Fyribils hava vit tryggjað arbeiðsfriðin

Hóast Landssjúkrahúsið er hornasteinunum í føroyska sjúkrahúsverkinum, hevur samskiftið innanhýsis og út í primersektorin seinastu nógvu árini verið út av lagi vánaligt. Nú vil landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum brúka fýra tey komandi árini at fáa skil á nýggja bygnaðin

Á fíggjarlógini fyri 1999 eru avsettar 1,3 mia. krónur til almanna- og heilsuverkið.

Av hesum eru 227 mió. krónur til umsiting og við-gerð á Landssjúkrahúsinum, harav 50 mió. krónur til viðgerð og uppihald uttanlands.

Spurd hvørt tað yvirhøvur ber til at bøta um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum og í primersektorinum, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað hevur hon sett sær fyri at fáa greiðu á komandi fýra árini.

Nýggi landsstýrismaðurin hevur bert sitið í fýra mánaðir, og í hesum tíðarskeiði er Almanna- og Heilsumálastýrið farið rættuliga til verka, og er flutt saman við landsstýrismanninum úr Tinganesi og inn á økið hjá Landssjúkrahúsinum.



Samla umsitingina

á einum stað

­ Vit royna at samla umsitingin á einum stað, og her skulu partur av Almannastovuni, leiðslan á sjúkrahúsinum, deild av Heimarøktini og serstovnadeildini, hava til húsa, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon veit væl, at samskiftið í heilsuverkinum, og serliga á Landssjúkrahúsinum ikki hevur verið serliga væleydnað seinastu árini, men vónar at ein ítøkilig ætlan um at broyta bygnaðin, fer at bøta umstøðuna.

Ein lesari lýsti tað at vera sjúklingur á Landssjúkrahúsinum, sum at koma á eitt vanlukkustað, har sjúkrasystrarnar eftir førimuni royndu at hjálpa har, sum neyðin var størst.

­ Hvat heldur tú um slíkt viðmæli?

Vit royna at fáa fleiri resursir til stovnin, so vit sleppa undan at siga fólki upp og annars lætta um byrðarnar bæði hjá starvsfólkunum og sjúklingunum. Eitt nú við at veita trygd fyri afturvendandi trupulleikunum, tá játtanin ikki heldur, sigur landsstýrismaðurin.


Umboð fyri brúkarar takast við í ráðum

­ Hvør eftirmetir, hvussu peningurin til sjúkrahúsverkið verður brúktur og hvussu hann gagnar?

­ Nú nýggi bygnaðurin er farin at virka, ber til at sundurgreina játtaninar til sjúkrahúsverkið. Tað merkir at vit kunnu fara undir góðskumetingar í ár.

­ Her skulu sjúkrahúsráðini takast við í arbeiðinum. Hesi ráð eru umboð fyri áhugafeløgini, sum umboða sjúklingar á sjúkrahúsinum.

Spurd hvør leiðslan á Landssjúkrahúsinum er, sigur Helena Dam á Neystabø, at eitt læknaráð er á sjúkrahúsinum, sum hevur fund eina ferð um mánaðin.

­ Harnæst er bygnaðarætlan júst løgd fram, sum Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri, hevur gjørt, og sum skal samskipa og arbeiðið og fíggingina á stovninum.

Ósemja hevur leingi verið hvat skal gerast viðvíkjandi leiðsluspurninginum, men nú hevur landsstýrismaðurin lagt trýst á leiðsluna um at koma við einum uppskoti til nýggjan bygnað.

Eitt nú var sjúkrasystrastjóri settur í vár, men varð bert stutta tíð, av tí at arbeiðið var alt ov umfatandi til hálvtíðarstarv, ið varð avsett til hetta arbeiðið.

Helena Dam á Neystabø sigur, at við nýggja bygnaðinum verður starvið sum sjúkrasystrastjóri lýst av nýggjum. Tað verður gjørt, fyri at fáa rætta innihald í starvið hjá sjúkrasystrastjóranum.


Kunnu ikki veita óavmarkaðar játtanir

­ Hvussu kunnu politikarar vita, hvat sjúka kostar?

­ Tað er sjálvandi torført at meta um, men vit eru noydd at hava ávísar fíggjarligar karmar, og kunnu tí ikki røkka óavmarkaðum tørvi. Tað er peningur ikki til. Annars sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum at eingin verður sendur heimaftur uttan at fáa viðgerð. Tað heldur Helena Dam á Neystabø eisini verða eina trygd.

Eitt nú sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum, at tað er ov kostnaðarkrevjandi at hava sjúklingar liggjandi til røkt, og útskriva fólk til heimarøkt, men umhugsað verður ikki, at Heimarøktin ikki er útbygt at taka ímóti sjúklingunum. Eitt nú er eingin døgnvaktarskipan, sum er neyðugt í hesum arbeiði.


Stovna deild til røkt av sjúklingum

Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er rætt, at sjúkrahúsið ikki megnar at hava sjúklingar liggjandi til røkt, og heldur at aðrir møguleikar skulu umhugsast.

­ Eitt nú eru 100 sengur á Landssjúkrahúsinum tiknar burtur. Her kundu vit møguliga í samstarvi við Landssjúkrahúsið stovnað eina røktardeild, har fólk kunnu verða aftaná viðgerð, og til tey fara heimaftur.

­ Treytin er at kommunurnar gjalda sín part av deildini. Hugsandi er eisini, at bygdafólk kunnu liggja har, so kommunulæknarnir í Havn verða avlastaðir, eins og deildin kundi verið nýtt til umlætting, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon vísir á at fíggjarliga støðan eru betur í ár, og at peningurin skal eisini brúkast til at styrkja almanna- og heilsuverkið.

­ Vit hava veitt trygd fyri fíggingini á Landssjúkrahúsinum, av tí at vit eru sannførd um, at sparingar bert elva til trýst frá áhugabólkum og politikararum. Tað førir ikki til nakað, tí partarnir læsa seg fastar. So siga teir bert sum so, at einki hjálpur, og so verður einki gjørt fyri at bøta umstøðuna.


Sparingar elva

til trýst

­ Mín áskoðan er, at tað loysir ongar trupulleikar at rationalisera frá degi til dags. Tað er neyðugt at allir partar innnan sjúkrahúsverkið verða tiknir við og fáa ávirkan á tað, sum skal henda,og tað gerst ikki eftir einum degi.

Trupulleikin er at Landssjúkrahúsið og starvsfólkini á stovninum eru niðurslitin, men at tað kann bøtast um við at fáa samskifti í lag.

­ Hvussu langa tíð skal umleggingin av arbeiðsviðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum taka?

­ Eg eri vald fyri fýra ár, og haldi,at tað skuldi borið til at loyst trupulleikarnar, eitt nú við at samskipa arbeiðið soleiðis, at høgra hond veit, hvat vinstra ger. Kunnu vit tað, so eru vit væl áleiðis, sigur Helena Dam á Neystabø.

Landsstýrismaðurin sigur viðvíkjandi kommunulæknaskipanini, at hon hevur verið eitt stríðsmál, hvørt skipanin skuldi vera undir kommunu ella landinum, ella um kommunulæknarnir skuldu metast sum sjálvstøðugir vinnurekandi. Tað málið verður eisini loyst, tá nýggja skipanin verður løgd undir Landsstýrið at umsita, sigur Helena Damá Neystabø.

Eisini er avgjørt at seta tveir kommunulæknar aftrat, ein í Klaksvík og ein í Havn.

Umhugsað verður eisini at seta fleiri kommunulæknar.

­ Kommunulæknaskipanin fær vanliga avloysarar úr Danmark, av tí at so fáir eru í Føroyum. Tað kostar hópin av peningi til lønir og ferðing.

­ Brúktu vit peningin, sum donsku avloysararnir kosta til at seta fleiri kommunulæknar, kundu teir avloyst hvønn annan, um teir vóru fleiri um arbeiðið, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon heldur at hennara landsstýriðøki er ein spennandi avbjóðing, men hon heldur at hol er sett á nøkur týðandi mál, sum fara at bøta um støðuna á almanna- og heilsuverk økinum.