? Hetta er ein máti at seta andstøðuna út av spælinum uppá.
Henrik Old er ikki serliga fegin um arbeiðslagið í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Sjálvur er hann limur í vinnunevndini, men hann fýlist á, at tað hava ongir fundir verið í nevndini nú í langa tíð.
Samstundis liggja fleiri mál, summi teirra stór mál, í nevndini og bíða.
?Tað sær út til, at alt virksemið er lagt stilt.
? Serliga heppið er hetta ikki. Men hetta er so ein máti at seta andstøðuna út av spælinum uppá, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at eftir øllum at døma er orsøkin til at so lótið kemur á skaftið í vinnunevndini tann, at formaðurin í nevndini, Heini O. Heinesen, eisini er nevndarlimur í fíggjarnevndini.
Og spurningurin verður reistur, hvussu rætt tað er, at nevndarformaðurin í vinnunevndini, samstundis er limur í fíggjarnevndini.
? Vinnunevndin er tann nevndin, sum hevur mest at gera, umframt fíggjarnevndina.
? Og tað er ein trupulleiki, at formaðurin í aðrari nevndini, samstundis er nevndarlimur í hinari nevndini, tí so kemur arbeiðið í aðrari nevndini at halta.
Fella fyri freistini
Ein avleiðing av, at so fáir fundur hava verið hildnir í vinnunevndini, er, at summi mál, sum liggja í nevndini, nú eru í vanda fyri at fella fyri tíðarfreistini.
Mál, sum eru løgd fyri tingið, og sum verða beind í nevnd, skulu verða viðgjørd løgd fyri tingið aftur, áðrenn 30 dagar eru farnir.
Eitt mál, sum er í vinnunevndini, og sum Henrik Old hevur serligan áhuga fyri, er uppskotið sum javnaðarflokkurin legði fyri tingið um at játta djúpvatnstrolarunum íløgustuðul í trý ár afturat.
Málið varð beint í vinnunevndina 18. november.
Sostatt er seinasta freist at fáa tað úr nevndini aftur 18. desember, og tað er fríggjadagin.
Men tað verður mett at verða ómøguligt, tí talan er um eitt rættiliga umfatnadi mál, sum krevur at nógv fólk verða boðsend til fundar.
Tað ber til at biðja Løgtingsformannin um undantaksloyvi, so at ein nevnd fær meiri enn 30 dagar at viðgerða eitt mál.
Men so vítt, vit hava fingið upplýst kann tað bara koma uppá tal, tá ið talan er um serliga stór og krevjandi mál, ella har tað er neyðugt at útvega fleiri upplýsingar, sum tað ikki ber til at útvega áðrenn freistin er úti.
Tað er neyvan nóg mikið, at fáa freistina longda, at nevndarlimir ikki hava havt stundir at hildið fund.
Men gongur ov long tíð, ber eisini til hjá tingformanninum at leggja málið fyri tingið til 2. viðgerð nevndarálit
Henrik Old sigur, at hann harmast um, at málið um djúpvatnstrolararnir ikki kom framaftur, men nú sær hann svart uppá, at tað yvirhøvur kemur framaftur.
Hava bíðað
Formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen sigur, at tað hevur ikki verið umstøður at hildið fund, tí tað hevur verið so nógv at gera.
Og hann heldur ikki, at tað var rætt at fáa varamann í fíggjarnevndini, mitt undir viðgerðini at fíggjarlógini, tí tað hevði órógvað viðgerðina.
Hann sigur eisini, at tað er trupult at halda nevndarfundir sama dag, sum tingfundir eru.
Og tað verður tingfundur alla hesa vikuna og í komandi viku er ætlanin at fara í jólafrí.
Men ein grund til, at málið um íløgustuðulin til djúpvatnstrolararnar hevur bíðað eftir, at nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum varð tilnevndur, eftir at John Petersen fór frá, sigur Heini O Heinesen.
Hann metir tó hetta ikki sum nakran trupulleika, tí tá ið farið verður eftir teimum, er tað skjótt at avgreiða eitt mál.