Á landsliðnum er Todi frælsur sum fuglurin

FCK maðurin hevur ikki slept dreyminum um at koma til Onglands at spæla fótbólt

Eingin ivi var um, at mest eyðsýnda føroyska avrikinum á Svangaskarði bæði leygardagin og mikudagin stóð Todi Jónsson fyri. Allan Simonsen hevði valt stjørnuspælaran til liðformann, tann royndin eydnaðist sera væl, og hagtølini siga, at FCK maðurin er ósigraður sum liðformaður!

Í gjár fóru útisetarnir í Danmark og Noregi aftur av landinum, og sunnudagin skal Todi Jónsson saman við FCK til Aarhus at spæla móti Fremad. Nú skulu vit ikki missa fótafestið, men tað er munur á í altjóða høpi at spæla móti skotum og bosniarum, og so at renna í stadion í Aarhus, har vøllurin í vár aftur og aftur hevur verið sammettur við eina eplaveltu.

Og so er tað ein annar stórur munur á hjá Toda. Á landsliðnum er hann stjørnuspælarin, meðan tað væl kann vera, at hann sunnudagin verður settur á beinkin at hyggja at, meðan David Nielsen og Thomas Thorninger røkja álopsplássini.

Fyri tey, sum hava sæð landsliðið hesa síðstu vikuna, og sum fylgja við í donsku superliguni, er tað ilt at fata, at tað skal vera so stórur munur á. Todi sjálvur hevur hesa viðmerkingina:

? Eg kenni meg nógv frælsari á føroyska liðnum, enn eg geri í FCK. Á Svangaskarði veit eg, at liðfelagarnir hava stórt álit á mær, tí eg dagliga spæli á hægri støði, enn teir flestu av hinum gera, og tað ger, at eg kenni stóra ábyrgd á mær. Í FCK eru tað aðrir, sum verða roknaðir at vera stuðulsspælarar. Og so hóvar mær betri mátan, sum landsliðið spælir uppá, enn tann mátan, sum vit spæla í FCK. Tað geri eg, tí eg haldi, at spælið hjá landsliðnum hevur við sær, at sterku síðurnar hjá mær sum spælari koma betri til sín rætt her, enn tær gera í FCK, har tað er sera sjáldan, at eg fái bóltin langt úti á vøllinum og havi møguleika at venda mær á og seta ferð á.


Dreymurin er Ongland

Hesar tíggju dagarnar, Todi Jónsson hevur verið í Føroyum, hava fjølmiðlarnir verið á tremur við tíðndum úr FCK, og ? sum vanligt, tíverri ? hevur tað ikki verið fyri tað góða. Tí er ikki av leið at spyrja føroyska liðformannin, um hann ikki er troyttur av at vera í einum felag, har hann ikki er vísur í at spæla, og har tað hevur verið so nógv órógv.

? Eg havi sáttmála við FCK, og hann eri eg sjálvandi sinnaður at halda meg til. Eg havi ongantíð dult, at dreymurin er at sleppa til Onglands at spæla, og tað er hann framvegis.

Hevur tú nakað boð um at fara hagar?

? Eg veit ikki, hvørji boð felagið hjá mær, møguliga fær, men tað er torført at gera vart við seg, tá tú ofta situr á beinkinum og ikki skorar og leggur upp til málini, sum tað verður roknað við, at ein álopsspælari ger, so er tað torført. Men kanska onkur fær eyga á mannin, sum hevur spælt í álopinum hjá føroyska liðnum hesa seinastu vikuna, droynir Todi Jónsson og gleðir seg longu til at hitta liðfelagarnar á landsliðnum aftur um knappar tríggjar mánaðir.jh