Paragraffryttarí fremur ikki ferðavinnu

Í vikuni sóu vit aftur, hvussu stutt vit eru komin, tá tað snýr seg um ferðavinnu. Her í blaðnum greiddu vit ein dagin frá, at svenskir stuttleikafiskarar vóru komnir higar við fleiri bátum. Endamálið hjá teimum var at royna fiskieydnuna á føroyskum firðum, sundum ella havleiðum. Men teir rendu seg inn í »betongbyrokratiið«, sum fleiri ferðir er umrøtt áhesum plássi áður, og dagin eftir lósu vit aftur í Sosialinum, at teir sluppu ikki at kasta, tí teir høvdu ikki nakað fiskiloyvi!!! Jeremias.

Sjálvandi skuldu svensku garparnir havt kannað slíkt, aðrenn teir løgdu úr landi. Men, men. Nógv av okkum hava ferðast í øðrum londum og hava rent okkum í trupulleikar. Eisini í fiskihøpi. Men myndugleikar ella fólk í ferðavinnuni hava beinanvegin verið beinasom og greitt henda trupulleikan, sum ofta er gjørdur av gáloysni, uttan at hetta eru vorðin stórtíðindi.

Svenska dømið kundi sjálvandi verið loyst uttan hóvasták. Hvønn Harrans týdning hevur tað, um nakrir »smábátar« royna við nøkrum toska-tráðum í nakrar dagar og kanska fáa nakrar greipur? Vit marknaðarføra jú okkum við, at Føroyar eru eitt eldorado, tá tað snýr seg um stuttleikafiskiskap. Hetta hava náttúruáhugað ferðafólk sæð, men tey hava ikki fingið at vita, at hetta er bara galdandi, um tú stendur á einum nesi, á eini lógv ella ert á føroyskum kjøli.

Vit hava so ómetaliga fá tilboð at bjóða ferðafólki. Tað eru túrarnir undir bjørg, framvið oyggjum og niðan í eina gjógv ella upp á onkran tind. Eitt far í høvuðsstaðnum bjóðaði ferðafólkum fiskitúrar, men hetta skip liggur bundið í summar.

Samanumtikið: Fá ítøkilig framstig, hóast alt fleiri milliónir eru pumpaðar í ferðavinnuna. Innanhýsis eru fólk í ferðavinnuni um at kvalast. M. a. í betong-byrokratii - t. d. í sambandi við skeinkiloyvi, matstovuloyvi o. t. Ferðaráðið átti at verið tann miðsavnandi og útinnandi eindin, men »livir tað upp« til endamálið? Alt fleiri ivast. Tað er ikki lætt at byggja eina vinnu upp, tað vita øll, men hvussu er kósin og verða spurningarnir og trupulleikarnir, sum stinga seg upp, loystir?