Uttanlandsnevndin til Geneve og Liechtenstein

Fyrstu vikuna í juli fer Uttanlandsnevndin á kunningarferð til Geneve og til Licthenstein. Í Geneve skal hon kunna seg um altjóða handilsfelagskapin, WTO, og í Lichtenstein skal nevndin kunna seg um viðurskifti í hesum lítla og unga tjóðveldi

­Tað er av týdningi, at vit leita okkum íbástur uttan fyri landoddarnar og fregnast eitt sindur um, hvussu tað gongst øðrum londum, soleiðis, at vit ikki bara samanbera okkum við grannalondini, men eisini síggja út í heim, sigur Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini í sambandi við, at nevndin í næstum fer á kunningarferð til Geneve og Liecthenstein.

Skráin fyri ferðina er ikki rættuliga liðug enn, men ætlanin er at fara avstað fyrstu vikuna í juli mánað.


Víðka sjónarringin

Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin við ferðini er at víðka sjónarringin, soleiðis, at hugskot úr til dømis Liechtenstein kunnu nýtast í sambandi við fullveldisætlanina.

­Liechtenstein er ein lítil tjóð við einum ungum fullveldi. Tískil skuldi borið væl til at hugt eftir, hvussu fullveldisgogdin er farin fram har, og møguliga fingið okkurt gott hugskot til okkara fullveldisætlanir.

Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin er at hitta politiska valdið í Liechtenstein og fáa at vita, hvussu myndugleikarnir hava borið seg at við at reka hesa lítlu sjálvstøðugu tjóð. Hóast høvuðsvinnan ikki er tann sama sum í Føroyum, heldur Hergeir Nielsen, at tað ber væl til fáa hugskot um vinnumøguleikar.

­Ætlanin er at fáa so objektivar og greiðar upplivingar av landinum sum møguligt, sigur Hergeir Nielsen, og leggur afturat, at tað ikki skal vera nøkur loyna, at endamálið við vitjanini í Liechtenstein eisini er at hyggja at sjálvari fullveldisgongdini hjá landinum.

­Eftir tí, eg havi hoyrt, er Liechtenstein ein spennadi avbjóðing. Landið líkist nógv Føroyum, bæði tá tosað verður um vídd og um fólkatal. Harafturat er landið eisini eitt ógvuliga ungt demokrati. Ein kann siga, at av tí at landið ikki hevur somu høvuðsvinnu sum vit, ber ikki til at læra naka um vinnumøguleikar av hesi ferðini. Men her haldi eg tvørturímóti, at vit kunnu læra nógv. Vit kunnu spyrja, hvørja vinnu landið hevði áðrenn fulveldið og hví landið skipaði seg í eitt fullveldi.

Liechtenstein fekk fullveldi eftir kríggið, og hevur virkað væl sum tjóð síðani.


Samd nevnd

Hergeir Nielsen sigur, at skráin fyri ferðina hjá Uttanlandsnevndini í juli ikki er endaliga fastløgd enn, men hann sigur, at allir limirnir í nevndini eru samdir um, at tað loysir seg at fara út at vitja onnur lond, og har fáa hugskot, ið kunnu flytast til okkara viðurskfti. Eisini sigur hann, at ynski fleiri ferðir hava verið frammi í nevndini um at fara slíka ferð, og tá so hugskotið um Liechtenstein kom, varð hetta beinanvegin hildið at vera eitt ógvuliga gott hugskot.


WTO

Áðrenn leiðin gongur til Liechtensetin, er ætlanin at vitja í Geneve í Sveis. Har hevur Alheims handilsfelagskapurin, World Trade Organisation, høvuðssæti sítt, og ætlanin er, at kunna seg um virsemið hjá felagsskapinum og møguliga fáa hugskot til føroysku vinnuna.


Ikki verkætlan

Formaðurin í Uttanlandsnevndini sigur, at ferðin ikki er nøkur verkætlan, og tí er ikki vist, at nakað stórvegis skrivligt arbeiði verður gjørt burturúr ferðini, tá nevndin kemur aftur til Føroyar.

Hergeir Nielsen vísir tó á, at øll Uttanlandsnevndin verður við á ferðini, og sostatt umboð úr øllum politisku flokkunum á tingi.

­Tað sum kemur burturúr ferðini er tengt at, hvat hvørt einstakt umboð í nevndiuni sýgur til sín og vil arbeiða víðari við. Men eg eri vísur í, at tað er mennandi fyri allar limirnar at fáa eyguni upp fyri útheiminum.

­Uttanlandsnevndin er tann nevndin, ið hevur størstu skyldu at kunna seg um, hvat fyriferst í heiminum kring okkum, og tí kunnu vit vænta, at fleiri slíkar ferðir verða gjørdar.


Mett av grannunum

­Er orsøkin til, at Uttanlandsnevndin nú fer út um Norðurlond at kunna seg um fullveldisviðurskifti tann, at meira ikki kann heintast frá Íslandi og øðrum grannum.

­Á ein hátt kunnu vit siga, at tað er so. Tað ber ikki til bert at hyggja at sær sjálvum og grannunum. Tað er eisini neyðugt at hyggja longur út í heim, og tað er hetta, vit gera við hesum túrinum, sigur Hergeir Nielsen og leggur afturat, at røddir hava verið frammi í tinginum um, at vit eiga at víðka um sjónarringin, og at tað er hetta, ið er endamálið við ferðini.