Í almannaverkinum starvast eingin sálarfrøðingur, sum hevur til uppgáva at taka sær av børnum við trupulleikum, og í Sernámsdeplinum er bert ein. Men tað sigur einki um uppgávurnar, sum eru, tí tær eru nevniliga ógvuliga nógvar. Skulu vit samanbera við norðurlendsk viðurskifti, áttu tíggju barna- og skúlasálarfrøðingar verið í Føroyum. Avleiðingarnar av hesum er, at Sernámsdepilin, hvørs arbeiðsøki er øll børn í Føroyum í aldrinum 0-18 ár, setir børn á bíðilista. Og tað kann taka upp í hálvt ár at bíða.
- Í mun til eitt nú talitrupulleikar er nógv verri at viðgera mál, sum hava við sálarfrøðiligar trupulleikar at gera. Tað krevur nógva tíð at kanna, børnini skulu vanliga eygleiðast leingi, kannast væl, ráðgevast og viðgerast, sigur Marita Petersen, stjóri í Sernámsdeplinum.
- Á hesum økinum líkist játtanin púrasta ongum. At vit hava bara ein sálarfrøðing, sum burturav arbeiðir við sálarfrøði, er heilt burturvið. Av tí sama verður trýstið á ráðgevarnar ógvuliga stórt og ónøgdin stór. Tí er einki annað at gera enn at seta børn, sum verða tilmeldað Sernámsdepilin, á bíðilista, sigur Marita Petersen.
- Vit hava roynt at tikið so nógv mál sum yvirhøvur ber til, men tað hevur ført við sær, at tað hevur ikki borið til at viðgjørt tey so væl sum vit kundu hugsað okkum. Málini hava tí ikki altíð fingið so gjølliga og neyva viðgerð, sum ynskiligt hevur verið. Og tað skapar stóra ónøgd hjá teimum, sum arbeiða við tí og hjá móttakarunum sjálvandi.
- Vit kundu sett bæði ein og tveir sálarfrøðingar í starv afturat, men verandi játtan er ikki til fólkini, sum eru í starvi. Í ár er hon ein hálv miljón minni enn veruligu útreiðslurnar. At reka stovnin við undirskoti er sjálvandi heldur ikki ein gongd leið, tað skapar ónøgd bæði hjá starvsfólki og leiðsluni, og forðar fyri eini menning.
- Vit hava víst á støðuna øgiliga leingi. Tað snýr seg um eina hálva miljón krónur afturat, og í sambandi við fíggjarlógina næsta ár, havi eg mælt til, at ein sálarfrøðingur verður settur afturat. Tað er ov lítið, fingu vit tveir sálarfrøðingar afturat hevði tað verið liviligt.
Tá støðan er sum hon er, eru avleiðingarnar, at tað vera nøkur sum detta burtur ímillum og ongantíð fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini.
- Summi geva upp, tí tey halda tað er vónleyst at koma ígjøgnum skipanina. Men vit kunnu ikki arbeiða øðrvísi enn vit gera í løtuni, sigur Marita Petersen.
Børn hava tað betri, og tó
- Tað er ilt at siga, hví vit fáa so nógvar tilmeldingar um børn, sum hava trupulleikar, og hví vit fáa so nógvar umbønir um at fáa sálarfrøðing at kanna eitt barn. Tað er langt frá altíð, at neyðugt er við drúgvari kanning og viðgerð, við hvørt er ráðgeving nóg mikið. Men vit hava heldur ikki orku til at staðfesta hetta og tí koma óneyðuga nógv børn á bíðilista.
- Orsøkin til øktu tilmeldingarnar er lutvíst, at fleiri børn hava trupulleikar í dag enn fyrr, og lutvíst, at vit duga betri at fáa eyga á trupulleikar. Jú fyrr eitt barn kemur til kanningar og í viðgerð, jú betri eru vit før fyri at fyribyrgja møguligum avleiðingum av trupulleikunum. Tað sparir samfelagnum fyri útreiðslur seinni og gevur familjuni og barninum eitt størri lívsvirði. Lívsdygdin verður betri og tað er tað heilt avgerandi, sigur Marita Petersen.
Hóast øktu tilmeldingarnar er stjórin í Sernámsdeplinum varin við at siga, at børn eru verri fyri í dag enn fyrr.
- Í nógvum førum hava børn í dag tað so øgiliga nógv betri enn tey nakrantíð hava havt tað. Tey fáa góðan mat, verða ikki rakt av umfarsjúkum sum fyrr, hava góðar umstøður og uppalingarhættirnir í dag eru nógv betri. Umframt at foreldur duga betri at síggja verðina frá barnsins sjónarhorni samstundis sum vaksin hava størri virðing fyri børnum í dag í mun til fyrr. Hinvegin skerst ikki burtur, at verðin stendur ikki í stað. Hetta er ein verð, har bæði foreldur og børn eru upptikin av øllum møguligum og tað eru ikki øll, sum tola, at tað er so ófriðarligt rundan um tey. Tað at børn eru á stovni 8 tímar ella meiri um dagin hvønn dag er hart. Lívið var einfaldari og friðarligari fyrr, og um ikki mamman var heima vóru onnur vaksin rundan um barnið.
- Tíðin vaksin eru saman við børnum í dag í mun til fyrr er minni. Vit hava øll hoyrt kjakið um, at tað er betri at vera eina lítla løtu saman við børnum, kvalifiserað, enn at vera ein heilan dag, ókvalifiserað. Kvaliteturin er týdningarmikil, men kvantiteturin er heilt avgjørt ikki uttan týdning. Foreldur hava skyldu til at læra børnini upp, men við hvørt hevur man varhugan av, at tað skal vera so frítt sum til ber. Tað eru foreldrini, sum eru tey vaksnu og tað skal eingin ivi vera um tað. Tá teymarnir vera ov fríir er vandi fyri, at uppalingin endar í líkasælu. Hevur eitt barn viðføddar trupulleikar, er truplari at vera uppalari, tí tá er neyðugt við føstum kørmum og greiðum boðum. Ofta botna trupulleikarnir, sum barnið verður tilmeldað fyri, í samspæli millum uppaling og trupulleikar barnið er føtt við, sigur Marita Petersen at enda í viðtali.