Føroyingar fáa lyklarnar til fortíðina

Soleiðis málber danski mentamálaráðharrin , Elsebeth Gerner Nielsen, seg, nú føroyingar fáa aftur forngripir.

- Fyritreytin fyri at vaksa seg sterkan og náa upp í ljósið, er at hava sterkar røtur, sigur Elsebeth Gerner Nielsen.

Um hetta við at lata føroyingum lyklarnar er heildarpolitikkur hjá donsku stjórnini, nú føroyingar tosa um sjálvræði, vil hon tó ikki beinleiðis svara játtandi

Dagfinn Olsen

Elsebeth Gerner Nielsen sigur, at eins og í Føroyum, so er henda stórhending eisini veitsludagur fyri donsku stjórnina, tí við hesum er møguleiki at undirstrika, at Danmark og Føroyar hava felags søgu, men hvør sína sjálvstøðugu søgu.

Um hetta, at føroyingar nú fáa lyklarnar til fortíðina er ein ábending um, at danir sum heild ætla at geva føroyingum, ið hava fullveldisætlanir, lyklarnar, sigur hon, at Elsebeth Gerner Nielsen, at hon ætlar sær ikki at leggja seg útí føroyskar ætlanir og ysnki.

- Eg havi meira hugsað um hetta, sum eina mentanarhending. Fyri øll fólkasløg, øll samfeløg, er av stórum týdningi at kenna sínar røtur, og við avtaluni, sum er undirskrivað, hava føroyingar fingið lylkarnar til fortíðina og egnar røtur og sín part av mentanararvinum. Fyritreytin fyri at vaksa og náa upp í ljósið, er at hava sterkar røtur, sigur Elsebeth Gerner Nielsen.


Mentanarlig akkerspláss

Hon heldur, at føroyingar frammanundan eru vanir við haldgóð mentanarlig akkerspláss. Hon hugsar her um málið og kemur eisini inn á, at fáa staðni í heiminum er so sterk bókmentalig- og listarlig megi og fáa staðni verða so nógvar bøkur skrivaðar, sum í Føroyum.

At forngripir koma aftur til Føroya, metir hon, sum at lagt verður afturat mentanarligu barlastini.

Hon heldur eisini vera av týdningi at hava við, at talan er ikki um, at danir eru komnir til Føroya og hava tikið lutirnar. Teir eru fluttir, tí eisini føroyingar hava ynskt tað. Hon metir tó ikki, at danir hava gjørt føroyinum eina tænastu. Heldur er talan um ein varðveitslupolitikk, ið vit øll í dag hava gleði av, heldur hon.

Um gomlu skjølini, ið møguliga skulu varðveitast í Føroyum, sigur Elsebeth Gerner Nielsen, at longu komandi ár verður væntandi greitt, hvørjir av teim um 400 lutunum, ið eru á danska tjóðsavninum, skulu aftur til Føroya. Hon sigur, at ríkisantikvarurin, Steen Hvass, metir, at komandi ár er hetta avgreitt. Sjálv væntar hon eisini, at Kirkjubøstólarnir koma til Føroya komandi ár.