Tá eitt korter var farið av ferðmikla og undirhaldandi stríðnum í Sarpigerði, var tað einki, sum hevði borið boð um, at meistararnir frá 1997 vóru á veg ímóti fyrsta tapinum síðani 13. juni ? síðani tá hevur B36 vunnið sjey ferðir og tvær ferðir spælt javnt ? og ímóti tí størsta tapinum yvirhøvur, síðani teir 20. august í 1995 taptu 5-0 móti HB.
B36 menninir tóktust væl upplagdir og nógv uppsettir. Teir vóru ágangandi, høvdu betri tak á bóltinum og spældu seg til upplagdar málmøguleikar móti einum tøvandi mótstøðuliði, sum hevði stórar trupulleikar at skipa verjupartin nóg væl. Hjá B36 var tað hesa løtuna serliga Jan Guttesen, sum var á vongverjanum í høgru, ið var væl upplagdur, Ronnie Samuelsen og Mikkjal Thomassen høvdu tak á tí mesta mitt fyri, og í álopssinnaðu útgangsstøðuni vóru Jákup á Borg, John Petersen og Bjarni Prior, sum allir vóru á toppinum, nærgangandi.
Jákup á Borg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Pól Ennigarð, sum var sera óheppin hesa løtuna, gav bóltin frá sær, álopsmaðurin gjørdist leysur eitt lítið sindur til vinstru, og tá Sunvard Joensen noyddist at leypa út, valdi toppskjúttin at senda í nærra hornið.
So var 1-0, og tað var um reppið, at teir øktu, tá Bjarni Prior kom einsamallur við Sunvardi Joensen, sum vardi fyri. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði myndast, um B36 í hesum álopinum hevði økt til 2-0.
Pípan fekk annað ljóð
Johan Nielsen umskipaði fólkið hjá sær, og tað gav úrslit. Símun Petur Justinussen fór av aftasta manni og í álopið, og Søren Skov Jørgensen og Pól Ennigarð vóru einsamallir í miðverjuni.
Landsliðsmenninir hjá GÍ ? Henning Jarnskor, Magni Jarnskor og Sámal Joensen ? fingu rættuligt tak á, og tá Símun Petur Justinussen vísti seg at vera vandamikil bæði sum skjútti og sum neyvur uppleggjari, so mátti tað bera til. Ninoslav og Pól Thorsteinsson, sum vóru eftiransarar mitt fyri, høvdu ilt við at halda teimum á heimaliðnum, eftir tjúgu minuttir var javnt, og stutt fyri hálvleik økti GÍ til 3-1, og so var í roynd og veru avgjørt, hvar stigini skuldu.
Eyðkent fyri uppspælið til fleiri av málunum hjá GÍ var, at støðurnar stóðust av, at B36 menninir vóru óneyvir og mistu bóltin, tá teir vóru á veg í álop.
Tjúgu minuttir vóru farnir, tá Henning Jarnskor var tryggur úr ellivu metrum, eftir at Sámal Joensen var feldur, og 34 minuttir vóru farnir, tá Henning Jarnskor í vinstru streyk ígjøgnum, eftir at Pauli Jarnskor hevði vunnið bóltin, og Sámal Joensen um miðstrikuna hevði sneitt ein av.
Havnarmenninir vóru rísnir, tí teir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, tá Súni Olsen við hálvfluktara umsetti innlegg frá Rúna Justinussen í høgru til 3-1. Á vegnum tók bólturin í Sámal Joensen. Hevði hann ikki gjørt tað, so hevði hann farið við síðuna av. Hvørki dómari ella linjuverji vóru samdir við B36 í teirra áskoðan um rangstøðu.
Hetta var eftir 44 minuttir, og fimm minuttir inn í seinna umfarið var unglingameistarin hjá GÍ aftur upp á spæl. Úr 58! metrum sendi hann omanfyri Egin Høgnesen, sum hevði verið ov uttarlaga staddur, og á tímanum skoraði Magni Jarnskor, sum var púra leysur dygst undir málinum, eftir at Símun Petur Justinussen hevði lagt innfyri úr høgru.
Tunnur verjupartur
Munurin á liðunum var ikki so stórur, sum úrslitið kundi sagt frá. Tað var upplagt, at teir í B36 í 2. hálvleiki royndu at leggja trýst á GÍ frammarlaga á vøllinum, og tí gjørdist verjuparturin, har Egin Høgnesen noyddist at vera eitt slag av aftasta manni, tunnur. GÍ megnaði at sekta hetta tvær ferðir fyrsta korterið av seinna umfarinum, og so var avgjørt, hvør skuldi vinna.
Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera. Tað restaði eitt korter, tá Jákup á Borg tók enn eitt fet upp á máltindin.
Brotssparkið kom eitt sindur óvart á. Eftir at Mikkjal Thomassen hevði lyft fríspark í brotsteigin veittraði linjuverjin, sum vísti á, at Súni Olsen við handara stólpan hevði verið ólógligur yvirfyri Jan Guttesen, og tað tók dómarin til eftirtektar.
B36 fór úr Gøtu uttan stig, og nú verður torført hjá teimum at fáa fatur á silvurkrónunum. Gøtumenn eru sær sjálvum líkir. Teir vilja ikki gevast, teir stríðast fyri at fáa pláss í Intertoto cup, og gongur tað komandi vikuskifti, sum teir vóna at tað skal, so fer tað at eydnast hjá teimum.