Føroya sum vanligur ferðamaður. Hann er 84 ára gamal og hevur ongantíð vitjað í Føroyum áður. So nú skal tað vera. Við í ferðalagnum er eisini Troels Dilling, sum er ein av gomlu oddamonnunum í AP Møller [...] Føroya. Tað er Lars, sum stendur fyri fyrireikingunum av vitjanini. Sjálvur vónar hann, at Mærsk Mc-Kinney Møller fer at kenna seg væl í Føroyum og at veðrið verður honum til vildar. Talan er nevniliga um [...] Møller reiðaríinum. Hann hevur havt rættiliga nógv samband við føroyingar og hevur vitjað her áður. Haraftrat er Lars-Erik Brenøe, skrivari við í ferðalagnum.
endurnýggjast Vit síggja enn í dag bøkur, sum ganga uppá, at Per er tann raski og buldruti drongurin, meðan Ása er rein og fitt. Tað er sjálvandi í lagi, at næmingarnir í dag fáa at vita, hvussu tað var [...] og dreingir sleppa fram at við egnum virðum. Og úrslitið er, at báðir partar gerast ríkari hvør sær. Ymsir leiklutir Ein orsøk til støðuna í dag er, sigur Kirsten Brix, at gentur og dreingir hava hvønn sín [...] rættiliga framt, er neyðugt at lata dreingirnar gera okkurt annað ímeðan. Tí tað fellur líkasum meira natúrligt hjá dreingjunum at smíða, og so troðka teir bara genturnar av. »Vit síggja her, at siðbundni
býnum eru tí í stórum vanda hvørja einasta nátt. Næstan alt vanligt virksemi í býnum er steðgað, eisini fótbóltur, og her er eingin skúlagongd. Úr Kina til Sumbiar Tá ið eg var og vitjaði í Sumba á Hvítusunnu [...] sumbingar framvegis blankir á stigartalvuni. Tað er torført at skilja, sigur Nebosja, tí vit hava nógvar góðar spælarar her í felagnum, sjálvt um tað er so lítið, og áttu at havt í minsta lagi seks ella [...] umførunum í landskappingini, har hann er á odda á málskoraralistanum millum útlendingar saman við Marcelo úr B68. Nebosja, ella sum sumbingar rópa hann, Baja, er sera skjótur leikari og man vera ein av
n. Skráin fyri ferðina er ikki rættuliga liðug enn, men ætlanin er at fara avstað fyrstu vikuna í juli mánað. Víðka sjónarringin Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin við ferðini er at víðka sjónarringin, [...] Á ein hátt kunnu vit siga, at tað er so. Tað ber ikki til bert at hyggja at sær sjálvum og grannunum. Tað er eisini neyðugt at hyggja longur út í heim, og tað er hetta, vit gera við hesum túrinum, sigur [...] sambandi við fullveldisætlanina. Liechtenstein er ein lítil tjóð við einum ungum fullveldi. Tískil skuldi borið væl til at hugt eftir, hvussu fullveldisgogdin er farin fram har, og møguliga fingið okkurt gott
spælari koma betri til sín rætt her, enn tær gera í FCK, har tað er sera sjáldan, at eg fái bóltin langt úti á vøllinum og havi møguleika at venda mær á og seta ferð á. Dreymurin er Ongland Hesar tíggju dagarnar [...] tíverri ? hevur tað ikki verið fyri tað góða. Tí er ikki av leið at spyrja føroyska liðformannin, um hann ikki er troyttur av at vera í einum felag, har hann ikki er vísur í at spæla, og har tað hevur verið so [...] dult, at dreymurin er at sleppa til Onglands at spæla, og tað er hann framvegis. Hevur tú nakað boð um at fara hagar? ? Eg veit ikki, hvørji boð felagið hjá mær, møguliga fær, men tað er torført at gera vart
miðloysn (eg veit ikki, um teir her hugsa um miðleingjuna hjá Fólkaflokkinum?). Suvereni staturin (fullveldið) er nú fyribils lagdur á hillina, tí nú eitur nýggja kósin: »Miðloysnin er gongda leiðin«. Henda skinklan [...] okkara sjálvstýrisstremban, ið sjálvsagt kemur at enda við, at Føroyar gerast suverenur statur.« Her er nú talan um reinan tjóðveldispolitikk. 6. So seint sum hin 11. november 1997 skrivar Javnaðarflokkurin [...] framvegis trupulleikar við at finna sítt politiska stev. Kósirnar hava verið fleiri. Vit skulu tó ikki her viðgera tær allar, men bert nevna sjey. 1. Ríkisfelagsskapskósin, har Heimastýrislógin var høvuðsamboðið
útinnandi eindin, men »livir tað upp« til endamálið? Alt fleiri ivast. Tað er ikki lætt at byggja eina vinnu upp, tað vita øll, men hvussu er kósin og verða spurningarnir og trupulleikarnir, sum stinga seg upp [...] Í vikuni sóu vit aftur, hvussu stutt vit eru komin, tá tað snýr seg um ferðavinnu. Her í blaðnum greiddu vit ein dagin frá, at svenskir stuttleikafiskarar vóru komnir higar við fleiri bátum. Endamálið [...] føroyskum firðum, sundum ella havleiðum. Men teir rendu seg inn í »betongbyrokratiið«, sum fleiri ferðir er umrøtt áhesum plássi áður, og dagin eftir lósu vit aftur í Sosialinum, at teir sluppu ikki at kasta
vitjar Sirkus Cirkör í Høllini, og hetta er ikki júst tað, ið vit vænta av einum sirkusi. Í Føroyum eru vit ikki von við sirkus, men hava tó eina mynd av, hvat hetta er. Klovnar og fólk, ið hanga undir loftinum [...] loftinum, fílar og hestar. Soleiðis er ikki við Sirkus Cirkör, ið nevnir seg nýsirkus. Her snýr tað seg um ein súsandi meldur av ljósi, tónleiki, royki og akrobatiskum sjónleikarum. Sjónleikur hittir rock'n [...] í alla framførslulist og ungdómsmentanina. Framførslurnar eru nýskapandi og slóðbrótandi og Cirkör er í dag miðdepil í øllum norðanlondum fyri tey, ið fáast við nýsirkus. Alla staðir tey koma, framføra
Olsen Elsebeth Gerner Nielsen sigur, at eins og í Føroyum, so er henda stórhending eisini veitsludagur fyri donsku stjórnina, tí við hesum er møguleiki at undirstrika, at Danmark og Føroyar hava felags søgu [...] hetta, sum eina mentanarhending. Fyri øll fólkasløg, øll samfeløg, er av stórum týdningi at kenna sínar røtur, og við avtaluni, sum er undirskrivað, hava føroyingar fingið lylkarnar til fortíðina og egnar [...] í ljósið, er at hava sterkar røtur, sigur Elsebeth Gerner Nielsen. Mentanarlig akkerspláss Hon heldur, at føroyingar frammanundan eru vanir við haldgóð mentanarlig akkerspláss. Hon hugsar her um málið og
av stovnsplássum. Í Havn er 70% av tørvinum nøktaður. Men eg veit væl, at tað kortini er ein trupulleiki, og eg havi verið í sambandi við Tórshavnar býráð fyri at vita, um tað er møguligt at nøkur heilt [...] læknar um nøkur fá ár, er landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, væl greið yvir. Í blaðnum í gjár førdi formaðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther Olsen, ið er kommunulækni í Havn [...] Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahúsunum farið niður í helvt, nógv serlæknastørv eru ómannað, og um fá ár fara fleiri kommunulæknar frá fyri aldur. At lønarlagið er lægri og at arbeiðs-