Heiðursmerki? ??Føroysku ítróttarfólkini standa til at gera sítt besta heiðursmerkjahál á Oyggjaleikum nakrantíð.?Tá ið kappingarnar vóru lidnar mikukvøldið, høvdu Føroyar vunnið 23 gullheiðursmerki, og tað er bert eitt færri enn higartil besta úrslitið, sum var á Rhodos fyri tveimum árum síðani. ?Framvegis eru tríggir kappingardagar eftir, og tað er rættiliga vist, at Føroyar vinna onkur gullmerki afturat. ?Tá ið tað kemur til øll sløg av heiðursmerkjum hava Føroyar vunnu fleiri heiðursmerki hesaferð, enn nakrantíð áður?- Leikirnir verða róptir "Vinarligu leikirnir", og tað eru teir alla staðni uttan á leikvøllinum. Har eru tað ítróttafólk, sum kappast fyri at vinna. So sjálvt um leikirnir hava nógv at siga mentunarliga og fyri sambandið millum oyggjar, er eingin ivi í, at tá tað kemur til sjálva kappingina, snýr tað seg um at vinna. Og hetta er júst ítróttur - at vit virða tær avtalaðu spælireglurnar og gera okkara besta á leikvøllinum, so vit kunnu vera vinir uttanfyri, sigur Sølvi Reinert Hansen, ítróttarforseti.??Trupult at vinna heilt fram?Føroyar vunnu fyrsta gullmerkið á Guernsey í 1987, og tá ið leikirnir vóru hildnir í Føroyum árið eftir komu Føroyar eisini við í bólkin var vertslondum, sum klára seg væl. Seinastu tveir Oyggjaleikirnar hava Føroya staðið seg enn betur, og á Rhodos seinast vunnu Føroyar fleiri gullmerki enn nakrantíð áður. ?Men nú hava føroysku ítróttarfólkini gjørt enn eitt hál á Oyggjaleikum, og roknað verður við, at dagurin í dag verður dagurin, tá ið nýtt gullmet verður sett á Oyggjaleikum.?- Øll, sum fáast við ítrótt á høgum støði, droyma um at vinna heiðursmerki. So persónliga hava heiðursmerkini nógv at siga. Hjá ítróttagreinunum hava tey eisini nógv at siga, eftirsum tey bera boð um, á hvørjum støði ítróttafólkini eru í mun til hinar oyggjarnar, sigur Sølvi Reinert Hansen.?- Annars verður vanliga ikki gjørt so nógv burturúr samlaðu heiðursmerkjakappingini, eftirsum kappingargreinarnar eru so nógvar, og støðið broytist millum leikirnar, sigur hann. ??Myndatekstur:?? (at koyra í kassa): FØROYSK HEIÐURSMERKI?? Gull Silvur Bronsa ?Island of Man 1985 0 2 1?Guernsey 1987 1 2 5?Føroyar 1989 13 5 10?Áland 1991 6 10 11?Isle of Wight 1993 5 5 13?Gibraltar 1995 5 7 10?Jersey 1997 5 10 22?Gotland 1999 7 12 9?Isle of Man 2001 15 12 13?Guernsey 2003 6 10 12?Hetland 2005 14 11 20?Rhodos 2007 24 19 1?Áland 2009 (higartil) 23 14 21 ????Fakta??Heiðursmerkjabýti á Oyggjaleikum??Føroyar 23 14 21?Isle of Man 19 19 12?Jersey 15 23 9?Guernsey 13 8 15?Gotland 10 6 11?Áland 8 11 9?Bermuda 5 4 9?Saaremaa 4 4 8?Caymanoyggjarnar 4 3 1?Rhodos 3 6 3??*) Tølini eru dagførd við kappingunum mikudagin










