Klaksvíkingar á odda í billard

Klaksvíkar Klubbi er ikki serliga óvæntað á odda í 1. deild, men trý tey næstu liðini liggja sera jøvn

Ov fáir dystir eru spældir í billardkappingunum til at kunna siga nakað um, hvørji lið fara at kappast um oddasessirnar, tá avtornar. Hetta er galdandi fyri allar tríggjar deildir. Í 1. deild er støðan tann, at Klaksvíkar Klubbi, ikki serliga óvæntað, liggur á odda við 16 stigum, nr. 2. er Billardfelag Kaggans við 12 stigum, nr. 3 er Tvøroyrar Klubbi við 10 stigum. Havnar Klubbi er nr. 4 eisini við 10 stigum men hevur ein dyst meira enn hini liðini, nr. 5 er Billardfelag Fuglafjarðar við 6 stigum og aftast er Vágs Billardfelag, sum ongan dyst hevur spælt.
Klaksvíkingar løgdu sera hart út í sínum fyrsta dysti í kappingini móti Havnar Klubba. Teir vunnu 16-2. Norðoyarliðið var eisini mannað við best hugsandi manningini, sum hevur vunnið so gott sum alt, sum vinnast kann í føroyskum billard.
Bestur var Kristian Sune Høgnesen við 24,47 eygum í meðal og hann vann allar sínar dystir. Nr. 2 var Ólavur Kjølbro, tann nýggja stjørnan hjá Klaksvíkar Klubba, sum hevði umleið 19 eygu í meðal. Sonard Johannesen varð nr. 3 við góðum 21 eygum í meðal. Á Klubbaliðnum høvdu vit aftur hesaferð feðgarnar Nielsen. Niels Nielsen vann tann einasta dystin hjá Havnar Klubba. Hann hevði eitt meðal uppá umleið 18. Eirikur hevði 16 í meðal og Carsten Hansen umleið 14.
Hyggja vit nærri at teimum einstøku úrslitunum síggja vit, at talan er um byrjan av eini nýggjari kapping, tí eingir heilt stórir dystir vóru, nakað, sum vit annars hava sæð klaksvíkingar vartað upp við ferð eftir ferð í seinastu árini. Besti dysturin varð uppá 536 eygu. Og hann átti Kristian Sune. Hann hevði eisini besta umfarið uppá 104. Langt frá tí, sum hann annars plagar at vísa fram. Men lat okkum nú siggja, tá kappingin líður. Tað er rættiliga sannlíkt, at klaksvíkingar aftur í ár fara at vera í oddinum. Neyvan verða teir tiknir av øðrum liðnum, hvørki tvøramonnum ella Kagganum, hóast hann er styrktur við gomlum mimirsspælarum. Men enn kann so nógv henda.
Fleiri dystir verða í 1. deild hetta vikuskiftið. Kaggin spælir í Havnar Klubba, Klaksvíkingar spæla í Fuglafirði og tvøramenn spæla móti vágbingum.

2. deild
Í 2. deild er støðan tann, at fuglfirðingar eru á odda við 18 stigum, nr. er Havnar Klubbi við 17 stigum, nr. 3 er Kaggin við 12 stigum, nr. 4 er Tvøroyri við 7 stigum. Hvørki av liðunum, sum vágbingar manna, hevur spælt. Fuglfirðingar og Havnar Klubbi hava spælt tvey umfør, meðan Tvøroyri og Kaggin hava spælt eitt umfar. So eisini her er ómøguligt at siga nakað um, hvør fer at vera best fyri tá avtornar. Herfyri spældu Havnar Klubbi og Fuglafjørður. Fuglfirðingar vunnu 12-6.
Bestur í kappingini var Sofus Baldvinson, sum vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá nærum 20 eygu. Sofus er ein av teimum gomlu garvaðu billardspælarunum. Við honum á liðnum kunnu fuglfirðingar koma langt í 2. deild í ár. Jákup Gaard, sum eisini er ein av teimum gomlu veteranunum í billard í Fuglafirði gjørdist nr. 2 við umleið 13 eygum í meðal. Hann vann tveir dystir. Nr. 3 í kappingini var Jógvan Jørgensen á liðnum hjá Havnar Klubba við umleið 12 eygum ímeðal. Allir spælarar á Klubbaliðnum vunnu hvør sín dyst.

3. deild
Í 3. deild er støðan tann, at Kaggin er nr. 1 við 18 stigum.Vágbingar eru nr. 2 við 16 stigum, nr. 3 eru tvøramenn við 2 stigum, nr. 4 Havnar Klubbi við ongum stigi og somuleiðis klaksvíkingar við ongum stigi. Teir hava so ongan dyst spælt. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, um so er, at dystir eru spældir men úrslitið ikki fráboðað kappingarleiðaranum.