Fiskivinna
Seinastu tveir dagarnar hava fáar landingar verið á Landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará.
Og tó. Onkur hevur verið, og fleiri eru væntandi.
Mánadagin vóru tvey skip inni. Ísfiskatrolarin Grímur Kamban hevði 132.000 pund og var fullfermdur.
Kallsevni, sum partrolar saman við Grími Kamban, landaði í Havn.
Á Landingarmiðstøðini veit Regin Olsen at siga, at upsin, sum skipini fáa í løtuni, er góður.
- Ein stórur partur av veiðini er 3’arar, og tað eru líka nógvir 2’arar í veiðini, sum 4’arar. So, hetta er góður fiskur til støddar.
Garnabáturin Oknin landaði eisini mánadagin. Teir høvdu bert eina minni nøgd, meginparturin havtaska.
- Oknin hevði 9.000 pund. Teir høvdu verið og drigið gørnini inn, tí motorurin á skipinum skal takast í botn. Skipið liggur nú við Mekanik, har eg havi skilt, at arbeiðið skal gerast, sigur hann.
Regin veit at siga, at hóast nøgdirnar hjá Oknini ikki vóru tær stóru, so var prísurin, skip og manning fekk fyri veiðina, hinvegin rættiliga góður.
- Miðalprísurin á havtaskuni var 34,20 fyri kilo, og samlaði miðalprísurin var 32,99. Tað vóru nakrir toskar, longa og blálonga, sum hálaðu prísin nakað niður.
Í dag hevur eingin landing verið á Beta, men ætlandi koma Bakur og Stelkur inn at landa í morgin.
- Bakur og Stelkur eru at kalla fullfermdir, nú teir koma inn at landa. Teir havav helst út við 340.000 pund tilsamans, sigur Regin Olsen.
Hann væntar annars, at hesin túrurin hjá Polarhavi og Stjørnuni, sum eru á gulllaksaveiði, fer at verða úti seinni í vikuni.
- Teir landa vanliga eina ferð um vikuna. Teimum dámar ikki so væl høgættina á gulllaksaveiði, men nú fáa vit at síggja, hvussu veiðan fer at vignast.
Seinasta gulllaksalandingin í Saltangará var seinasta hósdag, tá Eysturbúgvin landaði út við 200.000 pund. Eysturbúgvin partrolarar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði aðrastaðni, helst í Vestmanna.










