Nú skal tað eita Miðloysnin

Javnaðarflokkurin hevur framvegis trupulleikar við at finna sítt politiska stev. Kósirnar hava verið fleiri.

Vit skulu tó ikki her viðgera tær allar, men bert nevna sjey.

Javnaðarflokkurin hevur framvegis trupulleikar við at finna sítt politiska stev. Kósirnar hava verið fleiri.

Vit skulu tó ikki her viðgera tær allar, men bert nevna sjey.

1. Ríkisfelagsskapskósin, har Heimastýrislógin var høvuðsamboðið.

2. Yvirtøkukósin við kravi um, at føroyingar skuldu valda, men danir skuldu gjalda. Ein politikkur, sum gjørdi føroyska samfelagið búskaparliga minni sjálvberandi.

3. Blokkskipanin kom sum ein fylgja av yvirtøkukósini, sum so aftur hevði ta avleiðing, at peningurin nú ikki verður brúktur til

tað, sum hann var ætlaður til.

4. So boðar flokkurin frá, at Heimastýrislógin er ein forðan fyri framhaldandi menning av tí føroyska samfelagnum.

Heimastýrislógin skal burtur, og ístaðin skulu vit hava eina sjálvstýrislóg. Hetta varð gjørt, hóast flokkurin ikki kundi greiða frá, hvat ein sjálvstýrislóg var fyri nakað. Men nú er ein slík útgreining komin, ið hevur givið flokkinum vandaførar trupulleikar.

5. Hóast Javnaðarflokkurin hevur gjørt føroyska samfelagið búskaparliga minni sjálvberandi, skrivar hann í oddagrein, nevnd

»Hol í sjógvin«: »Tá sum nú verður tað Javnaðarflokkurin, ið gongur á odda í okkara sjálvstýrisstremban, ið sjálvsagt kemur at enda við, at Føroyar gerast suverenur statur.« Her er nú talan um reinan tjóðveldispolitikk.

6. So seint sum hin 11. november 1997 skrivar Javnaðarflokkurin, at Føroyar skulu verða eitt sjálvstøðugt land, og reglur verða gjørdar um, hvussu farast skal fram, um vit vilja fara úr ríkisfelagsskapinum.

7. Leygardagin hin 5. juni í ár hava Javnaðarflokkurin og Sosialurin aftursvar til undirritaða.

Teir viðgera ikki tær atfinningar, sum eg umrøddi, men velja heldur at leita 50 ár aftur í tíðina og vísa til, at støðan í dag kann samanberast við støðuna eftir seinna heimsbardaga. Ein løgin samanbering. Teir skriva eisini, at tá avtornar, verður tað hvørki loysing ella samband, men ein miðloysn (eg veit ikki, um teir her hugsa um miðleingjuna hjá Fólkaflokkinum?).

Suvereni staturin (fullveldið) er nú fyribils lagdur á hillina, tí nú eitur nýggja kósin: »Miðloysnin er gongda leiðin«.

Henda skinklan millum loysing og samband verður nú rópt »Hin hóvliga miðloysnin«.

Flokkurin skrivar, at hann nú hvørki vil hava loysing ella samband, men vil kortini skipa okkara samfelag innan verandi ríkiseind ? hvussu skal tað gerast?

Álvaratos, nær fer Javnaðarflokkurin at finna seg sjálvan aftur?


Trygvi F. Guttesen