Nýggi Smyril
Tað gekk rættiliga væl at leggja nýggja Smyril at, tá ið hann kom á Tvøroyri leygardagin- hóast tað ikki gekk akkurát sum ætlað.
Og tað skerst ikki burtur, at øll tey mongu, sum vóru komin saman á bryggjuni at taka ímóti, fingu ein lítlan hvøkk.
Frammanundan var ivast í um tað yvirhøvur fór at bera til at leggja at í samferðsluhavnini, tí Smyril 1 lá har frammanundan. Men tað vildu mong ikki góðtaka, tí har eru tvey atløgupláss.
Men at tað ikki er bara sum at siga tað at koma til lands við so stórum, nýggjum skipið, gekk sjón fyri søgn, tá ið hann skuldi leggja at.
Tá ið hann var komin heilt inn ímóti bryggjuni og var bundin við einum enda, fór hann brádliga útfrá aftur við fitt av kraft á maskinunum.
Tað stóð heilt nógv á endanum og nógv stúrdu fyri, at hann skuldi slitna og gera skaða. Men teir umborð vóru kvikir at lora og tað bjargaði støðuni.
Hetta hendi tvær ferðir, men so kom hann at og varð liggjandi í øllum góðum.
Pauli Larsen, skipari, sigur, at hetta var fyrstu ferð, at hann leggur skipið at og tað er slíkt, sum kann henda, tá ið ein er fullkomiliga óvanur við eitt so stórt skip.
Sjálvur er hann kendur bæði av ferðafólki og manning á Smyrli sum ein avbera lagaligur og hegniður skipari so ongin ivast í, at tá ið hann hevur roynt hetta nakrar ferðir, verður hetta ikki nakar trupulleiki.
Eitt av fólkunum, sum var við at sigla Smyril heim úr Spania, var Magnus Magnussen, sum var tekniskur stjóri á Strandferðsluni, táið Smyril var fyrireikaður og hann hevði eisini byggileiðsluna til fyri einum ári síðani, tá ið hann fór í annað starv.
Hóast summi kanska halda, at tað gekk seint at leggja at, haldi eg, at tað gekk avbera væl, heldur hann.
Hann sigur, at tað, sum hendi, er ikki annað enn, hvat er væntandi, tí hetta er eitt heilt annað skip, bæði í stødd og maskinkraft, enn Smyril, sum nú gevst. Tískil er tað skilligt, at tað skal venjing til.
Tað er onki uttan venjingin, sum manglar og tá ið skiparin hevur roynt hetta nakrar ferðir, verður hetta ongin trupulleiki, heldur hann.
Verri var, at tá ið fólkið skuldi sleppa umborð at hyggja, tóku tøkniligir trupulleikar seg upp við hekkuportrinum, so tað tók langa tíð at fáa tað niður.
Men eisini tað dugdu tey flestu at taka sum eitt upplivilsi. Onkur spurdi um tey mundu hava gloymt lykilin til portrið eftir í Spania. Nei, heilt onkur annar, orsøkin var, at brúkaravegleiðingin til portrið var skrivað á sponskum....
Veruliga støðan var, at eitt lítið, tøkniligt brek gjørdi, at tað ikki gekk sum ætlað at fáa portið niður.
Tað er heldur ikki annað enn hvat er væntandi, tá ið eitt skip, sum er so stórt og hevur so nógva tøkni, verður tikið í nýtslu fyrstu ferð, sigur Magnus Magnussen.
Eg vil ikki kalla trupulleikarnar við atleggingini og hekkuportrinum nakað óvanligt.Tvørturímóti er slíkt púra vanligt, tá ið talan er um eitt stórt og nýtt skip, sum ongin er vanur við.