avtalum, at eingin torir at royna nakað. - Vit skulu ikki kenna okkum so bundnar at avtalum við onnur lond, at vit ikki tora at royna nakað. Aðrir eru ikki so bangnir sum vit, og vit eiga heldur ikki at aftra [...] fundinum var eisini umboð fyri Delta Seafood sum segði, at felagið er sinnað at hjálpa útróðrarmonnum, sum kundu hugsað sær at gjørt royndir við veiði í summar, at sleppa av við fiskin. Er okkara Formaðurin [...] Solmunde, sum tíðliga í nítiárunum fóru at royna við gørnum eftir havtasku. - Sjálvandi skulu vit fiska makrel, sum kemur í føroyskan sjógv. Fiskur, sum svimur her, er okkara, og tað er sjúkt ikki at fiska
væntu, enn at Neistin skuldi vinna ein tryggan sigur á Kyndli sunnudagin. Hóast tað eru nøkur ár síðani seinasta meistaraheitið, so plagar Neistin at spæla við um heiðursmerkini, samstundis sum Kyndil hevur [...] niðurtúr á kvinnusíðuni seinnu árini. Eitt skifti ljóðaði enntá, at Kyndil fór at taka liðið úr kappingini, men so galið tykist tað nú als ikki at vera. Bitu frá sær Kyndil gav enntá Neistanum ein lítlan hvøkk [...] enntá á odda, men móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tó Neistanum at toga seg framum. Og tó at Kyndil í seinna hálvleiki royndi at toga seg framat Neistanum, so eydnaðist hetta ongantíð heilt. Eitt skifti
plátunum. Tað var stuttligt at síggja teir ofra seg fyri at fáa tað fram, sum teir høvdu. Tað var sum at síggja menn arbeiða. Nakað sum at byggja eitt hús til tíðir, men eisini at mála eitt málarí. Soloirnar [...] danir vóru at hita okkum upp fyri King?s X, og teir vóru óivað góðir, men tað var so merkt av at vera bíðitónleikur, at vit fingu so illa lurtað. Einaferð kom onkur til mín og segði, at onkur hevði møtt [...] so King?s X-ligar, sum til ber, men tær eru so ólíkar sum eg veit ikki hvat. Tað man vera ein grund til, at King?s X ljóðar, sum tað ger: teir eru sjálvstøðugir listamenn, sum sleppa at blanda tingini hjá
ítróttafólk, sum kappast fyri at vinna. So sjálvt um leikirnir hava nógv at siga mentunarliga og fyri sambandið millum oyggjar, er eingin ivi í, at tá tað kemur til sjálva kappingina, snýr tað seg um at vinna [...] persónliga hava heiðursmerkini nógv at siga. Hjá ítróttagreinunum hava tey eisini nógv at siga, eftirsum tey bera boð um, á hvørjum støði ítróttafólkini eru í mun til hinar oyggjarnar, sigur Sølvi Reinert Hansen [...] færri enn higartil besta úrslitið, sum var á Rhodos fyri tveimum árum síðani. ?Framvegis eru tríggir kappingardagar eftir, og tað er rættiliga vist, at Føroyar vinna onkur gullmerki afturat. ?Tá ið tað kemur
Landingarmiðstøðini veit Regin Olsen at siga, at upsin, sum skipini fáa í løtuni, er góður. - Ein stórur partur av veiðini er 3’arar, og tað eru líka nógvir 2’arar í veiðini, sum 4’arar. So, hetta er góður fiskur [...] skipinum skal takast í botn. Skipið liggur nú við Mekanik, har eg havi skilt, at arbeiðið skal gerast, sigur hann. Regin veit at siga, at hóast nøgdirnar hjá Oknini ikki vóru tær stóru, so var prísurin, skip og [...] blálonga, sum hálaðu prísin nakað niður. Í dag hevur eingin landing verið á Beta, men ætlandi koma Bakur og Stelkur inn at landa í morgin. - Bakur og Stelkur eru at kalla fullfermdir, nú teir koma inn at landa
niður trappurnar, Summi við leidningum, sum settir vórðu til mikrofon og hátalarar, onkur við blómum og øðrum gávum, og so onkur, sum bara sá út til at hava nógv um at vera. Alt skuldi skipast upp á besta [...] pápin. Vit vistu, at okkurt skuldi verða, men at tað skuldi vera so stórfingið, høvdu vit ikki roknað við. Og hann hvørvur í fólkamongdini, sum troðkast saman um tey fyri at sleppa at ynskja tillukku við [...] hvørjum lumma, er einki fyri at halda seg kunnaðanum um, hvar hvør er staddur. So sleit í. Tað tóktiskt, sum vildi tann, sum við kranan situr, ikki hava sitandi á sær, at hann skuldi oyðileggja hesa f
yvirhøvur fór at bera til at leggja at í samferðsluhavnini, tí Smyril 1 lá har frammanundan. Men tað vildu mong ikki góðtaka, tí har eru tvey atløgupláss. Men at tað ikki er bara sum at siga tað at koma til [...] rættiliga væl at leggja nýggja Smyril at, tá ið hann kom á Tvøroyri leygardagin- hóast tað ikki gekk akkurát sum ætlað. Og tað skerst ikki burtur, at øll tey mongu, sum vóru komin saman á bryggjuni at taka ímóti [...] tað gekk seint at leggja at, haldi eg, at tað gekk avbera væl, heldur hann. Hann sigur, at tað, sum hendi, er ikki annað enn, hvat er væntandi, tí hetta er eitt heilt annað skip, bæði í stødd og maskinkraft
umfarið uppá 104. Langt frá tí, sum hann annars plagar at vísa fram. Men lat okkum nú siggja, tá kappingin líður. Tað er rættiliga sannlíkt, at klaksvíkingar aftur í ár fara at vera í oddinum. Neyvan verða [...] billardkappingunum til at kunna siga nakað um, hvørji lið fara at kappast um oddasessirnar, tá avtornar. Hetta er galdandi fyri allar tríggjar deildir. Í 1. deild er støðan tann, at Klaksvíkar Klubbi, ikki [...] er ómøguligt at siga nakað um, hvør fer at vera best fyri tá avtornar. Herfyri spældu Havnar Klubbi og Fuglafjørður. Fuglfirðingar vunnu 12-6. Bestur í kappingini var Sofus Baldvinson, sum vann allar sínar
kynstur, m.a. at mansverja Inga so at siga allan dystin, so var ongantíð ivi um úrslitið. Tað at mansverja Inga viðførdi annars, at Sámal ikki varð spældur so nógv upp, sum hann plagar at verða, men samstundis [...] skjúttar, og hevur hetta við sær, at mótstøðuliðini so at siga kunnu dekka 6-0 alla tíðina móti teimum, uttan at skula vera bangnir fyri, at nakar kollfirðingur fer at skjóta teir sundur og saman. Koll [...] leikarar, sum eru væl vitandi um, hvussu ein hondbóltur eigur at verða handfarin. Harumframt hevur liðið tann eginleika, sum er so ómetaliga týdningarmikil fyri eitt topplið. Teir duga snøgt sagt ikki at tapa
góðar støður, uttan at tað eydnaðist at skora. Eftir steðgin var Víkingur greitt omaná, men tað var leingi spennandi, tí tað gekk so striltið at fáa bóltin í málið. So var tað, at tveir í nýggja ættarliðnum [...] Svensson, sum aftur í dag var sentralur miðverji, stakk seg upp og við høvdinum snittaði bóltin í handaru síðu á málinum. Tá ið heimamenninir hyggja aftur á hasa støðuna, so eiga teir at staðfesta, at tað eigur [...] eigur ikki at koma fyri, at mótstøðumaður er so leysur í sambandi við hornaspark. Bara tveir minuttir undan, at Víkingur skoraði sigursmálið, javnaði Víkingur til 1-1. Signar á Brúnni hevur fyri stuttum