Løgmaður heldur tað muna lítið at tosa um búskaparligu avleiðingarnar við fullveldisætlanunum, áðrenn búskaparligu kanningarnar eru gjørdar.
Nevndin, sum skal setast at kanna málið, er um at verða mannað, og fer í næstum undir arbeiðið.
Løgmaður ásannar at eitt yvirskot frameftir skal vera á fíggjarlógini, men at ikki ber til at seta tal á tað, eftir sum fortreytirnar verða so nógv broyttar.
? Sum eg meti um støðuna í løtuni, er torført at siga, um yvirskotið skal vera 300 mió. krónur, sum Janus Petersen, bankastjóri, sigur. Vit vita bert at vit skulu liva við ongum blokstuðli.Tað er tí nyttuleyst at kjakast um tøl, áðrenn vit hava búskaparkanningina, sigur Anfinn Kallsberg.
Einki tilfar til lýsir støðuna uttan blokkin
Hann heldur ikki, at nakað tilfar er til sum lýsir, hvat hendir tá blokkurin verður avtikin. Tað skal búskaparkannngin avdúka.
? Um nú kanningin vísir, at vit ikki kunnu vera blokkin fyri uttan?
? So mugu vit taka støðu til tað. Í fyrsta umfari verða nágreiniliga útgreiningar av búskaparstøðuni gjørdar. Síðani verður kanningin løgd fram í tinginum, har aðalorðaskiftið verður. Út frá hesum skulu politikarar taka støðu, sigur Anfinn Kallsberg.
Ikki taka pening
frá borgarunum
? Hvat heldur tú um uppskotið at tátta í búskaparliga?
? Her verður helst hugsað umat hækka skattin, og har eri eg ikki samdur. At taka peningin frá borgarunum og seta hann í landskassan, er torførasti háttur at handfara búskapin, sigur løgmaður.
Hann er ikki samdur við teimum búskaparfrøðingum, sum vilja brúka landskassan sum stýrisamboð, eitt nú fyri at minka um nýtsluna. Tað er nyttuleyst at taka frá borgaraunum, tí tá fer peningurin bert til meirnýtslu innan tað almenna.
Tað økir um trýstið á inflatiónina, og elvir til lønarvøkstur.
? Av hesum verða vit verri fyri, tí hetta minkar um útflutningsvirðið og haldilsjavnan og hervið gjaldsjavnan, sigur løgmaður.
Hann heldur, at bert ein uppskrift er, um vit skulu varðveita og styrkja kappingarførið, og tað er við at sleppa undan lønarglíðingum, bøta um kappingarførið og hervið styrkja um handilsjavnan og gjaldsjavnan, fyri ikki at fáa yvirupphitaðan búskap.
Føroyingar hava bøtt um kappingarvirðið
Dømi um at henda uppskriftin er røtt, vísir Anfinn Kallsberg á við at nevna, at føroyingar hava bøtt um kappingarvirðið seinastu trý-fýra árini við 25 pst., í mun til Ísland, Skotland og Noreg, har lønirnar eru hækkaðar og skattatrýstið økt í sama tíðarskeið.
? Vit hava lækkað skattatrýstið og hava kortini meira eftir í lønarposanum, hóast lønirnar ikki eru hækkaðar, sigur løgmaður.
Hann vísir eisini á dømi, at skattalættin seinastu trý-fýra árini hevur ført við sær, at inntøkurnar hjá í landskassanum eru hækkaðar, eins og tað hevur víst seg, at framleiðsla, sum ikki lønti seg áður, nú er farin at bera til.
? Ein broytining er, at í dag fer ótilvirkaður fiskur ikki av landinum í somu nøgdum sum áður. Tað hevur skapt arbeiði á landi.
Løgmaður nevnir útflutningstølini fyri ótilvirkaðan fisk, sum í 1996 var 15000 tons, í januar-februar 1997 var talið 7.600 tons, men í januar-februar 1998 fóru bert 2.800 tons av ótilvirkaðum fiski av landinum.
? Tað prógvar, at útflutningurin av ótilvirkaðum fiski er lækkaður við tveimum triðingum, og at tað nú loysir seg at virka fisk í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.
Forða fyri lønarglíðingum
Løgmaður vil ikki svara spurninginum, hvat fakfeløgini fara at siga til spurningin um ikki at hækka lønirnar ella lønarglíðingar, sum løgmaður málber seg, men hann heldur tað verða gott hugskot at geva fólki skattalætta og møguliga betri pensiónsskipanir, enn lønarhækking. Tað gevur reallønarhækking.
? Ein treytrin er tó, at vit gera tað,sum er best fyri føroyska samfelagið. Eru vit ikki kappingarførir, verður hetta eitt sjúkt samfelag.
? Fyrsta treyt fyri hesum er sunnur búskapur. Kunnu vit ikki viðgera okkara rávøru í landi, hava vit ikki ein sunnan búskap, sigur løgmaður.