HB, KÍ, Skála og Víkingur víðari í steypakappingini

Hálvfinalurnar verða spældar 3. og 14. september

Víkingur, sum í fjør fekk silvur í steypakappingini, vann mikukvøldið ein tryggan 3-0 sigur á B36, og hevur spælt seg víðari til hálvfinalurnar - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF skrivar: 

 

- Mikukvøldið vóru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at HB, KÍ, Skála og Víkingur hava spælt seg í hálvfinalurnar

 

Við trivaligum sigri á FC Hoyvík, hevur KÍ spælt seg víðari í steypakappingini kvinnum, saman við HB, Skála og Víkingi.

 

Mikukvøldið vóru fjórðingsfinalurnar á skránni. KÍ vann 9-0 á hoyvíkskvinnum, Skála sendi 07 Vestur til hús við einum 6-2 tapi, og í Sarpugerði vann Víkingur 3-0 á B36.

 

Fjórði dysturin var við Løkin í Runavík, har NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, hevði vitjan av HB. Og aftaná dystin er greitt, at nýggjur steypavinnarin skal finnast hjá kvinnum. Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0.

 

Stóra hetjan hjá teimum reyð-svørtu var málverjin Gunvá Lützen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki í vanliga dystinum bjargaði hon brotssparki, og í brotssparkskappingini tók hon aftur eitt, meðan tvey fóru fram við málinum.

 

Hvussu liðini møtast í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti, sum verður á Tórsvølli í morgin, hósdagin. Hálvfinalurnar verða spældar 3. og 14. septembur. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur. Skrivar FSF. 

 

Víkingur, sum í fjør fekk silvur í steypakappingini, vann mikukvøldið ein tryggan 3-0 sigur á B36, og hevur spælt seg víðari til hálvfinalurnar - Mynd: Bjarni Enghamar