Pensjónistar gera meira og meira vart við seg og vísa sína ónøgd við mongum viðurskiftum hjá teimum, hóast tað má sigast, at tolin hava tey eldru verið. Lyftir um bata tróta ikki frá teimum ymisku politisku flokkunum, men lítið og einki hendir.
Fólkapensjónsupphæddin er afturúrsigld, heimarøktin er ikki komin upp á hædd við tað, sum nútíðin krevur. Øll, sum hava við hesi eldru veiku at gera, eru pøst og overvaði, tí ov knøpp tíð er avsett til hvønn einstakan, um alt skal náast. Tað er lætt at ávísa, at alt ov lítið av peningi er avsett til at veita ta mest neyðugu hjálpina í heiminum, tí møguleikarnir fyri at veita hana aðrastaðni eru sera smáir, sum tølini niðanfyri so týðuliga siga frá. Vit gerast alsamt eldri, og aldurin hevur við sær fleiri brek og sjúkur, so tey veiku í hesum aldursbólkinum verða fleiri í tali, tey koma sostatt at hava brúk fyri meira hjálp og lætta í teirra egna umhvørvi heima. Núverandi skipan er góð, men má útbyggjast munandi.
Her skal ikki røðast so nógv á hesum sinni um fólkapensjónsupphæddina, sum summi kanska klára seg so dánt við, men nógv ikki, heldur ikki skal so nógv sigast afturat um tørvin á hjálp heima, sum er nógv størri, enn orka er til í løtuni. Men eg ætlaði mær at umrøða tann partin av eldraumsorgan, sum verður teimum veikastu fyri, tey, sum hava dagliga røkt fyri neyðini, sum ikki kann fremjast í heiminum vegna ringar umstøður heima, ella tí at støðan hjá tí einstaka er so ring, at ikki ber til at vera heima. Tað kann vera knappliga ákomin sjúka, sum hevur verandi brek við sær, og sum ger, at onnur mugu vera um viðkomandi alla tíðina. Tað kunnu eisini vera fólk, sum sita í einsemi og ikki eru før fyri at fara út fyri dyr, ella har eingin næstringur er at vitja. Hvat hava vit av møguleikum til slík hjálparleys fólk, sum flest eru í eldra aldursbólkinum?
Vit hava sjúkrahús, sum taka ímóti øllum, sum eru álvarsliga sjúk, har tey verða kannað og viðgjørd so gott, sum tað nú einaferð ber til. Tá hetta er liðugt, skal kanska eftirviðgerð fara fram, ofta aðrastaðni enn á sjúkrahúsinum, men sjúklingurin skal framvegis røktast og ansast á besta hátt, og ber ikki til at gera hetta heima, so koma røktarheimini inn í myndina.
Vit hava 5 størri ellis- og røktarheim í Føroyum við umleið 200 tøkum plássum. Hei eru partvís ætlaði sum ellisheim. Eitt ellisheim burturav er í Havn við 33 plássum, meðan hini taka sær av teimum meira óhjálpnu og røktartørvandi eldru.
Umframt nevdu Røktarheimini og Ellisheimið eru fleiri eldrabýli og sambýli og vistarheim ymsastaðni í landinum. Hesi eru ætlaði teimum eldri óhjálpnu, sum ikki er pláss fyri á teimum størru heimunum. Tað eru smærri eindir í ymiskum kommunum, har tørvurin á búplássum fyri eldri er so stórur, at kommunurnar hava sæð seg noyddar til at gera okkurt fyri sínar borgarar.
Hetta verður gjørt í samstarv við landsmyndugleikarnar við stuðli gjøgnum Almannastovuna og í samstarvi við heimarøktina. Hesi smærru heimini vísa seg at vera ein sera góð hjálp í umsorganini fyri teimum meira veiku eldru, sum her kenna seg væl við góðari røkt og í tryggum umstøðum.
Eina uppgerð yvir búpláss havi eg fingið til vega við at ringja til øll heimini, sum taka sær av teimum eldru, eisini hvussu nógv standa á bíðilista til at koma inn á hesi heim. Aftaná skal ein meting gerast yvir tørvin á búplássum - her meint við bæði føst búpláss og umlættingarpláss - og síðani gerast ein úrskurður yvir støðuna í dag.
Fyri alt Føroyar eru 327 tøk búpláss, her er íroknað eitt sambýli í Vági við 10 plássum, sum verður tikin í brúk í 1999.
Á bíðilista standa 644 fyri allar Føroyar. Hesi eru fólk, sum ynskja at koma inn á eitt røktarheim, ellisheim ella sambýli, annaðhvørt sum fastbúgvandi ella til umlættingar.
Yvirlit yvir støðuna í hvørjari sýslu sær:
Í Føroyum búgva útvið 45.000 fólk. Av hesum eru 6150 yvir 65 ár. Av teimum, sum eru yvir 65 ár, verður roknað við, at 10% eru so mikið óhjálpin, at tey hava tørv fyri uppihaldi á einum stovni. Eftir hesum skuldi tørvurin hjá okkum verið 615, men vit hava bert pláss fyri 327. Eftir tølunum omanfyri 327 + 644 = 971 er tørvurin upp aftur størri. Møguliga koma summi nøvn á bíðilistunum fyri fleiri ferðir, so fyrivarni skal takast, um hetta tal er púra beint, men hóast hetta fyrivarni, so er týðuligt, at tað eru alt ov fá tøk búpláss til veik og óhjálpin fólk í okkara samfelag.
Tá tosað verður við leiðarar á hesum ymisku stovnunum, so skilst væl á teimum, at tey eru ørkymlað av teimum longu bíðilistunum. Tey vita ikki síni livandi ráð. Hvør skal takast inn, og hvønn skulu tey siga nei til? Tað eru bert tey ávísu plássini, hvat er so at gera?
Tey avvarðandi mugu so taka um endan, og tað verður eisini gjørt bæði væl og virðiliga. Heimarøktin, heimasjúkrasystrar og kommunulæknar hjálpa so til, har tað krevst. Ábøtur í heiminum eru ofta neyðugar, og kann hjálp fáast til hetta eftir umsókn. Somuleiðis er eisini ofta brúk fyri hjálpartólum, sum Hjálpartólamiðstøðin kann skaffa til vega. Men ynskjandi var, at munandi betri hjálp varð veitt teimum eldru, so tey kendu seg meira trygg. Meira heimahjálp, eisini uttan fyri vanligu dagarbeiðstíðina, helst við møguligari tilkalluhjálp um náttina. Tað vildi verið ein tryggleiki hjá nógvum av teimum meira ússaligu eldru, sum eru heima hjá sær sjálvum.
Fyri 25 árum síðani var nógv tosað og skrivað um eldrarøkt og ellisheim. Samfelagsviðurskiftini hjá okkum vóru tá í ferð við at broytast, og hendan broyting er farin fram við miklari ferð á so at siga øllum samfelagsøkjum. Men fyri at halda seg á økinum fyri eldrarøkt og samanbera hana við nútíðina, so kann stutt sigast, at avvarandi myndugleikar høvdu ikki serliga stóran áhuga í hesum máli tá, ávís bløð talaðu beinleiðis ímóti at byggja ellis- og røktarheim, tann vanliga hugsanin var, at fólk skuldu vera í sínum heimi og passast av teimum avvarðandi til doyggjandi dag. Soleiðis var tað í gomlum døgum, og soleiðis átti tað framhaldandi at vera.
Men í dag er hugburðurin til eldrarøkt broyttur munandi. Myndugleikar, bløð, almenningurin, øll taka nú undir við, at tey veiku eldru skulu fáa betri og tryggari umstøður.
Samanbera vit tølini fyri 25 árum síðani við tey í dag, so vóru tá umleið 4000 fólk yvir 65 ár, nú 6150, tá vóru 100 tøk pláss til eldri, í dag 327. Tørvurin var tá umleið 200, í dag yvir 600.
Eldrarøktin er munandi batnað hesi 25 árini, men vit hava ikki fylgt við í útbyggingini av eldra-bústøðum, helst hevur kreppan, sum rakti alt samfelagið so hart, havt sína ávirkan her. Hetta verður ikki møguligt at vinna inn aftur í bræði. Men tað eru framvegis nógv eldri, sum hava meira hjálp fyri neyðini, so í fyrsta umfari má heimahjálpin víðkast munandi við eyka heimahjálp alla tíð á samdøgrinum, samtíðis sum kommunurnar seta á stovn fleiri sambýlir og umlættingarpláss.
Tað er einki at ivast í, at eldri hava tað betri nú enn fyri bara 25 árum síðani, men enn krevst nakað, áðrenn vit kunnu siga, at støðan hjá teimum veiku eldru er sømilig fyri eitt samfelag sum okkara.
Sigvald Kristiansen