í tali, tólv landskappingardystir í part. Í 1999 verða bert seks lið í deildini, og tá eru tíggju dystir ov lítið, og tí vilja feløgini fegin hava eina dupultkapping, sum sostatt gevur 20 dystir.
Breið semja var um hetta millum tey fáu feløgini, sum vóru møtt upp ? ikki øll feløgini, sum hava lið í 1. deild hjá kvinnum, vóru umboðað á fundinum.
Við tað at tað við uppskotinum um dupultkapping verða fleiri dystir í landskappingini, varð eisini skotið upp at broyta steypakappingina, so hon frá næsta ár verður spæld eftir cup-skipanini frá byrjan til enda.
Trupulleikin sum var í ár við teimum mongu úrmeldingunum í 2. deild var eisini uppi og vendi.
Eitt annað av málunum var dómaraspurningurin, sum er trupul. Oftani er hetta ov óseriøst í kvinnudeildini, og tað krevur bata.
Uppskot var eisini um at skipa fyri eini 2-3 vikuskiftiskappingum fyri »Old Girls«, og hetta tóku flestu feløgini á fundinum undir við.
Eisini vóru røddir frammi um at skipa yngru gentudeildirnar í eina meistaradeild og aðrar deildir.
Uppskot um U21-landslið
Kvinnulandsliðsarbeiðið hjá FSF hevur í seinastuni vakt undran hjá mongum, tí vit har hava eitt U18-landslið, men einki omanfyri tað.
FSF hevur kenslu av, at tað eru sera fáir spælarar í kvinnudeildini, sum eru omanfyri 20 ár. Ein stórur partur gevst, tá hann fer um tey 20, og tí var eisini uppskot frammi um at gera eitt U21-landslið, so fleiri av teimum frægastu spælarunum, sum eru omanfyri 18 ár, eisini hava eitt landsliðspláss at spæla fyri umframt heimligu lands- og steypakappingina.
Eitt A-landslið hjá kvinnunum kemur ikki upp á tal, og tað vita feløgini eisini. Til tað eru pengarnir hjá Fótbóltssambandinum stutt og greitt ov smáir. Og harafturat eru tað ikki nógvir veruliga royndir spælarar í Føroyum til at manna eitt landslið, heldur FSF.
Ein annar møguleiki, sum FSF eisini nevndi á fundinum, er ætlanin saman við hinum norðurlondunum um eina kapping fyri feløg, har Føroyar so kunnu senda sítt meistaralið og styrkja tað við spælarum úr øðrum feløgum, so vit kortini fáa eitt slag av landsliði hjá kvinnunum.
Sum sagt var undirtøkan fyri fundinum ikki so góð millum feløgini, sum ein kundi vónað og kanska eisini roknað við. Sjey feløg vóru á fundinum, og ikki øll 1. deildarfeløgini vóru við. Hetta er eitt sindur hugstoytandi og ein lítil ábending um, at ikki øll feløgini taka kvinnufótbóltin í nóg stórum álvara enn, hóast hann hevur verið skipaður undir FSF í skjótt fimtan ár. Og tað er spell.
Fótbóltssambandið skal hava ein fund afturat við feløgini. Hann er settur at vera eina ferð í januar ella februar og skal snúgva seg um ungdómsfótbóltin.