Nú eru kuplarnir góðir!

Her er ein søga um friðarfólk, ið veruliga vildu nakað, sum oddagreinin sóknast eftir

Eg átti ein vitugan og kenslusaman (citat úr Dimmalætting 1977) pápa, sum bygdi alt sítt lív uppá, at vera hjálp hjá sjúkum og niðurundirkomnum føroyingum og útlendingum við.

Undir krígnum var hann millum mangt annað við til at taka - hálvar og minni heilar bretar - upp úr sjónum og fjørðuni rundan um Sandagerð, og bera teir niðan á hospitalið. Hesir vóru vanligir bretar úr armeraða trolaranum »Lincoln City«, sum varð bumbaður av týskum flogførum - á vágni - stutt frá okkara heimi. Hetta var einki ynskiligt og eitt sera ótespuligt arbeiði, eitt arbeiði; sum fær hvørt eitt kenslusamt menniskja at hata kríggj og ta hermegi, ið løstar og drepur 100 tals milliónir av ósekum menniskjum.

Hetta var m.a. ein av grundunum til, at hann - sjálvt um fólkafloksmenn tveitti hann út úr flokkinum - segði ja til at vera stillari hjá Karsten Hoydal, tá tjóðveldismenn stillaðu hann upp til fólkatingsvalið í 1960, og hvørs ætlan var at forða fyri, at vit fingu hasa NATO hernaðarstøðina í Føroyum. Jú! tað var friður, sum lá fremst í huganum. Hasir mennirnir høvdu upplivað tveir veraldarbardagar, so latið ongan iva vera í tí, at teirra ynski um einar hernaðarfríar Føroyar, var álítandi.

Eisini tá - sum við dómarakanningini - samtykti eitt einmalt løgting, at Føroyar skuldu vera neutralar og ikki standa innan nakran hernaðarblokk, eins og Svøríki.

Ja! Ofta er torført at finna útav, hvør ræður her heima.

Hóast vit vóru fylt við lovorðum um, hvussu kuplarnir kundu bjarga okkara egnu skipum »sogar« eisini M/S Hans Hedtoft, sum fórst undir Grønlandi, so vistu hesir menn, at kuplarnir høvdu eittans endamál: »At vera ein »Early warning station«, um russar vendu atommissilunum ímóti USA«? Sostatt vóru Føroyar eitt sera týdningarmikið hernaðarmál og kundi verið sprongdar í smá pettir, fyri ikki at steðga russisku rakettunum at røkka USA.

Hví bleiv oyggjarvegurin bygdur hasa leiðina, tá vegurin framvið Kaldbaksfjørðinum var bæði betri og styttri, og hvar bleiv Marshallhjálpin av sum føroyingarnir skuldi hava?

Nei leiðaraskrivari - kuplarnir hava ongantíð verið góðir og eru tað væl heldur ikki nú, og avmilitarisering er vónandi ikki skúgvað til viks. Eg skilji ikki hvussu nakar kann spyrja: »Hvussu við hervaldinum, um tit fáa fullveldi?«

Vit skulu ikki hava nakað hervald, vit hava einki at brúka tað til. Um nýggjur verðaldarbardagi skuldi brosti á, so er teknikkurin soleiðis háttaður í dag, at sjálvt um vit høvdu 25-30 føroyskar hermenn við hvør sínari kanón í Mjørkadali, (tað verða ikki ráð til fleiri), so hevði mótstøðuhermaðurin, sum trýsti á knappin bert flent - og vekk vóru vit. Hatta kunnu vit í hvussu so gera nakað við nú, og halda Føroyar uttan fyri alla hernaðarmegi. Hugsið um Rusland, ið sendir støð fyri milliardir út í rúmdina, saman við 16 øðrum tjóðum, meðan fólkið svøltar, har eru vit hjálparleys, men ikki her.

Tó er her eitt afturat, sum eg ikki skilji, og tað er hví alt skal vera so loyniligt úti í Tinganesi? Einsaferð var lovað føroyingum alment innlit, men tað mugu tit hava gloymt, og sjálvt um vit ikki skulu stinga nøsina í alt, tit gera her úti, so er tað hóast alt nógv fyri, at fólkið skal hoyra hesi ymisku tíðindini frá morgunsendingini hjá útvarpinum, sum teir hava frá Jyllandsposten og øðrum donskum avísum, tí nú hevur ein ella annar professari við donsku universitetini - funnið fram til - kannað - roknað út - o.s.fr. hetta og hatta um Føroyar. Tað hevði verið rættari og hugaligari at fingið tíðindini úr Tinganesi.

Eisini hugsi eg um luftrúmið yvir Føroyum, men tað mugu vit væl bíða eftir, til Jyllandsposturin er komin so langt.

OG satt at siga, so er tað ikki JÚST komið fram, at danir fingu nógv burturúr týdningarmiklu strategisku støðu Føroya. Hatta hava føroyingar vita í nógv ár, Palleba er ikki býttur, so hatta flotta altjóða krígsspælið tú leggur okkum tjóðveldisfólk undir at spæla nú, er gamalt. Føroyingar hava onga orsøk til at lata danir fáa ágóðan av, at vit í »kalda krígnum« vórðu nýtt sum »kanónføði«.

Nei! Løgmaður og varaløgmaður skuldi ongantíð verið farnir til Danmarkar aftaná loysingarvalið, og kalla tað: »Vit fara til Danmarkar at samráðast«, men at »Vit fara fyrst at gera upp við Danmark, og síðani at samráðast«. So høvdu vit sloppið frá hesum umaftur og aftur og fram-tjakinum, um blokkin, tjakið! sum bert ger okkum í ørviti, tí vit at enda ikki finna út av, hvat hvør hevur sagt og hví!

OG aftaná eina uppgerð, hevði blokkurin kanska ikki verið so stórur og virðismikil, at krøkt seg í.


11.12.98.

Elin Dahl Johannesen