Hann var landnyrðingur í ættini í Vági sunnudagin, og tað er ringast hugsandi ætt, tá ætlanin er at spæla fótbólt vesturi á Eiðinum. VB og ÍF ætlaðu eisini at spæla fótbólt sunnudagin, men tað varð av ongum. Tað var als ikki spælandi fyri vindi.
Tí kann tað eisini sigast at vera í lagi, at liðini býttu, ja? sól og vind líka og spældu javnleik 1-1. Fuglfirðingar høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki og høvdu greiða yvirvág fyrstu 45 minuttirnar, meðan tað var beint øvugt í seinna hálvleiki, tá vágbingar høvdu vindin í ryggin.
Bæði liðini megnaðu eisini at skora, tá tey høvdu vindin undan. Tað vóru spældir 38 minuttir, tá ÍF fekk eitt hornaspark, sum varð sent innfyri. Nógv fólk varð savnað í VB-brotsteiginum, og Viggo Johannesen, sum hevur fingið heilt nógva spælitíð í seinnu helvt, nú skaðar og leikbann hava herjað í Fuglafirði, setti høvdið á, og so vóru gestirnir á odda.
VB-menninir vóru ikki fegnir um hetta málið, tí teir vildu vera við, at ein fuglfirðingur heilt greitt hevði skumpað málverjan Bjarna Johansen í ryggin, tá hesin skuldi út eftir bóltinum. Men dómarin hevði eina aðra áskoðan, og Bjarni fekk gula kortið fyri at mótmæla.
Seinni hálvleikur líktist tí fyrra, bert við øvugtum fortekni. Nú var tað heimaliðið, sum við góðari hjálp frá landnyrðinginum trýsti spælið oman á ÍF-hálvuna, men vindurin fór sum oftast avstað við bóltinum, so skjótt hann fór eitt sindur uppfrá. Av tí sama var spælið í seinna hálvleiki eins tilvildarligt og í fyrra hálvleiki.
Klokkan gekk, og tað bendi meir og meir á, at støðan fór at halda sær, og at ÍF tí fór at fáa tey trý stigini, sum kundu tryggjað teimum sessin í 1. deild eisini komandi ár. Men tá fimm minuttir vóru eftir, sendi Jón Pauli Olsen, sum hesaferð spældi offensivur miðvallari í bakborði, ein langan bólt fram móti ÍF-brotsteiginum. Vindurin gav bóltinum enn meira ferð, og inni í brotsteiginum nart spælandi venjarin Krzystof Popczynski við hann og stýrdi honum inn í netið til 1-1. Ein strika í rokningini hjá fuglfirðingum, sum av álvara vóru farnir at trúgva upp á sigurin móti VB-arunum, sum blivu alsamt meira frustreraðir.
Men hóast ein kann siga, at ÍF var óheppið, tí teir mistu leiðsluna so seint í dystinum ? tað hava teir eisini gjørt fyrr í ár ? vóru teir eisini hepnir, tí stutt eftir útjavnandi málið dømdi Birgir Sondum brotsspark til heimaliðið. Bólturin kom innfyri úr vinstru síðu, og Bartal Eliassen tveitti seg eftir honum. Hann ætlaði ivaleyst at skalla hann, men í staðin slóg hann hann burtur við hondini, meðan tveir aðrir fuglfirðingar stóðu undrandi inni á strikuni, klárir til at fáa bóltin burtur úr vandaøkinum. Brotssparkið var sólaklárt, og fyri tað fekk Bartal gula kortið. Milan Culjic, sum var defensivur miðvallari sunnudagin, varð settur at skjóta, men Erling Joensen bjargaði frágera væl skotinum hjá honum, og samstundis bjargaði hann ÍF eitt kærkomið stig og áttanda javnleikin á árinum.
Fuglfirðingar spældu uttan Bárð á Lakjuni, sum var leikbannaður til henda dystin, og í hansara stað úti í vinstru síðu á miðjuni spældi Roy Róin. Bárður á Lakjuni verður aftur til seinasta og avgerandi dystin hjá ÍF móti nýklaktu føroyameistarunum HB, men hinvegin noyðist Bartal Eliassen tá at sita uttanfyri, tí gula kortið, hann fekk í Vági, gevur honum leikbann.
Við stiginum í Vági tryggjaði ÍF sær, at teir ikki enda aftastir í deildini ? ikki uttan so, at teir tapa stórt í seinasta dystinum, og at TB vinnur sín dyst móti GÍ við sannførandi málmuni. Men teir kunnu framvegis enda næstniðast, og so er lagt upp til tveir spennandi dystir um upp- og niðurflyting. Um Sumba yvirhálar ÍF í endaspurtinum, skulu fuglfirðingar nevniliga spæla móti grannunum úr LÍF, og tað hevði ivaleyst verið ein sera áhugaverd uppgerð, um tað nú kemur til tað.