Kollveltandi sirkus til Føroya

Tann 26. juni kemur Sirkus Cirkör til Føroya. Hetta er eitt øðrvísi sirkus, enn vit eru von við, tí her snýr tað seg um dans, tónleik og akrobatikk. Kyndil og Norðurlandahúsið skipa fyri og Høllin á Hálsi verður karmur um óvanligu framførslurnar

Tann 26. juni kunnu tey, sum vitja í Høllini á Hálsi, vænta sær eitt øðrvísi upplivilsi. Tá vitjar Sirkus Cirkör í Høllini, og hetta er ikki júst tað, ið vit vænta av einum sirkusi. Í Føroyum eru vit ikki von við sirkus, men hava tó eina mynd av, hvat hetta er. Klovnar og fólk, ið hanga undir loftinum, fílar og hestar.

Soleiðis er ikki við Sirkus Cirkör, ið nevnir seg nýsirkus. Her snýr tað seg um ein súsandi meldur av ljósi, tónleiki, royki og akrobatiskum sjónleikarum. Sjónleikur hittir rock'n roll, sirkus hittir dans og sangleikurin hittir drum'n bass.

Sirkus Cirkör kollveltir vanligu uppfatanina av sirkusi. Cikör var stovnað í 1995 í Svørríki, Stockholm. Endamálið var at innføra nýsirkus í Svøríki og í alla framførslulist og ungdómsmentanina. Framførslurnar eru nýskapandi og slóðbrótandi og Cirkör er í dag miðdepil í øllum norðanlondum fyri tey, ið fáast við nýsirkus. Alla staðir tey koma, framføra tey fyri fullum húsum. Framførslurnar eru serstakliga egnaðar til eldri børn, ungdómar og vaksin.

Nú er Sirkus Cirkör á ferð í Norðurlondum. Áðrenn vitjanina í Føroyum hava tey verið í Vilnius, Malmö, Nuuk, Reykjavík og Akureyri. Úr Føroyum gongur leiðin til Bergen, Oslo og Keypmannahavnar.

Í september byrja tey eina Europaferð og ár 2000 skulu tey til Asia, New York og til víðagitnu heimsframsýningina í Hannover.

Tey, ið ætla sær til hesa hugtakandi og øðrvísi framførslurnar á Hálsi 26. juni, kunnu keypa atgongumerkir á kunningarstovunum kring landið. Kostnaðurin er 80 krónur fyri vaksin og 40 krónur fyri børn.