Nýggja ættarliðið bjargaði Víkingi

Aftur í dag var tað stórt mistak, sum var orsøk til, at 07 Vestur einki vann á Dungasandi

Vágamenn vilja so fegnir vera við í kappingini um europeisku plássini, og tað er sjón fyri søgn, at 07 Vestur hevur flutt seg rætta vegin. Ikki minst síðani Michael Schjønberg bleiv venjari er tað komið betri skikkur á spælið.

 

Í 07 Vestur hava teir ferð eftir ferð staðfest, at um teir skulu vinna stig og sigrar ímóti teimum stóru, so er tað neyðugt, at talan verður um færri mistøk í verjupartinum, enn teir higartil hava megnað.

 

Í dag Víkingur gestur á Dungasandi. Víkingur vann 2-1, og sigursmálið var júst av tí slagnum, sum teir í 07 Vestur siga seg arbeiða miðvíst fyri at sleppa undan.

 

Tað restaðu 20 minuttir, og støðan var 1-1, tá ið Víkingur vann horna í vinstru. Víkingarnir høvdu í seinna hálvleiki fríska lotið undan. Sølvi Vatnhamar legði við hornasparki bóltin inn fyri málið, og har sigldi hann framvið fleiri, áðrenn Arnbjørn Svensson, sum aftur í dag var sentralur miðverji, stakk seg upp og við høvdinum snittaði bóltin í handaru síðu á málinum. Tá ið heimamenninir hyggja aftur á hasa støðuna, so eiga teir at staðfesta, at tað eigur ikki at koma fyri, at mótstøðumaður er so leysur í sambandi við hornaspark.

 

Bara tveir minuttir undan, at Víkingur skoraði sigursmálið, javnaði Víkingur til 1-1. Signar á Brúnni hevur fyri stuttum vunnið plássið á vongverjanum í høgru. Bólturin varð spældur aftur til hansara, og úr 20 metrum og mitt fyri smekkaði hann til, og bólturin streyk inn við stólpanum til vinstru fyri víkingarnar og í málið.

 

Í fyrra hálvleiki var Víkingur leingi meiri á bóltinum, hóast lotið var ímóti. Tá høvdu nógvir av heimamonnunum ilt við at fáa samanspælið at rigga. Á sentrala miðvøllinum royndi Magnus Holm Jacobsen at spæla og stýra, men liðfelagarnir vóru ov ofta ov lítið neyvir, og tað bar spentar støður við sær, tá ið víkingarnir fóru í skjót mótálop.

 

Tað plagar at verða sagt, at mál broyta dystir. Soleiðis var tað, tá ið 07 Vestur 10 minuttir undan steðginum legði seg á odda 1-0. Uros Stojanov tamdi bóltin aftur til miðvallaran Høgna Egilstoft Nielsen, sum úr 20 metrum smekkaði til, og bólturin steyk inn við stólpanum. Eitt mál av nett sama slagi, sum Víkingur í seinna hálvleiki javnaði til 1-1 við.

 

Eftir 1-0 málið og fram ímóti steðginum riggaði samanspælið hjá 07 Vestur heilt væl, og tá spældu heimamenninir seg fleiri ferðir í góðar støður, uttan at tað eydnaðist at skora.

 

Eftir steðgin var Víkingur greitt omaná, men tað var leingi spennandi, tí tað gekk so striltið at fáa bóltin í málið.

 

So var tað, at tveir í nýggja ættarliðnum av víkingum skoraðu – Signar á Brúnni og Arnbjørn Svensson – og víkingarnir eru á veg til hús við trimum stigum í viðførinum.

 

 

 

07 Vestur – Víkingur 1-2 (1-0)

 

1-0: Høgni Egilstoft Nielsen

 

1-1: Signar á Brúnni

 

1-2: Arnbjørn Svensson