uttan iva er tann, sum hevur latið »tilfarið« til greinina hevur roynt at fáa stáplað eitt boykot av føroyskum vørum upp á beinini, men tað sær ikki út til at eydnast. Tvey stór vøruhús í Bretlandi, Tesco [...] og tað tey hava ráð til, og tað gera vit, sigur talsmaðurin fyri TESCO. Í endanum á greinini heitir Penman á øll tey, sum hava hug at stuðla WDCS fíggjarliga, at senda ein kekk til felagsskapin, so út [...] Tað sær ikki út til at teir sokallaðu »umhvørvisfelagsskapirnir« ætla sær at gevast við at føra stríð móti føroyska grindadrápinum. Og hugburðurin tykist at verða tann, at gevast teir ikki við góðum, so
ung genta fór niður til Danmarkar at ganga á studentaskúla, so var tað kortini skúlatíðin og umhvørvið millum ungfólkið í Høng, sum óbeinleiðis varð orsøk til, at hon valdi at lesa til prest. Á Høng upplivdi [...] burtur ella broyta nakað, men hann kann vera við til at geva teimum ta vónina, sum gleðiboðskapurin boðar okkum, og sum gongur longur enn til hetta lívið. Prestur grætur ikki á kórsgáttini Hvussu ávirkar [...] við. Tað er eisini av stórum týdningi, at tey ungu fáa eina góða barlast við sær út í lívið. Nógv tilboð eru til tey ungu av øllum møguligum slag eisini innan trúarøkið. Tá er gott at hava eitt fast
sum í dag eigur lívið í Alaska og tess íbúgvum og sum er orsøkin til stóru vælferðini í statinum. Undir vitjanini í Alaska nýtti Alex Buvik saman við restini av ferðalagnum høvi til at hoyra framstandandi [...] eina verkætlan av slíkari stødd, uttan at hon hevur verið til ampa fyri hvørki umhvørvi ella menniskjanlig virði. Við hesum sipar hann m.a. til eitt av heimsins størstu oljfeltum, Prudho Bay, sum dagliga [...] sær sjálvum, men var ikki ikki nóg mikið til at menna hetta lítla samfelagið. Kunnu læra av Alaska Alex Buvik sigur seg hava fingið nógv við sær heimaftur til Føroya. -Hóast talan er um ymsar mentanir
bygda á virðing fyri livinum, rætti barnsins til rættartrygd frá gitnaði, og ábyrgd samfelagsins at veita hjálp til allar neyðstaddar borgarar, uttan mun til hvør neyðstøðan enn er. Men fólk óttast at viðgerða [...] a hjálp, sosiala hjálp, heilsuliga o.a. hjálp, verður barni teirra noktað sjálvsagda rætt tess til lívið, og ta rættarvernd, sum allir aðrir borgarar landsins eiga. Tey vóru 22 í fjør og áleið 700 seinastu [...] pakka tasku sína, lata seg í frakkan, geva boð í eyst og vest til, ikki bert floksfelagar, men eisini aðrar løgtingslimir, um ikki at verða við til at viðgerða slíkt mál. So gott sum uttan undantak jarðar føroyska
Marita Petersen. - Vit hava roynt at tikið so nógv mál sum yvirhøvur ber til, men tað hevur ført við sær, at tað hevur ikki borið til at viðgjørt tey so væl sum vit kundu hugsað okkum. Málini hava tí ikki [...] hvørt er ráðgeving nóg mikið. Men vit hava heldur ikki orku til at staðfesta hetta og tí koma óneyðuga nógv børn á bíðilista. - Orsøkin til øktu tilmeldingarnar er lutvíst, at fleiri børn hava trupulleikar [...] dagin hvønn dag er hart. Lívið var einfaldari og friðarligari fyrr, og um ikki mamman var heima vóru onnur vaksin rundan um barnið. - Tíðin vaksin eru saman við børnum í dag í mun til fyrr er minni. Vit hava
mátti tað bera til. Ninoslav og Pól Thorsteinsson, sum vóru eftiransarar mitt fyri, høvdu ilt við at halda teimum á heimaliðnum, eftir tjúgu minuttir var javnt, og stutt fyri hálvleik økti GÍ til 3-1, og so [...] Justinussen í høgru til 3-1. Á vegnum tók bólturin í Sámal Joensen. Hevði hann ikki gjørt tað, so hevði hann farið við síðuna av. Hvørki dómari ella linjuverji vóru samdir við B36 í teirra áskoðan um rangstøðu [...] tóktust væl upplagdir og nógv uppsettir. Teir vóru ágangandi, høvdu betri tak á bóltinum og spældu seg til upplagdar málmøguleikar móti einum tøvandi mótstøðuliði, sum hevði stórar trupulleikar at skipa verjupartin
uttan Bárð á Lakjuni, sum var leikbannaður til henda dystin, og í hansara stað úti í vinstru síðu á miðjuni spældi Roy Róin. Bárður á Lakjuni verður aftur til seinasta og avgerandi dystin hjá ÍF móti nýklaktu [...] málverjan Bjarna Johansen í ryggin, tá hesin skuldi út eftir bóltinum. Men dómarin hevði eina aðra áskoðan, og Bjarni fekk gula kortið fyri at mótmæla. Seinni hálvleikur líktist tí fyrra, bert við øvugtum [...] inni í brotsteiginum nart spælandi venjarin Krzystof Popczynski við hann og stýrdi honum inn í netið til 1-1. Ein strika í rokningini hjá fuglfirðingum, sum av álvara vóru farnir at trúgva upp á sigurin móti
fyri 1999 eru avsettar 1,3 mia. krónur til almanna- og heilsuverkið. Av hesum eru 227 mió. krónur til umsiting og við-gerð á Landssjúkrahúsinum, harav 50 mió. krónur til viðgerð og uppihald uttanlands. Spurd [...] Hvør eftirmetir, hvussu peningurin til sjúkrahúsverkið verður brúktur og hvussu hann gagnar? Nú nýggi bygnaðurin er farin at virka, ber til at sundurgreina játtaninar til sjúkrahúsverkið. Tað merkir at vit [...] við einum uppskoti til nýggjan bygnað. Eitt nú var sjúkrasystrastjóri settur í vár, men varð bert stutta tíð, av tí at arbeiðið var alt ov umfatandi til hálvtíðarstarv, ið varð avsett til hetta arbeiðið.
Í staðin fyri at bretta upp um armar og fara til verka, kvaldu teir sakina í ómegd og berum mistreystisgrenji, til danskur ministari skar ígjøgnum og sá til, at mál okkara fekk ein vissan heimarætt. Man [...] so alt hetta roksið, ið hevur darvað so ómetaliga og hevur verið til so stóran ampa í staðin fyri at bretta upp um armar og hjálpa til? Er slíkt realistiskt? Á politiskum fundum, serliga fyrr, ikki so [...] Fyri nøkrum fáum árum síðani kom ein unglingi til mín, uppøstur og forfardur, hann var akkurát komin úr Danmark. ? Veitst tú hvat, segði hann, veitst tú, hvat danskarar kalla okkum. Nassireyvar, gud veit
tikin til enn, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini. Hví starvið bert er avmarkað til eitt ár, sigur forkvinnan í nevndini. - At setanin er avmarkað til eitt ár kenni eg onki til. Hatta [...] fæst til fólk at taka sær av støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum, verður arbeiðið ikki gjørt til lítar. Hetta hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnstøðulógini, tikið til eftirtektar [...] ella forða fyri, at kvinnur og menn koma at arbeiða undir somu korum. Tað ber til at fáa fatur á bóklinginum við at venda sær til Javnstøðunevndina.