Fyrimyndarligt sam- starv millum vinnu og myndugleikar

-Hetta hevur verið eitt stórt upplivilsi men eisini ein ásannan av, at tað ber væl til at sameina eina oljuvinnu við eitt upprunafólk, tess mentan og eitt reint umhvørvi sigur Alex Buvik, sum heldur Alaskaferðin hjá føroyingum kann vera gott ískoyti til ta avbjóðing, sum ein oljuvinna er fyri okkum. Fyrimynarligt samstarv millum oljuvinnu og myndugleikar er eitt av lyklaorðunum eftir vitjanina

Tey sekstan fólkini, sum herfyri vórðu boðin til Alaska at kunna seg um oljuvinna og samfelagið har, eru nú øll komin heimaftur. Millum teirra, sum vóru við á ferðini, var eisini Alex Buvik, sum dagliga starvast á Oljufyrisitingni, har hann serstakliga tekst við trygdar- og umhvørvisspurningar.

Heimafturkomin spurdu vit Alex Buvik, hvat hann hevði fingið burtur úr hesi óvanligu ferð!

-Eg havi verið við á hesi ferðini fyri at síggja og hoyra, hvussu oljuvinnan er vorðin bygt upp í einum øki við einum viðbreknum umhvørvi eins og tí her í Føroyum. Eg havi so heldur ongantíð verið í Alaska, sum hevur verið ein rættiliga fremmandur partur av heiminum fyri meg.

Alex Buvik sigur seg hava fingið nógv burtur úr ferðini í Alaska. M.a. hevur hann fingið neyvt innlit í og eina holla vitan um, hvussu oljuídnaðurin gjøgnum eitt sera tætt og gott samstarv við bæði lokalar myndugleikar og landsmyndugleikar hevur megnað at at byggja út eitt av teimum størstu oljufeltunum í heiminum, nevniliga Prudho Bay í norðuralaska.

Sjálvur er hann ovfarin av, hvussu væl vinnan og myndugleikar hava dugað at arbeitt saman um at fáa øllum eitt gott úrslit.

-Tað vit hava sæð í Alaska er avgjørt nakað, sum vit kunnu læra av í Føroyum. Her hugsi eg ikki minst um, hvussu væl tað hevur eydnast privatum áhugamálum saman við almennum myndugleikum at fáa bygt upp eina verkætlan av slíkari stødd, uttan at hon hevur verið til ampa fyri hvørki umhvørvi ella menniskjanlig virði.

Við hesum sipar hann m.a. til eitt av heimsins størstu oljfeltum, Prudho Bay, sum dagliga framleiðir meira enn 1 mill. tunnur av olju. Tað er henda olja, sum í dag eigur lívið í Alaska og tess íbúgvum og sum er orsøkin til stóru vælferðini í statinum.

Undir vitjanini í Alaska nýtti Alex Buvik saman við restini av ferðalagnum høvi til at hoyra framstandandi oljufeløg, embætisfólk, innfødd oo. at siga frá útviklinginum. Haraftrat var eisini høvi at vitja oljuútbúnaðin har norðuri, men eitt, sum gjørdi serligt inntrykk á Alex Buvik var vitjanin í teirri lítlu bygdini Barrow, sum liggur skamt frá oljufeltunum.


Ovfarin

-Eg gjørdist ovfarin av, at fólk í heila tikið kunnu búgva á einum slíkum stað. Tað má vera eitt av teimum mest einsligu plássunum í heiminum. Men tá tað er sagt, so er tað eisini ein sannroynd, at oljuvinnan hevur givið hesi farskotnu bygd og tess íbúgvum eitt annað bein at standa á.

Í Barrow, har tað búgva umleið 4000 inuittar, hevur høvuðsvinnan altíð verið stórhvalaveiða umframt at fólkið hevur veitt reindjór og kóp. Hesar veiður hava tó ikki ikki megnað at givið íbúgvunum tær neyðugu inntøkurnar til at menna samfelagið javnbjóðis øðrum nútíðarsamfeløgum. Men síðani oljuinntøkurnar eru vornar partur av gerandislívinum hjá inuittunum eisini, hava tær givið størri vælferð, sum sæst aftur í útbúgving og liviumstøðum annars.


Nógv burturúr

Alex Buvik heldur tað hevur verið ómetaliga forvitnisligt at síggja, hvussu væl eitt fólk sum inuittarnir í norðuralaska hevur megnað at fáa nakað burtur úr oljuni. Tí fyri bert 30 árum síðani, áðrenn oljan kom, høvdu teir bert veiðu á landi og á sjógvi at líta á. Hon er góð í sær sjálvum, men var ikki ikki nóg mikið til at menna hetta lítla samfelagið.


Kunnu læra av Alaska

Alex Buvik sigur seg hava fingið nógv við sær heimaftur til Føroya.

-Hóast talan er um ymsar mentanir og ymisk fólk, so kunnu Føroyar læra av gongdini í Alaska. Har hevur fólkið nevniliga tikið av avbjóðingini at liva við oljuni og hevur samsvarandi tí eisini dugað at fyriskipað egnu viðurskifti samtíðis sum ein fær mest burtur úr oljuinntøkunum. Hetta haldi eg eisini, at føroyingar kunnu, um vit duga eins væl at standa fyri og fyriskipa útviklingin. Tað er ein spurningur um vilja og innlit.

Sjálvur kemur Alex Buvik úr Noregi, men hóast føroyingar hava nógv at læra av norskum royndum, hvussu vit skulu bera okkum at í eini oljuvinnu, so heldur hann tað vera sera týdningarmikið at hyggja eftir, hvussu uppaftur onnur hava gjørt. At upprunafólkið í Alaska so tá bert hevur havt veiðumannamentanina at halda seg til er so eisini nakað, sum líkist umstøðunum í Føroyum.

Samanumikið ein gevandi og upplýsandi ferð, sum vónandi okkurt meira fer at spyrjast burtur úr leggur Alex Buvik, sum aftur er farin til arbeiðis á Oljufyrisitingini, aftrat..

Hann heldur annars, at Texacosamtakið, sum fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy, hevur havt eina sera hepna hond við øllum tiltakinum.