Neistakvinnurnar vóru alt annað enn nøgdar aftan á dystin móti StÍF, sum tær taptu við einum máli, 18-19. Tær vóru ónøgdar við dømingina, sum eftir teirra tykki var út av lagi vánalig og ein av høvuðsorsøkunum til, at dysturin á Skála varð taptur.
Á dómaraseðlinum hevur liðleiðarin hjá Neistanum undir teigin »viðmerkingar« skrivað, at »Neistin klagar dómararnar, teirra døming setti ov stóran dám á dystin og hevði týðandi ávirkan á úrslitið.«
Tað er rætt, at dømingin av dystinum millum StÍF og Neistan sunnudagin kundi verið betri, men at siga, at hon varð avgerandi fyri úrslitið, er at fara ov langt. Og at skriva tað á dómaraseðilin má sigast at vera ein sera løgin framferðarháttur.
Um Neistin ætlar sær at kæra dómararnar, kann tað ikki gerast gjøgnum dómaraseðilin, og hvat ætlanin við at skriva tílíkt á ein dómaraseðil man vera, er ilt at siga. Tað er í øllum førum ikki vanlig mannagongd. Dómararnir hava báðir undirskrivað dómaraseðilin, men eftir hvat skilst er hetta skrivað á aftaná at dómaraparið hevur skrivað undir og góðkent seðilin, og hvussu tað er gjørt, er ikki gott at vita. Ein kæra frá Neistanum fær neyvan nakrar avleiðingar, og nýggjur dystur kemur ikki upp á tal. Og StÍF-kvinnurnar kunnu heldur ikki revsast, tí tær eru ósekar.
Tað sum ein fyrst og fremst legði til merkis við dømingini á Skála sunnudagin var, at dómararnir ikki høvdu serliga gott skil á útvísingum og gulum kortum. Meir enn eina ferð kom tað fyri, at annar dómarin gav einum spælara gult kort, meðan hin vísti honum út í tveir minuttir. Men har var eisini nógv at halda skil á ? tá dysturin var liðugur, hevði Neistin fingið tilsamans tvey gul kort og átta útvísingar, meðan StÍF »slapp« við trimum gulum kortum og fýra útvísingum.
Sjálvandi eru onkrir dómar skeivir ? tað slepst ikki undan ? men sum heild dømdu dómararnir ikki illa, hóast teir hava dømt betur, enn teir gjørdu sunnudagin. Og at dømingin fekk ávirkan á úrslitið, er ikki rætt ? heldur vóru tað Neistakvinnurnar sjálvar, sum í løtum ikki megnaðu at halda høvdið nóg kalt.
Tríggjar ferðir
fýra móti seks
Neistin fekk átta útvísingar. Fleiri av hesum fullu ísenn, og tí merktist tað eisini nógv á liðnum, sum tríggjar ferðir í dystinum spældi við fýra útispælarum móti seks hjá StÍF.
Men hinvegin dugdu StÍF-kvinnurnar ikki serliga væl at gera sær dælt av hesum yvirtalsstøðunum. Ta fyrstu ferðina fingu tær tvey mál og fóru frá 7-7 upp á 9-7 (tað var í fyrra hálvleiki, tá nógv var eftir av dystinum), og aðru ferðina ? tað var beinanvegin í seinna hálvleiki ? skoraði StÍF-kvinnurnar als ikki, hóast tær vóru tvær fleiri á vøllinum.
So skjótt sum Neistakvinnur vóru fullmannaðar aftur, javnaðu tær út aftur til 14-14. Við støðuni 16-16 fingu aftur tvær hjá Neistanum tveir minuttir út, StÍF skoraði einaferð, og so noyddist ein hjá teimum eisini út um í tveir minuttir.
Endin á dystinum bleiv rættiliga spennandi, tí tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan 19-18 til StÍF. Neistin tók time-out og var nær við at skora, men at enda stríddi heimaliðið seg til sigurs, og samanumtikið var tað eisini uppiborið.
Mundu fingið
somu lagnu sum VÍF
Men StÍF var um vera fyri somu lagnu, sum tær sjálvar útsettu VÍF fyri í síðstu viku. Tá var VÍF á odda í hálvleikinum og sá út til at hava fult tamarhald á, men kortini eydnaðist tað StÍF at vinna, ikki minst tí VÍF einki mál fekk í sekstan minuttir út í eitt.
Sunnudagin var hálvleiksstøðan 13-10 til StÍF. Tað øktist til 14-10, men so skoraði StÍF bert tvey mál teir næstu 14 minuttirnar, meðan Neistin fekk seks, og so stóð á jøvnum 16-16. StÍF skoraði so til 17-16, men Neistin svaraði aftur til 17-17. Síðani fekk StÍF tvey mál afturat og tók seg upp á 19-17, men tað vóru framvegis sjey minuttir eftir av dystinum. Tá tríggir vóru eftir, fekk Neistin minkað til 18-19, men meira hendi ikki, og sostatt megnaði Neistin ikki at taka fremsta plássið frá Kyndli í hesum umfarinum. Tað fáa tær møguleika fyri komandi sunnudag, tá júst Neistin og Kyndil hittast í oddadystinum í kvinnudeildini.
Góður møguleiki
fyri fleiri stigum
StÍF-liðið, sum í Óluvu Djurhuus hevur kanska besta málverjan í kvinnukappingini, er nú farið at minna eitt sindur um tað, sum var so nær við at gerast føroyameistari í fjør. Næstu tveir dystirnir hjá StÍF eru móti GÍ/Tjaldrinum, og um strandakvinnur spíla seg nóg nógv út, vinna tær báðar teir dystirnar. So eru tær komnar upp á tólv stig, og so hava tær ein dyst móti Kyndli áðrenn tann seinasta í grundspælinum, sum er á heimavølli móti VB. Sostatt skuldi StÍF ? um tær ikki gera nakað býtt ? havt í øllum førum 14 stig, tá grundspælið er liðugt, og so verða stigini hjá øllum liðunum koyrd niður í helvt. Jú, tað er framvegis nógv eftir at spæla um, eisini hjá StÍF.