- m.a. verður um Ameriku og íbúgvar tess skrivað:
eitt sjúkt samfelag
fullkomuliga farið av leið
vorðið sum samfelag
latið børn skjóta hvønn annan í skúlunum
latið meinaleys fólk í tilafturskomnum londum doyggja av landminum
men fríggjar Bill Clinton uttanum, so má hann frá.
Hesi vóru nøkur brot úr oddagreinini, har høvuðsboðskapurin er, at amerikanska pressan og heimspressan áttu at gjørt meira burturúr at: amerikansk børn skjóta og drepa hvønn annan, smádreingir í Amerika koma alvápnaði í skúla - skjóta og drepa frá hond.
Púra rætt - flestu munnu vera samd í hesum sjónarmiðum og dómi Sosialsins av hesum sum dupultmoralskt.
Men hvussu var tað nú við tí at blása við mjøli í munninum ella blaka við gróti, tá ein býr í glashúsi? Er ikki eitthvørt um, at man skal ansa sær við at gera slíkt?
Hvussu kann Sosialurin, meðan hann/teir harmast at børn í Amerika drepa børn, gloyma tey børn, sum hvørt ár verða dripin her á landi, ikki av børnum, men av:
væl útbúnum føroyingum í besta aldri,
við loyvi frá fólkavaldum føroyingum í besta aldri,
og eftir áheitan frá øðrum vælútbúnum føroyingum í besta aldri?
Sum grundgeving fyri miskunnarleyst at týna barnið í fjálga og trygga bústaði tess, verður brúkt neyðarróp frá illa støddum foreldrum/mammum, sum hava brúk fyri øllum øðrum enn tí steini oman á byrðu, sum fosturtøka altíð endar við at verða.
Ístaðin fyri at veita fíggjarliga hjálp, sosiala hjálp, heilsuliga o.a. hjálp, verður barni teirra noktað sjálvsagda rætt tess til lívið, og ta rættarvernd, sum allir aðrir borgarar landsins eiga.
Tey vóru 22 í fjør og áleið 700 seinastu 10 árini! (hvør einstakur kann ímynda sær hendan hópin av børnum frá 0-10 ára aldur, sum í dag kundu gleðst yvir livið).
Nær hevur Sosialurin viðgjørt vanlagnurnar hjá teimum kvinnum, sum ístaðin fyri 9 mánaða barnsburð fingu lívslangar fylgjur av fosturtøku at stríðast við, tí samfelag teirra vísti teimum hesa »loysnina« í staðin fyri kærleikafulla, menniskjaliga, mentaða, sosiala - og vit kundu hildið áfram - hjálp, sum sømir seg sokallaðum vælferðarsamfelag?
Nær hevur Sosialurin objektivt greitt frá úr Løgtinginum, tá lagnan hjá hesum kvinnum/hjúnum/børnum hevur verið til viðgerðar?
Neyvan nakrantíð.
Hví ikki?
Jú, eg haldi meg vita - tí tað hevði verið ov pínligt. Ov pínligt at sæð leiðandi javnaðarfólk reisa seg, pakka tasku sína, lata seg í frakkan, geva boð í eyst og vest til, ikki bert floksfelagar, men eisini aðrar løgtingslimir, um ikki at verða við til at viðgerða slíkt mál.
So gott sum uttan undantak jarðar føroyska pressan trupulleikarnar hjá hesum foreldrum/einligu mammum, saman við aborteraðu børnum teirra!
Ongin føroyingur ynskir innast inni fosturtøku!!! Tað er mín djúpasta sannføring. Og sæð burtur frá teimum fáu fosturtøkum, sum skuldast tá lív mammunnar er í vanda, er eingin fosturtøka neyðug!
Men ein av fortreytunum fyri at steðga drápunum er, at vit fáa eina viðgerð av málinum - eina djúpa, grundleggjandi viðgerð, bygda á virðing fyri livinum, rætti barnsins til rættartrygd frá gitnaði, og ábyrgd samfelagsins at veita hjálp til allar neyðstaddar borgarar, uttan mun til hvør neyðstøðan enn er.
Men fólk óttast at viðgerða hetta eyma evni, og tá so bæði politikarar og pressan (fjórða statsmaktin) eisini stinga høvdið í sandin, so verður arbeiðið teirra fáu, sum royna, bæði tungt og mangan møtumikið.
Tí at enda hendan áheitan á tíðindablaðið Sosialin: tá tit nú eru farin at vísa amerikanskum børnum umsorgan, takið so eisini tey føroysku við, tey, sum hvørt ár verða týnd á ávísari stovu á Landssjúkrahúsinum. Takið tey og foreldur/mammur teirra við í umsorgan tykkara - tað vildi tænt tykkum til størri heiður enn háfloygdar, um enn rættar, meiningar um Clinton og amerikumenn annars.
Jenis av Rana