Makrelur
Í fjør heyst varð skipað fyri fundi á Tvøroyri, har útróðrarmenn í oynni saman við eitt nú vinnulívsfólki tosaðu um møguleikarnar at veiða makrel við dorg í føroyskum sjógvi. Seinnu árini hevur tað nevniliga víst seg, at nógvur makrelur er í okkara sjógvi í summarhálvuni. Onkur filmur varð vístur sum lýsir, hvussu aðrir fiska makrel við dorg. Á fundinum var eisini umboð fyri Delta Seafood sum segði, at felagið er sinnað at hjálpa útróðrarmonnum, sum kundu hugsað sær at gjørt royndir við veiði í summar, at sleppa av við fiskin.
Er okkara
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, var eisini við á hesum fundi. Hann hevur áður verið forsprákari fyri alternativari veiði, og tað vóru eisini Viberg Sørensen og Mannbjørn Solmunde, sum tíðliga í nítiárunum fóru at royna við gørnum eftir havtasku.
- Sjálvandi skulu vit fiska makrel, sum kemur í føroyskan sjógv. Fiskur, sum svimur her, er okkara, og tað er sjúkt ikki at fiska úr stovninum.
Viberg heldur, at soleiðis, sum gongdin við makreli hevur verið seinnu árini, bendir mangt á, at veiða við dorg saktans kann gerast eitt munandi íkast hjá okkara útróðrarmonnum.
- Aðrir fáa nógv burturúr hesum, og norðmenn hava fiskað nógv túsund tons um árið í fleiri ár. Mær er eisini sagt, at ein bóndi í Hetlandi fiskaði 70 tons av makreli í fjør, meðan hann annars passaði landbúnaðin, sigur hann.
Til verka
Viberg Sørensen ivast onga løtu í, at tað verða fleiri, sum fara at fiska makrel í summar, og hann ivast heldur onga løtu í, at fleiri móttøku kunnu skipast á landi, um tað fyrst vísir seg, at makrelur verður at fáa.
- Eg havi fylgt hesum máli, og eg havi lurtað eftir, hvat menn siga. Sum eg havi skilt, er ógvuliga nærliggjandi, at móttøkur av makreli kunnu skipast bæði sunnanfyri, vestanfyri og norðanfyri.
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at tað tí bara er at koma í gongd hjá monnum.
- Onkur skal seta hol á og slóða fyri, og eg eri rættiliga sannførdur um, at hetta verður gjørt í summar. Tað er neyðugt yvirfyri ætlaðum móttøkum at prógva, at makrelur er og kann fiskast við dorg, soleiðis sum alt bendir á og royndir í fjør og fyrraári vístu, leggur hann aftrat.
Viberg er onga løtu í iva um, at tá hetta tilfeingið, sum makrelur er, svimur í okkara sjógvi í so stórum nøgdum um summarið, eiga vit heilt avgjørt at fáa nakað burtur úr hesum.
- Tað er eingin orsøk til, at vit lata hetta tilfeingið svimja her, sum aðrir eru so altráðir eftir at fáa hendur á, sigur hann.
Ikki óttast
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at vit føroyingar mangan hava lyndi til at kenna okkum so bundnar at gjørdum avtalum, at eingin torir at royna nakað.
- Vit skulu ikki kenna okkum so bundnar at avtalum við onnur lond, at vit ikki tora at royna nakað. Aðrir eru ikki so bangnir sum vit, og vit eiga heldur ikki at aftra okkum við at gera okkara royndir, sum kunnu koma at fáa týdning. Fiskur, sum svimur í føroyskum sjógvi, er okkara, endurtekur hann.
Viberg Sørensen heldur, at makrelveiða við dorg saktans kundi verið eitt gott ískoyti hjá okkara útróðrarmonnum um summarið.